so væl, at prædikuteksturin var Jóhannes evangelium kp. 16.16-24: ”Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg ...” Seinasta sunnudag fylgdi eg Martini [...] til hansara seinasta hvíldarstað, og í kirkjuni var prædikuteksturin hin sami sum úti á Kirkju: ”Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, ...” Vónin um ævinleikan, sum liggur í hesum teksti, var eisini [...] burtur úr at hyggja inn á gólvið hjá fólki. Hann hevði fingið fatur í, hvat ein trúboðaragerningur er, tí legði hann seg ikki eftir bara at koma har, sum nógv fólk kom saman, nei, hann gjørdi ongan mun
gátan er loyst, er alt við tað sama aftur, og søgan er gloymd, sigur Kirkegaard, sum hinvegin heldur tað vera lætt at skilja, hví fólk eru so hugtikin av hesum søgunum - eina lítla løtu í hvussu er. - Tað [...] kanska ikki at verða avdúkaður. Tað er heldur tankin um stóru grøðingina, sum hugtekur og sum vit øll nokk leingjast eftir - og jú størri sárini eru, tess størri er grøðingin. Og størsta sárið av teimum [...] hvørjum øðrum. - Samstundis er Dahl ein sannur meistari í at hugsa upp spennandi og løgnar søgugongdir, sum hann spælir sær við á sínum óvanliga leikandi og fría máli. Tað er ein fragd at síggja, hvussu
síni oman yvir heimin. ST er ein av hættunum, og eisini NATO, ið er ein undanførsla fyri at blanda seg uppí. NATO er ”ekstremisma”, og allur harðskapur í arabiska heiminum er orsakað av ávirkanini uttanifrá [...] heiminum. Múrurin í Ísrael er sum enn ein Berlinmúrur – ímyndar av nýggjum sundurbýtið millum ”siviliserað” og ”barbarar”. Múrurin er ein liður í at rekolonisera heimin, ið annars er støðugt meira avkoloniseraður [...] gramdi seg um lítla áhugan fyri mannarættindaarbeiðnum hjá ST. Men manglandi umtalu kann sonevnda “Durban II” avgjørt ikki leggjast undir – sera nógv rok hevur verið um ráðstevnuna, ið er vorðin skýrd alt
ella moral, í orðsins sanna og djúpa týdningi, at gera. Er endamálið kanska at krógva tann sanna og veruliga boðskapin, at gera eina lívssjón - sum er virðismikil og álvarsom - bíliga, kravlítla og ómakaleysa [...] ikki, men eingin ivi er um, at tað var homofobi – niðursetandi hugsan um tey homoseksuellu - sum dreiv hesar harrar. Nú kann verða spurt: Hvat hevur hetta við málið at gera? Svarið er einfalt, greitt og [...] orð fyri hesum – “ráðbanin” er hann, sum, við at birta upp undir, fær aðrar at fremja ta ringu gerðina, í versta føri morð. Líkasum ágangur móti jødum í tvey túsund ár m.a. er ein frukt av óteljandi prædikum
manninum, sum er 58 Altjóða mannarættindafelagsskapir hava funnist hvassliga at hjúnarbandinum, og nú hevur ein dómari gjørt av at ógilda hjúnarbandið, siga saudiarabiskir fjølmiðlar. Gentan bað herfyri
av hesum. Ongin skuld er niðurgoldin og onki spart upp – hóast tað var ein løgtingssamtykt, at peningurin frá sølu av Føroya Banka skuldi í búskapargrunn. Eisini hendan avtala er brotin. Í hesi nýggju [...] Sandoynna, sum bæði eru øki, ið eru fyri stórum vanbýti. So tann veikari skal gjalda fyri tann veika. Har er ongin umfordeiling frá sterkari herðum til tørvandi øki, og ongin reformur av nøkrum órættvísum og [...] mentan, gransking og umhvørvi gerast ístaðin. Tit skjóta nú upp at Fróðskaparsetrið skal fáa eina lítla upphædd afturat – men ikki nóg mikið til, at søgu- og samfelagsdeildin kann taka næmingar upphædd
eru avmarkaðir til føroyska bergið. Annars er vert at hava í huga, at ein høvuðsorsøk til, at fólk enn royna at fáa orku burturúr aldu, er júst, at orkumongdin er øgilig. Vit kunnu t.d. vísa á, at uttan fyri [...] verkætlanina. Hetta er m.a. tí, at samanborið við skipanir hjá øðrum alduorkumennarum, er skipanin hjá SeWave tann mest økonomiska í mun til eindarkostnað av framleiddum streymi, umframt at váðin er munandi minni [...] Um so er, verður møguleiki fyri at gagnnýta vitanina um alduorku vinnuliga í altjóða høpi. Kostnaður og fígging SeWave er eitt partafelag, sum SEV eigur 100%. Kostnaðarætlanin fyri royndarverkið er uml.
Eins og í fjør hevur eitt tjaldur valt at reiðrast uttan fyri Clintonsvituna á Hotel Føroyum. Um tað er sama tjaldur, sum reiðraðist har í fjør, skal vera ósagt, men sum kunnugt reiðrast tjøldur ofta á sama [...] summarið. Tá fortaldu tey av hotellinum, at sera nógv fólk gjørdu vart við seg, tí tey eygleiddu lítla tjaldurshúskið á vevmyndunum. Eisini komu teldurbrøv bæði úr Týsklandi, Noregi og Danmark, umframt
bóltin burtur, er tað miðvallarin Brian Olsen, sum eitt sindur úr høgru við hegnisligum skoti potar bóltin framvið NSÍ málverjanum. 1-2: Lítla løtu seinni svarar NSÍ aftur. Málskjútti er aftur Karoly Potemkin [...] ellivu metrum, men Gunnar á Steig bjargar. Gunnar er í EB/Streyma málinum, tí René Tórgarð í vikuni varð skaddur undir venjing. 83.: Tá ið Egil á Bø er noyddur at fara av vøllinum, verður Pætur Dam Jacobsen [...] eykatíðini eru farnir, setir Karoly Potemkin bóltin í netið. Hjalgrím Elttør er arkitektur eftir fínt álop í vinstru, og tað er hann, sum leggur bóltin fyri føturnar á toppskjúttanum. Liðugt! KÍ-AB 0-1 (0-0)
burturi og farnir, og at tann tú var , er tann, sum hini fara at minnast" Árið er 1989, og skelkaður varnast Arvid, at hann ikki hevur lagt til merkis, at Berlinmúrurin er fallin fyri fleiri døgum síðani. Enn [...] traðka beint á teir er so ómetaliga freistandi. Uttan iva er tað hendan kenslan, sum ofta fær ummælarar at samanbera Per Petterson við amerikanska rithøvundan Raymond Carver. Og tað er rætt, at hjá báðum [...] gyklandi coachingskeið bíðar, fyri hvørja bio rútmu, sum skeiklast eitt sindur. Onkuntíð er tað bara ov seint. Onkuntíð er seinasti møguleikin at fara afturum aftur bara farin. Fyri Arvid byrjar tíðin av álvara