Onkuntíð er tað bara ov seint

Ørsmáu løturnar, sum kundu broytt alt til tað betra, eru sálin í lítla meistaraverkinum Jeg forbanner tidens elv hjá Per Petterson. Tíverri náddi høvuðspersónurin tað ikki



Stillisliga sníkir skaldsøgan Jeg forbanner tidens elv seg inn á teg, til tú kennir teg spillnaknan og kveitir aftur um teg fyri at tryggja tær, at ongin sær. Tí tú kennir teg raktan, og tí rithøvundurin Per Petterson á sín merkisvert fólkaliga og varliga máta sker inn á bein, har tað er mest pínufult og ófrávíkiligt. Har eisini tú kanska mást góðtaka, at tú ert fangað í eini mynd av tær sjálvum, sum tú ongantíð vildi, at nakar skuldi síggja. 



Móti streyminum

Meðan høvuðspersónurin í ársins vinnara av Norðurlanda Bókmentavirðislønini, Arvid, bannar tíðarrinnar streymi, sum hann ikki fær vent, eydnast tað rithøvundanum at steðga streyminum eina løtu við sínum lítla meistaraverki. Tí hóast tað ikki var óvæntað, at júst norski Per Petterson streyk avstað við virðislønini, stendur skaldsøgan Jeg forbanner tidens elv í flestu mátar í andsøgn við tíðarinnar krampakendu upplivingarmentan, har eitt gyklandi coachingskeið bíðar, fyri hvørja bio rútmu, sum skeiklast eitt sindur. Onkuntíð er tað bara ov seint. Onkuntíð er seinasti møguleikin at fara afturum aftur bara farin.

Fyri Arvid byrjar tíðin av álvara at renna undan, tá mamman fær staðfest krabbamein og rýmir til summarhúsið í Jyllandi at vera í frið. Í eini roynd at krossa tíðarinnar streym fer 37 ára gamli Arvid aftaná. Tað er nú, hann skal siga alt tað við mammu sína, hann ongantíð fekk sagt. Men orðini vilja ikki koma. Ikki tey røttu, ikki ta røttu løtuna. Bara minnini bjóða seg fram um øll tey vónbrotini, hann hevur volt mammuni. Sum tá hann søplaði burtur sína útbúgving og í staðin halgaði seg arbeiðararørsluni. Arvid vildi vera arbeiðari sum mammam, men fataði ov seint, at mamman ongantíð vildi vera, sum hon bleiv. Kanska er tað tí, hon hevur leitað aftur til heimstaðin, til minnini um eina tíð, tá alt enn bara var ein byrjan.


Missurin

Meðan tú fært eina kenslu av, at tað kanska er við at eydnast deyðssjúku mammuni at krøkja seg í nýggjar møguleikar, er vánirnar fyri Arvid verri enn nakrantíð. Kanska er tað longu ov seint, grunar Arvid, sum í einum av vakrastu brotunum í bókini hugleiðir soleiðis um deyðan:


" ... júst tað at doyggja, tað fataði eg, júst tað sekundið har tú heilt sikkurt veist at beint kemur løtan, tú altíð hevur verið bangin fyri, har tú knappliga skilur, at allir møguleikar at vera tann, tú í grundini vildi vera, eru burturi og farnir, og at tann tú var, er tann, sum hini fara at minnast"


Árið er 1989, og skelkaður varnast Arvid, at hann ikki hevur lagt til merkis, at Berlinmúrurin er fallin fyri fleiri døgum síðani. Enn einaferð fór tíðin handan ryggin á Arvid, sum gloymdi at venda sær við. Í staðin rapa verjumúrarnir innan í honum ein fyri og annar eftir. Minnini um gamlar familjukonfliktir skola inn yvir hann í øllum sínum náðileysu detaljum, lítlibeiggin, sum doyði, mamman, sum bað hann skrubba av, tá hann gavst í skúlanum, og sum var tað ikki var nokk, vil ungdómsunnustan, hansara stóri kærleiki, nú skiljast frá honum.

Ørkymlaður leitar Arvid fram minnini um stóru taluna, hann skrivaði til mammuna á hennara 50 ára føðingardegi. Hátíðarliga hevði hann hugleitt um, hvussu víðagitna áin Rio Grande skuldi vera berandi metaforurin í taluni, so mamman skuldi skilja, at ongin á í øllum heiminum var so breið, at tey bæði ikki kundu røkka hvørt annað tvørturum hana. Men Arvid bleiv fullur og talan bleiv burtur. Og við vakra føðingardagsborðið endaði Arvid í staðin við at hyggja beint uppá mammuna og siga: "Eg minnist onki um teg - als onki". 



Virðilig bløka

Í eini tíð, har tilvitað kiksaðar typir ríða bókmentum sum ein sjálvironsk marra, er tað okkurt frígerandi við eini so bart út ússaligari bløku sum Arvid. Hann er pínligur, tekur synd í sær sjálvum, fær onki í lag uttan at tvassa sum ein hundahvølpur við biðjandi eygum í hølunum á mammuni, sum kanska letur ein mola detta úr lummanum.

Bragdið hjá Petterson er at siga hesa søguna, uttan at hon nakrantíð gerst sentimental ella patetisk. Í staðin ræður ein undirtóni í Jeg forbanner tidens elv av at 'soleiðis var tað bara', sum málsliga kemur til sjóndar í eini egnari rútmu av ótilgjørdum staðfestingum. Petterson dugir kynstrið at lata neyðugu orðini koma av sær sjálvum, røttu løtuna. Stuttar staðfestingar krøkja seg í halan á longri tankastreymum, sum gera tað gerandsliga og banala manandi og sublimt. Og so eru tað øll orðini, sum ikki koma. Sum liggja sum tigandi, løddir spreingiknøttar og noyða teg at lesa spakuliga og varliga, sjálvt um hugurin at traðka beint á teir er so ómetaliga freistandi.

Uttan iva er tað hendan kenslan, sum ofta fær ummælarar at samanbera Per Petterson við amerikanska rithøvundan Raymond Carver. Og tað er rætt, at hjá báðum høvundum er skroypiliga løtan, har alt kann koppa eftir einum sekundi, ein berandi drívmegi. Samanberingin við Carver røkkur eisini sum heild til lýsingarnar av persónum og sambondunum millum menniskju. Hjá báðum høvundum eru tað serliga hvøssu eygleiðingarnar av eyðkennum og rørslum og ørsmáu tekini, millum persónarnir sum fær myndina av teimum at brenna seg fasta.

Petterson sigur eina hugtakandi søgu. Ongin ivi um tað. Men hon er søgd fyrr, og hendingaríkum løtum, skulu vit ikki leita eftir í Jeg forbanner tidens elv. Men gevur tú tær far um, hví Arvid rullar sínar sigarettir júst uppá handan mátan, hvussu einsemi luktar ella hvat tað merkir, tá mamman flytur vektina yvir á hina liðina, fært tú eina søgu, sum tú ongantíð hevur hoyrt fyrr.

Og eina bók, sum í allar mátar hevur uppiborið at fáa Norðurlendsku Bókmentavirðiðslønina


______________________


Per Petterson, Jeg forbanner tidens elv, Oktober, 2008 (no.)

Per Petterson, Jeg forbander tidens flod, Batzer & Co, 2009 (da.)