Aftur í ár hevur eitt tjaldur bygt sær reiður uttan fyri Clintonsvituna á Hotel Føroyum. Fylg við á vev-myndum her á Portalinum Eins og í fjør hevur eitt tjaldur valt at reiðrast uttan fyri Clintonsvituna á Hotel Føroyum. Um tað er sama tjaldur, sum reiðraðist har í fjør, skal vera ósagt, men sum kunnugt reiðrast tjøldur ofta á sama stað ár um ár.
Leiðslan á Hotel Føroyum gjørdi aftur í ár alt fyri eitt av at seta vevmyndatól upp, so at allur heimurin kann eygleiða tjaldursreiðrið. Tólið tekur nýggja mynd hvørt 5. sekund.
Tjaldursreiðið vakti sera stóran ans í fjør bæði her á landi og uttanlands. Tá gjørdi eitt tjaldurspar sær reiður, fekk trý egg og seinni tríggjar tjaldursungar, og búðu tey á hotellinum nærum alt summarið.
Tá fortaldu tey av hotellinum, at sera nógv fólk gjørdu vart við seg, tí tey eygleiddu lítla tjaldurshúskið á vevmyndunum. Eisini komu teldurbrøv bæði úr Týsklandi, Noregi og Danmark, umframt úr Føroyum frá fuglavinum og øðrum áhugaðum.
Tað ber til at síggja vevmyndirnar við at trýsta á leinkið til vinstru á Portalinum.










