somu eginleikum, at táið hann segði nakað, tá stóð har ein maður aftanfyri orðini. (Ein heldur hótt rasa millum politikarar í dagsins meldri). Thorkild plagdi at siga:"Ja, nu gælder det om at spænde livremmen [...] ovbyrjaða Heiða-doktarin at koma longu leiðina inn undir Støðlafjall at hyggja at dreinginum, sum lá við upphovnaðum og helst brotnum beini - tí tá var patienturin als ikki at finna í húsinum. Og ikki [...] áðharra. Og øll vita, at hann er arbeiðsamur og sáttligur. Støðufastur ella klettafastur í tí, sum hann metir vera rætt - og hann sær næstan út til at njóta tað. Hóast hetta, at vera fíggjamálaráðharri
í Leith. Her hendi tað, at fíggingin av umbyggingini ikki var í lagi. Og trolarin slapp ikki avstað, fyri enn rokningin var goldin. At fáa hetta greitt, var nú ikki sum at siga tað. Skipið slapp avstað [...] fyri borð aftur. Komu skipini í nógvan fisk beinanvegin, kundi tað væl henda, at neyðugt varð at koyra kol fyri borð fyri at fáa pláss fyri fiskinum. Skipini vóru partvíst á saltfiskaveiði 30 monnum og [...] snodlaðu uppí annan posan, men av tí, at tað var so stór alda, stóð so nógv á snodlaranum, at tørnið fór av spælkoppinum, og alt netið fór út aftur. Tá var tað, at Hans David varð tikin við. Hann slongdist
top-formi Kjølar endaðu kvøldið. Og læt tað verða sagt, at teir leiktu betur, enn nakrantíð. (Eg kann tó ikki læta vera við at nevna, at tá teir byrjaðu við at spæla eina bandupptøku av tjóðsanginum, so er hetta [...] ynskja sær. James sat aftan trummurnar og saman høvdu hann og Lena fjøldina í síni makt. Skemtilig og dugnalig. Og eingin ivaðist í, at tey dámdu tað tey gjørdu. Tey vóru ikki til at steðga. Tey spældu [...] Tá James at enda byrjaði U2 lagið ?I still have not found what I?m looking for?, tá vóru øll við og náddu hæddirnar. MC-Hár Síðani vóru MC-hár á skránni. Nú skal ein óivað vera varin við at siga ov nógv
í teirri gomlu høllini, minnist Ingolf aftur á. – Men eg tori at siga, at vit longu frá fyrsta degi trúðu uppá hetta prosjektið. Umstøðurnar tá, forðaðu teimum kortini ikki í at fremja arbeiðið sítt til [...] Men kortini er hetta ikki eitt virki ið ein hoyrir um dag og dagliga. Líkt er til, at teimum dámar betur at arbeiða enn at reypa. Og tað sæst eisini aftur í teimum túsundtals plattunum sum verða framleiddir [...] tað ikki borið til uttan hana. 50 metrar maskina At ein stórur partur av framleiðsluni at byrja við varð gjørdur við mannahond, førdi aftur við sær, at tað vóru fleiri fólk í arbeiði tá, enn tað er nú
fortaldi, at innanfyri dyrnar búði sera gomul kona. Sjálvan føðingardagin gjørdi bygdarfólkið vart við, at dagurin var serstakur. Merkið varð vundið í húnarhátt, kanska vakrari enn nakrantíð at heiðra f [...] Jóhanna sat við hondum hansara í sínum og kíndi og vermdi. Aðrar løtur hóttanir um at skjóta hann. ?Men vónandi verða hóttanirnar fleiri í framtíðini, tí vit eru øll skotin í tær?, segði Páll at enda. Sólvit [...] afturat, at hevði Jóhanna sæð hillarnar hjá Sølvi í dag so_ Sólvit fortaldi, at Jóhanna og systrar hennara higartil eru blivnar 546 ár. Ein miðaldur upp á 91 ár. So ikki kann sigast annað enn, at har er
vektina. Sum eg plagi at siga: Teir verða ikki mettir av tí, teir lúgva, sigur Jørmund, sum leggur dent á, at Suðuroyggin nú einaferð er soleiðis skaffað frá náttúrunnar hond, at hon fær ikki borið stóran [...] eyknevninum, sum hvalbingar duga so væl at seta á hvønn annan. -Tað krevur so lítið at fáa eitt eyknavn. -Hevur tú sjálvur eitt? -Jú!, svarar hann kvikliga, og fer so at forklára. Um hina ferðina tá ið hann [...] skaddi honum sjónina á øðrum eyga fyri lívið. -Eg dugi ikki at forklára tað. Vit vóru ferdigir. Høvdu borað og skotið alt og eg var farin út, minnist Jørmund. -Eg fór bara inn aftur. Eg veit ikki hví. Eg setti
frásøgn um, tá ið Jens Evensen hjálpti sváginum Jens Mohr at fáa Poul Müller, kolonistjóra í Grønlandi at fíggja skipið Galway. Jens var við til at velja semingsmann fyrstu ferð eftir teirri lóg um seming [...] hun kendte. Æret være hendes Minde Denna hjá Kjartan Mohr kendi væl Karen. Børn hennara siga, at Denna segði Karen at vera eitt sera gott fólk. Høgni og Margretha hava eisini annars givið sítt íkast til hesa [...] flaggi høvdu teir møguleika at fiska sild undir Íslandi. Nógvir føroyingar vóru við hesum skipum. Í 1918 var Jens Evensen reiðari á sjey skipum. Hann hevði ymisk álitisstørv sum at samráðast um sáttmála við
sítt lív hevði hann ráðgivið øðrum í at gera íløgur. Nú var hann sjálvur í teirri støðu. Hvussu kundi hann best fáa hesi 100.000 pundini at vaksa. Niðurstøðan var at gera íløgu í taxavinnuna í Manchester [...] ella United”. Tað var ikki, tí at hann var dupult so góður taxasjaførur, at hann vann dupult so nógvan pening sum sjaførurin á hvíta Ford Mondoe bilinum, men tað var, tí at hansara loyvi var meira enn dupult [...] sá út til at vera ov langt og hart, men Rooney bakkaði eitt sindur, vendi sær við og saksasparkaði bóltin beint í tríkantin aftanfyri Joe Hart í Manchester City málinum. “I was there”. Eg sat uppi í tróðrinum
hevur verið til og er tengd at nøkrum lógum, sum hon tulkar. Og tað er stórbart. Men er tónleikurin ikki størri enn støddfrøðin? Tí valla verður tann dagur sæddur, at han fer at tulka rørslurnar hjá marflugini [...] millu Annu og orkestrið gav marflugini dirvi at fara eftir tarablaðnum út á djúpari vatn. Hon var so ovurfegin at vera har, sum hon var. Sagt verður onkunstaðni, at alt er av ongum komið, alt er einki og til [...] t viðbragd, sum støddfrøðin hevur ilt við at fanga. Men marflugan er forgeingilig, men tann megin, sum skapar og letur hana fara til grundar, er ikki tengd at tí kosmisku tíðini, og hetta fer út um okkara
seinni kom ein fulltrúi at kanna meg nærri. Eg royndi at forklára, at hetta var mítt føðibræv, og at kirkjan var í lítlari bygd, ið nevndist Fámjin. Haldi, at eg royndi at siga teimum søgnina um upprunan [...] mær best at sleppa at reka, standa á seiðabergi ella at royna at sleppa við abba ella Jákup Paula, mammubeiggja, við Santa Mariu at dyrgja eftir seiði. Har lærdi tú at gera sum tú var biðin, og at fylgja [...] Lestrarnir tóku ongan enda. Kirkjufólkið sat í fastasta svøvni, meðan Tummas Kal las. Tey svóvu so væl, at hann náddi at fara út um at kasta sær av vatninum. Síðani inn aftur at lesa víðari. Tøkk øll tit, ið eru