Martin Hammer farin

Løgið samanfall. Fyrstu ferð eg var saman við Martini og kom at kenna hann, var fyri meira enn tríati árum síðani úti á Kirkju í Fugloy, har vit høvdu møti.

Sálomon Joensen var um tað mundið prestur á Viðareiði, og prædikaði hann hendan dagin í kirkjuni á Kirkju. Meg minnist so væl, at prædikuteksturin var Jóhannes evangelium kp. 16.16-24: ”Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg ...”


Seinasta sunnudag fylgdi eg Martini til hansara seinasta hvíldarstað, og í kirkjuni var prædikuteksturin hin sami sum úti á Kirkju: ”Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, ...”


Vónin um ævinleikan, sum liggur í hesum teksti, var eisini ein undirtóni í øllum talum, sum Martin helt. Hann talaði títt um tey, sum trúføst høvdu gingið vegin, og sum nú eru heima í teimum ævigu búðstøðum. Minnist serliga, tá ið hann plagdi sessast við urguna og sang norska sangin við niðurlagnum


De venter, de venter i himmelens stad,

de venter, de venter bag portenes rad

ja, hjemgangde venner og englenes tal,

de venter på mig i den himmelske hall.


Martin var føddur á Tvøroyri í 1930. Han starvaðist nøkur ár í Havn sum slaktari hjá Otto Reinart. Eisini hevur hann verið til skips og eitt skifti læraravikarur. Martin var bæði á Haslev háskúla og Børkop bíbliuskúla. Í 1962 giftist hann við Danu Hansen á Nesi, tey fingu seks børn, eitt teirra doyði pinkulítið.


Hansara lívsstarv má tó sigast vera trúboðaragerningurin. Virkisøki hansara í Indre Missión var Norðoyggjar frá 1972 til 78 og síðani í Suðuroynni inntil hann fór frá sum løntur medarbeiðari í 1989. Men fyri tað helt hann fram at gera trúboðaragerning. Sera virkin var hann á hesum øki. Við stórari frímóð og við trúfesti vitjaði hann bygdir kring landið at hava møtir – og ikki minst gjørdi hann nógv burtur úr at hyggja inn á gólvið hjá fólki. Hann hevði fingið fatur í, hvat ein trúboðaragerningur er, tí legði hann seg ikki eftir bara at koma har, sum nógv fólk kom saman, nei, hann gjørdi ongan mun á smærri og størri bygdum, kundi hava missiónsviku á plássum, hvar tað bara vóru 2-3 hús og har hvørki var kirkja ella missiónshús; eitt nú norðuri í Múla og á Hamri í Froðba, sum neyvan nakar annar hevði gjørt. Tá hevði hann møtini annaðhvørt í skúlanum ella í stovuni í húsunum, har hann búði.


Sum starvsfelagar høvdu Martin eg eg tætt samband við hvønn annan, tosaðu ofta saman í telefon og ferðaðust saman til møtir. Ofta ynskti eg mær, at hava ein part av tí frímóð, sum hann hevði. Martin og Dana vóru altíð sera blíð at koma til. Ofta havi eg verið til hús hjá teimum, bæði á Selheyggi, á Nesi og ikki minst á Tvøroyri.


Martin talaði ofta um ta royndu trúnna, at her í lívinum sleppa vit ikki undan at fara gjøgnum trongdir og tað svára, eisini at sjúka er ein partur av tí, sum lagt verður á okkum. Sjálvur slapp hann heldur ikki undan. Á eini ferð saman við konu síni í Svøríki, har tey vitjaðu dóttir teirra, varð hann brádliga hart raktur av sjúku, sum gjørdi, at hann hvørki kundi tosa ella ganga longur. Tað gjørdi mær sera ilt at síggja hann hava tað so, hann, sum altíð so kvikliga rann bæði úti og inni, og so við eitt gerast óhjálpin og ikki longur kunna tosa. Tað mundi eisini kennast honum sjálvum svárt, at skula sita í átta ár, og ikki kunna luttaka í einari samrøðu. Kortini var hann smílandi tær ferðir eg vitjaði hann, og tá ið eg minti hann á okkurt, vit høvdu havt saman gjøgnum tíðina. Martin var lættur av lyndi og skemtingarsamur, og tú keddi teg ikki, at vera saman við honum.


Nú hevur hann so fingið frið og er fluttur yvir um til teirra, hann ofta talaði um. Men best av øllum, at hann til hin stóra uppreisnardag, nú kann hvílir í hondum hansara, ið hann her á foldum setti sína trúgv á.


Hin alvaldi troysti teg, Dana, og familju tína, og styrki tykkum í døgunum, sum koma


Friður veri við minninum um vin og starvsfelag mín, Martin Hammer, trúboðara




John