Oddagrein·Undirsjóvartunnilin eitt samferðsluframbrot

Í gjár var ein stórur dagur, fyri ikki bara Vágoynna, men fyri allar Føroyar. Undirsjóvartunnilin er, hóast partafelagsform við óneyðugari umsiting, eitt stórt frambrot í føroyskari samferðslusøgu. Hetta er fyrstu ferð síðan brúgvin við Streymin varð gjørd miðskeiðis í sjeytiárunum, at miðstaðarøkið í Føroyum verður víðkað.

Lat okkum hugleiða eitt sindur um føroyska samferðslu og flokkmentalitet. Fyri góðum 10 árum síðani gingu ? primert havnafólk ? og savnaðu undirskriftir móti undirsjóvartunnilinum. Svend Aage Ellefsen, táverandi landstýrismðaur í samferðslumálum gjørdist ársins ulka, ti hann noktaði at taka ímóti hesum undirskriftum. Sjálvandi skuldi Svend Aage Ellefsen havt tikið ímóti undirskriftunum, og tað skerst ikki burtur, at ráðini ikki vóru til undirsjóvartunnilin, júst meðan kreppan var uppá tað hægsta.

Men hvørji vóru argumentini tá? Argumentini vóru fyri ein stóran part ikki, at tunnilin skuldi útsetast, ti ráðini ikki vóru til tess. Argumentini vóru, at ?tað var púra vilt? og ?tað búgva bara tvey túsund fólk i Vágum?. Undir allari kreppuni varð grenjað um, hvussu vilt tað var við hesum undirsjóvartunnili. Hetta bleiv eisini mangan endurgivið í donskum fjølmiðlum sum eitt ørvitisprojekt av teimum heilt stóru. Ein yvirgang var ringt at finna ein tann einasta unga persón í Havnini, ið tordi at siga hart, at undirsjóvartunnilin var ein skilagóð íløga fyri Føroya land.

Hvat vilja vit siga við hesum? Hetta vísir, at vit føroyingar eru herviligir at fylgja einum ráki, ið ikki altíð er líka vælfunderað. Tað vísir seg, at er rákið sterkt ein veg, so eru tey fá, ið alment tora at siga nakað annað. Undirsjóvartunnilin var einmælt samtyktur á Føroya Løgtingi í 1988. Trý ár seinni vóru ógvuliga fáir politikarar, ið alment tordu at halda fast um tað skilagóða í ætlanini, hóast ráðini ikki vóru til tess júst tá. Nú 10 ár seinni finnur man ongan, ið heldur, at undirsjóvartunnilin er eitt ørvitisprojekt, hóast nógv munnu vera tey, ið róptu upp um hetta. Alt var ikki púra vilt í 80?unum, hóast nógv var. Á sama hátt er ikki alt so gott og sunt, ið verður framt í dag, hóast nógv er.

Føroyingar mugu læra at føra ein fjølbroyttan dialog um mál, heldur enn at hoppa uppá eitt ?alt ella einki? rák.Hetta kenna vit eisini frá fullveldismálinum. Ongastaðni er felagsnevnarin lægri millum føroyingar, enn tá tað ræður um samferðslu og lønir hjá øðrum.

Ein dagur sum í gjár minnir okkum á farna tíðir, tá samferðslunetið var hægst prioriterað í landinum við risaíløgum uttan brúkaragjaldi ? hugsið bert um Oyggjarvegin og brúnna um Streymin. Føroyingar kunnu allir gleðast um hetta samferðsluframbrot, men her skal ávarast ímóti at síggja tunlar sum rakstrargøgn, ið skula gjalda seg sjálvan aftur við til dømis bummpengum. Teir gjalda seg sjálvan fleirfalt aftur til samfelagið í spardari bíðitíð og tryggari farleið. Trivnaður og trygd kann ikki gerast upp í pengum, og tí skal ein landsvegastubbi heldur ikki síggjast isolerað. Byrjar man konsekvent uppá slíkt , so er framtíðin ikki bjørt hjá útjaðarnum.

Sosialurin