Eina góða krimi at pína seg við

Krimilesarar elska at verða píndir fyri síðani at njóta sælu grøðingina, tá rithøvundurin fær alt í rættlag aftur, sigur krimiserfrøðingurin, Peter Kirkegaard, sum herfyri smuglaði svarta lambið í bókmentum inn á Fróðskaparsetrið


Tær sparka konsekvent allar aðrar av metsølulistunum, fáa lesarar kring allan heim at halda ondini í spenningi og gera sínar skaparar til heimsstjørnur. Kortini tvíhalda bókamentafólk um, at krimisøgur sjáldan eru verdar at brúka tíð uppá. Røttum skaldskapi kunnu tær í øllum førum ikki bólkast saman við, verður oftast sagt.

Tí kann tað undra, at tað herfyri eydnaðist danska krimiserfrøðinginum Peter Kirkegaard at smugla eitt heilt skeið í krimibókmentum inn á Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum.

Peter Kirkegaard smílist eitt sindur loyndarfullur

- Tað hongur saman við, at tað er eydnast summum høvundum at smugla góðan skaldskap inn í krimibókmentir. Á hesum skeiðnum havi eg millum annað víst á svenska høvundan Arne Dahl sum eitt frálíkt dømi um, at at tað bæði innihaldsliga og málsliga ber væl til at lyfta krimibókmentir upp á eitt skaldsligt støði, sum stendur mát, sigur krimiserfrøðingurin. 



Samseki krimilesarin

Peter Kirkegaard er tó skjótur at viðganga, at tað finnast ótrúliga nógvar vánaligar krimibøkur, og at hesar í stóran mun hava sett alla krimisjangruna í bás sum lættisoppalesnað.

- Flestu krimibøkur eru stutt sagt ov illa skrivaðar. Tær breggja sær av at endurspegla veruleikan, bara við at nevna hann, men uttan at koma við nýggjum vinklum á evnini, tær viðgera. Víst kennir lesarin seg aftur í trupulleikunum, men tá gátan er loyst, er alt við tað sama aftur, og søgan er gloymd, sigur Kirkegaard, sum hinvegin heldur tað vera lætt at skilja, hví fólk eru so hugtikin av hesum søgunum - eina lítla løtu í hvussu er.

- Tað er jú ein vakur tanki, at beint sum stóra vanlukkan hóttir, kemur ein detektivur, ein journalistur ella politiið eftir øllum tí ónda og syrgir fyri at rudda upp. So kunnu vit øll kenna okkum minni einsamøll eina løtu og droyma søtt um, at rættvísið tíbetur sigraði. Sjálvt um onki í veruleikanum hevur flutt seg ein tumma.

At lesarin kortini er so skjótur at tríva í næstu krimibók, krevur allíkavæl eina forkláring, sum stingur eitt sindur djúpri, heldur Peter Kirkegaard. Sambært honum mugu krimilesarar sigast at vera eitt slag av masochistum, sum finna fragd í at lata seg pína, fyri síðani at njóta sæla nøgdsemið, tá stóra grøðingin kemur.

- Krimilesarar fara sjálvbodnir inn í alskyns svínari og ræðuleikar, har teir í loyndum njóta at vera 'samsekir' í brotsverkunum. Men eg trúgvi ikki, at krimi-fasinatiónin bara snýr seg um kitlandi fragdina við kanska, kanska ikki at verða avdúkaður. Tað er heldur tankin um stóru grøðingina, sum hugtekur og sum vit øll nokk leingjast eftir - og jú størri sárini eru, tess størri er grøðingin. Og størsta sárið av teimum øllum má í okkara mentan vera morðið á eitt menniskja, sigur Peter Kirkegaard og leggur afturat, at hetta eisini forklárar, hví krimibøkur eru eitt serstakt mentanarkristið fyribrigdi.

- Í eini kristnari mentan, har einstaka menniskjalívið verður fatað sum heilagt og friðhalgað, verður drápið jú tann ultimativa vanæran av lívinum. Tí mugu allar kreftir setast inn fyri at endurreisa trúnna á livið, so vit fáa frið í sálina aftur. 



Málsligur meistari

So ella so eru hetta streingir, ið allar krimisøgur spæla á, men sum tær illa hava megnað at lata í ein áhugaverdan skaldsligan ham, sambært Kirkegaard. Og her er tað, at krimibøkurnar hjá Arne Dahl koma inn sum eitt prógv um, at hóast karmarnir um siðbundnar krimisøgur kunnu tykjast trongir og stirvnir, kunnu teir væl fyllast á ein hátt, sum ger søgurnar til meir enn bara skjótt undirhald.

Í so máta ger Arne Dahl ikki upp við krimisjangruna, men tekur hana heldur forvitin á seg sum eina spennandi avbjóðing. Stórur skaldskapur hevur altíð lænt snildi og mynstur frá krimibókmentum, eitt nú loyndarmálið, tað ónda móti tí góða og so framvegis. Arne Dahl ger tað øvugta, við at kanna, hvussu nógv skaldsligt, eksistenitelt, politiskt og filosofiskt tilfar hann kann flætta inn í krimisøgur, men altíð við virðing fyri sjálvari krimisjangruni, greiðir Peter Kirkegaard frá.

- Bragdið hjá Dahl er millum annað hansara litfagra A-lið av detektivum hjá svensku Ríkisløgregluni, sum arbeiða saman og megna at skapa eina javnvág millum tær oyðileggjandi kreftirnar og tær meir menniskjaligu. Hjá Dahl er fokus ongantíð bara á ein einstakan persón, sum hevur endaliga svarið til alt, sigur Peter Kirkegaard og leggur afturat, at á tann hátt eru krimibøkurnar hjá Dahl heldur ein staðfesting av, at menniskju bara eru nakað í kraft av hvørjum øðrum.

- Samstundis er Dahl ein sannur meistari í at hugsa upp spennandi og løgnar søgugongdir, sum hann spælir sær við á sínum óvanliga leikandi og fría máli. Tað er ein fragd at síggja, hvussu væl Arne Dahl dugir at skriva næstan hvat tað skal vera -. líka frá tí mest poetiska til tað hart sláðandi og spennandi, sigur Peter Kirkegaard. 



Báðu megin bókagjónna

Stóra yvirskotið, Arne Dahl hevur at oysa av sum krimihøvundur, kemur ikki bara av, at hann sum ungur var ein sera íðin krimilesari. Arne Dahl er nevniliga dulnevni fyri 45 ára gamla Jan Arnald, ið er ein høgt mettur granskari, bókmentaummælari, ritstjóri og rithøvundur í Svøríki. Og orsøkin til at hann byrjaði at skriva sínar krimibøkur undir dulnevni er ikki, sum mong annars halda, at hann stúrdi fyri, at tað fór at skemma hansara góða akademiska navn at verða knýtt at slíkum lætttisoppa. Heldur tvørturímóti.

- Jan Arnald vildi nettup hava fólk at lesa hansara krimibøkur fyri tað, tær eru, uttnn at byrja at hugsa: Hví skal hasin akademikarin nú eisini blanda seg upp í krimibøkur? Í Svøríki, sum flestu aðrastaðni, er greiður skilnaður millum krimibøkur og sokallaða fínbókmentirnar, og Arnald vildi sleppa undan, at tað kjakið bleiv fløkt inn í metingarnar av hansara krimibókum, greiðir Peter Kirkegaard frá.

Úrslitið varð, sum Arnald eisini vónaði, at bøkurnar hava fingið ein sera breiðan lesararskara frá báðum síðum av 'bókmentagjónnið'. Bøkurnar virka nevniliga á fleiri ymsum løgum, har tú kanst velja at lesa tær bara fyri spenningin, ella finna fragd í teimum mongu eyka løgunum, sum eitt nú bókmentaligar tilvísingar og mytisk frásøgumynstir geva teimum.

- Um tú gevur tær far um tað, er tað til dømis lítil ivi um, at Jan Arnald ofta fær íblástur frá jazz-tónleiki. Eins og í einum klassisku jazzlagi byrja søgurnar ofta við einum grundtema, sum síðani at foldar seg út í alskyns improviseraðum røddum og persónum fyri síðani at enda aftur í sama grundtema, sigur Kirkegaard.

Hann vísir á, at hesin søgubygnaðurin eisini gevur Arne Dahl ein serstakan møguleika at viðgera aktuel evni, samstundis sum ein grundfrásøgn um tað menniskjaliga stríðið móti tí ómenniskjaliga rekur sum ein undirstreymur gjøgnum hesar bøkurnar um A-liðið í nútíðar Svøríki. 



Krimikotelettir a la Marklund

Meðan ein høvundur sum Arne Dahl sostatt dyggiliga hevur prógvað, at tað er í so tíðliga at avskriva krimisjangruna sum óbrúkiliga, gera alsamt fleiri høvundar sítt til at halda lív í vánaliga umdøminum hjá krimibókmentum, ásannar Peter Kirkegaard.

- Tíverri sær tað út til, at alt fleiri vánaligir høvundar halda, at krimibøkur er nakað, øll duga at skriva. Til dømis fati eg ikki, hví svenska Liza Marklund verður kalla krimidrotning, tí hon skrivar jú beinleiðis vánaligt. Hennara veruliga kvettið er heldur, at hon hevur megnað at 'branda' seg sjálva so sterkt, at fólk nú keypa og lesa eina "Marklund", sigur Kirkegaard undrandi.

Hann ásannar tó, at Liza Marklund er ein heilt góður journalistur

- Men tað nyttar jú lítið, tá hennara bøkur ikki eru annað enn flutningsbond fyri meiningar uttan nakrar málsligar íløgur yvirhøvur. Tað sama kann sigast um eina aðra sokallaða krimidrotning, svensku Camilla Läckberg. Báðar eru tær altíð klárar við einu skjótum forargilsi, ið sum oftast gongur út uppá, at tað eru hasi býttu mannfólkini, sum hava skyldina.

Hóast Kirkegaard heldur tað vera eitt fríkst pístr, at modernaðar kvinnur hava fingið ein størri leiklut á krimipallinum við eitt nú bókunum hjá Marklund, heldur hann seg ikki síggja, at krimisjangran harvið er vorðin ríkari.

- Tað kundi hon blivið, men bøkurnar hjá Marklund eru framvegis bara eitt slag av 'kotelettir-í-fati' krimisøgum, sum diskutera samlívstrupulleikar á ein heldur onkissigandi hátt, sum ongin í grundini kann vera ósamdur í. Onki ilt um gerandisrealismu, men um hon onki setur uppá spæl, hvørki innihaldsliga ella málsliga, er ringt at fáa eyga á, hvat lesarar skulu brúka slíkar krimibøkur til. 



Venjingarbreyt

Og tað er spell, heldur Kirkegaard, tí fram um aðrar bókmentagreinar hevur krimisjangran ein serstakan møguleika at taka lesararn við í royndini at skilja, hví alt gekk, sum tað gekk

- Størst parturin av eini krimisøgu gongur við at hýsa møguligum orsøkum og frágreiðingum. Tí eru krimisøgur eisini ein frálík venjingarbreyt hjá lesaranum har hann kann læra seg at síggja og skilja samanhangir. Í lesandi rúminum kunnu vit øll vera klók og dugnalig, og serliga í krimibókmentum hevur leikuturin hjá lesaranum stóran týdning, sigur Peter Kirkegaard.

Við hesum meinar Kirkegaard ikki bara at lesararin er við, tá brotsmaðurin umsíðir verður fangaður. Heldur snýr tað seg um kensluna av, at mjørkin tynnist og fortíðin verður løgd nakan, so vit síggja tað, sum ikki longur er. Meðan gloppið millum fortíð og nútíð fyllist, fellur tíðin á rætta pláss aftur so vit síggja klárt. Í síðsta enda snýr ferðin gjøgnum eina góða krimisøgu seg við øðrum um at náa fram - tað, vit ongantíð megna í veruliga lívinum. 



Fakta

Peter Kirkegaard starvast dagliga sum lektari og granskari á deildini fyri samskiftisfrøði á universitetinum í Ålborg. Hann hevur granskað og skrivað ein hóp um krimibókmentir og er í løtuni við í eini granskingarverkætlan, har hansara serøki er krimibøkurnar hjá Arne Dahl.

Í 17 ár virkaði Peter Kirkegaard sum ummælari á danska blaðnum Information, har hann fyri tað mesta ummældi krimibøkur.