Karsten Hansen 60 ár

Í dag, mikudagin 18. august, fer Karsten Hansen í Klaksvík um tey 60.

Dagurin verður hildin á Hotel Norð á Viðareiði, sum yngsta dótturin og maðurin eiga og reka. Karsten varð fyrstu ferð valdur inn á ting fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum 20. januar í ár. Frammanundan hevði hann verið landsstýrismaður í fíggjarmálum, síðani fullveldissamgongan sá dagsins ljós í mai í 1998.
Tað fyrstu tíðina var tað fullveldismálið og samráðingarnar við danir, ið tað hoyrdist mest til. Men sum tíðin leið, og tað ikki tók seg akkurát soleiðis upp, sum samgongan hevði ætlað, gjørdist fíggjarmálaráðharrin, sum ikki frammanundan hevði roynt seg í landspolitikki, tyngsti landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum. Tað leikaði mangan hart á. Bæði tá ið samgongulimir vildu hava meiri úr kassanum, og tá ið talan var um sáttmálasamráðingar við fakfeløgini.
Karsten er ættaður úr Søldarfirði. Foreldrini vóru Andrea og Frederik Hansen. Tey vóru bæði úr Leirvík, og Karsten er yngstur av seks systkjum. Mia var elst. Hon búði í Danmark og doyði ung av sjúku. Hini eru Jóannes, Hanus, Annelena og Kristian, sum øll búgva í Havnini og so Karsten.
Blaðungur fór hann til skips og arbeiddi eisini eitt skifti í handli, áðrenn hann miðskeiðis í seksti árunum fór til Keypmannahavnar at læra til løgreglumann. Meðan hann var undir útbúgving, hitti hann Gull-Britt, sum er ættað úr Keypmannahavn. Tey giftust og settu búgv á Argjum, tá ið Karsten gjørdist løgreglumaður í Havnini. Í 1975 fluttu tey til Klaksvíkar, har Karsten hevði fingið starv sum støðleiðari, og í 1985 gjørdist hann sýslumaður í Norðoyggjum. Gull-Britt og Karsten búgva í húsunum, sum J. F. Kjølbro bygdi á Biskupsstøð, og tey gjørdist rættuligir klaksvíkingar. Í Klaksvík hava tey funnið sær nógvar vinir - ikki minst í samkomuni í Betesda, sum tey eru komin í, síðani tey fluttu norður. Gull-Britt og Karsten eiga fýra børn: Heidi og Thorbjørn búgva í Klaksvík, Frederik býr í Leirvík, og Mirjam býr á Viðareiði. Barnabørnini eru 11 í tali. Stutt eftir, at hann var komin til Klaksvíkar, keypti Karsten hús og jørð í Mikladali. Har norðuri hava tey verið rættuliga nógv.
Karsten er óræddur maður. Hann hevur fingið heiðursmerki fyri at hava framt serliga vandamikið bjargingarbragd. Hann er altíð væl hýrdur, og á politiska pallinum hevur tað verið eyðsýnt, at hann er rættuliga treiskur.
At Karsten altíð hevur verið tjóðveldismaður og politiskt áhugaður hevur hann so at siga arvað frá pápanum. Frederik Hansen var nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, limur í Nes sóknar kommunu í mong ár og formaður í fleiri ár, og hann var tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoy 1954-1970.
Karsten hevur fingist nógv við politikk og fakfelagsarbeiði. Eitt nú var hann formaður í Føroya politistafelag 1973-1984, og eitt skifti var hann rakstrarleiðari á 14. september, og tá segðist Fjúrtandi at hava tað gott.
Í 1988 varð Karsten valdur í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldisflokkin. Har sat hann, inntil hann gjørdist landsstýrismaður. Frá 1993 og til 1998 var hann næstformaður í býráðnum. Karsten umboðaði Klaksvíkar býráð í IRF 1993-1998, og har var hann nevndarformaður, tá ið tað ikki stóð so væl til, og tað var neyðugt at sýna ábyrgd og taka stór tøk.
Fríggjadagin í síðstu viku var fráfaringarsamkoma fyri Karsteni Hansen á Politistøðini í Klaksvík. 1. september fer hann úr sýslumansstarvinum. Tá fer tíðin at verða brúkt til familjuna, politiska arbeiðið og øll hini mongu áhugamálini, sum Karsten er upptikin av.