Fyrsta symfoni føroyinga

Oceanic Days: 31. mars ár tveytúsund gjørdust Føroyar fleiri ferkilometrar størri. Hetta var ímillum kl. 19:30 og 22:00 eftir nátturða. Fagnaðarkvøldið í Norðurlandahúsinum henda dag er kanska stórsta musikalska avrik í tónleikasøgu føroyinga

Í nótasavninum heima við hús havi eg liggjandi fyrsta tónleikastykkið, sum Sunnleif fekk pening fyri ? 800 krónur. Hetta verk skrivaði hann til Fuglafjarðar gentukór 1983 - Væn ert tú vina mín. (4. kap. úr Hásonginum). Tá gjørdist Sandoyggin fleiri ferkilometrar størri. Hetta var stórsta avrik í tónleikasøgu sandoyinga.


Fargríka løtan undir bitunum í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið kastaði eingjarlós út yvir vál og hól, so inniligt , stórbart, kraftmikið, ljóðríkt, flyrrandi, rokut, hjómhvítt, ertandi ástríkt og sum skúm eftir landbrim á spegilblonkum seiðalygnum. Hetta var list í tónum.

Sjálv marflugan lá og svamblaði í onkrum trøllahyli og lurtaði eftir trøllasílum, sum stóðu undir grønum tarablaði og lótu við uggafjarðunum, meðan hvøllur lómur brast í Norðurlandahúsinum. Marflugan er lítil, hennara heimur er einstáttaður, og kanska kemur hon ongantíð út úr Trøllahylinum, uttan hon verður etin av einum eyrriða, ið smýgur framvið á háflóð. Hon fer eftir liðini eftir vatnskorpuni og glíður eftir vátum steinum og malargóti sum ljóðleysir nykbrandar í ovastu rúmdum. Hon hevur eitt inniligt tónleikahjarta ? hon er so rytmisk, eygagóð og er satt listimeti hjá grátítlingi og morðtítlingi. Marflugan er ljóðleys, men hon er musisk og musikalsk


Marflugan er duldarfull og grunandi. Hon verður stýrd av einari megi, sum vit lítið og einki skilja av. Í øllum hesum rokanum frá Ocianic Days til Trøllahyl er eitt lívslag og ein meining, sum okkara evni ei fata. Tónleikur er bara til fyri at tulka inniligar og ógvisligar dreymar í urmenniskjanum. Tónleikin fata vit bert sum eitt mynstur í okkum sjálvum og kring okkum. Hann er sum støddfrøðin, sum altíð hevur verið til og er tengd at nøkrum lógum, sum hon tulkar. Og tað er stórbart.


Men er tónleikurin ikki størri enn støddfrøðin? Tí valla verður tann dagur sæddur, at han fer at tulka rørslurnar hjá marflugini bert á ein hátt; men tað kanska støddfrøðin ger. Tónleikaeygað sær altíð okkurt nýtt, eitt ekspressionistiskt viðbragd, sum støddfrøðin hevur ilt við at fanga.


Men marflugan er forgeingilig, men tann megin, sum skapar og letur hana fara til grundar, er ikki tengd at tí kosmisku tíðini, og hetta fer út um okkara fatan, vit og skil. Her kemur listin inn og byggir brýr um land og hav, í vindi og regni, í blómum og stráum millum natúrlógir og kosmiska fatan í trummum, violinum, floytum, cello, kontrabass, bratch, hornum , klarinettum og obo... dirigenti og áhoyrarum. Her stóð sandoyingurin Sunnleif og rysti á teig eitt hav, sum hevur givið íblástur til eina rúgvu av skaldskapi.


Umgrydur av ljóði

Orðini eru mong, sum hava telgt seg inn í sinni føroyinga um havið. Havið er alt. Havið er okkara lívskelda. Skaldini hava yrkt og skrivað um havið. Sjógvin síggja vit hvønn tann einasta dag, og tað er ikki dagur frá degi at tíðindi ikki berast í Útvarpi og Sjónvarpi um havið. Sjálvandi hava tónaskald her á landi latið havið í tónleik, sum er teimum til miklan heiður. Sunnleif hevur latið okkum væl betur í við hesi ljómandi, ekspressionistisku symfoni, sum Íslendska symfoniorkestrið undir kønu hond Bernhardi Wilkinson lyfti til skýggja við einum veingjasuði, sum var so norðurlendskt, íslendskt og føroyskt, at marflugurnar við savarklett á Suðurlandinum og á Sandoynni kendu ættarbondini ryst í sinni, av sama kosmiska upphavi.


Umgyrdur av ljóði sat tú millum brim og uppgang, run í sjónum, føroyskum dansi og kvæðum, kingoljóði av ljóðførum íslendinga. Stelpur og kallar lótu við varraljóði í einum parti saman við ljóðførinum. Sjóvarrámin á íslendsku varrunum gav sálmasanginum so duldarfulla megi, at trummurnar fóru at flákra sum marfluga í Trøllahylinum kring í salinum eins og á einum vekingarmøti. Hetta vakti til dáfýsna hugsan um breytir til sjálvræði og fullveldi. Litir, litkorn, blástur, hvølt ljóð undir lofti við fjøruklett, marmennlar, ið hóttandi lósu rúnur yvir tað bláa hav líka av Hvarvinum í Trøllhøvda og veðurbardir útróðrarmenn signaðu seg, áðrenn teir settust við árarnar og tugdu seg út um nes og tanga við fjarandi kingoløgum í stereo. Látraljóð og fjallamál róstu hvørt øðrum, og nósarnir erpaðu sær innast í urðagrótinum millum opnur og brimlar. Tang og tari sólaðu sær dygst við sandeygað, har skrubba og reyðfiskur lurtaðu eftir hvat marflugan hevði at siga í Trøllahyli.


Marflugan í Trøllahyli skrivaði í dagbókina hetta kvøld: Tá ið dagur aftnar, og skuggar leingjast, gangi eg mær niðan á myrruheyggin, hin yndisangandi hól. (Hásongurin 4. Kap. 6. ørindi) Á sínum smáum tøtlingum fór hon avstað og skoðaði verkið 1. Symfoni Sunnleifs av myrruheygnum. Væn ert tú vina mín, tað hevði hon hoyrt, men hetta, hetta var havið kring Føroya land við tess andlitsbrøgdum og lótum, sum hon og fleiri við henni, aldri høvdu sæð ella hoyrt áður..


Til Annu Elisabeth Klett

Sigast má, at tú rósti Sunnleifi við spæli tínum. Tú bað Mozart leggja oyrað til og lurta eftir fyrstu symfoni føroyinga. Hetta gjørdi tú í spæli tínum so yndisvekjandi reint og marflugukent. Tú smeyg tær avstað millum smágrýti, sum marflugan og legði teg millum íslendingarnar og Mozart og helt í teymarnar á báðum á myrruheygnum og gav teimum veingjaslag av Ocenanic Days í ljóði av gløðandi stjørnutinnum fjart frá, men tó so nær, at tú leiddi Mozart inn í Norðurlandahúsið og gav honum ein góðan sess ímillum áhoyrarnar hetta fagnaðarkvøld.


Spælið var so professionelt og talandi á klarinettini - ein ljóðfyltur, eggjandi máttur, sum legði til brots við miklari megi. Samljóðið millu Annu og orkestrið gav marflugini dirvi at fara eftir tarablaðnum út á djúpari vatn. Hon var so ovurfegin at vera har, sum hon var. Sagt verður onkunstaðni, at alt er av ongum komið, alt er einki og til einki skal alt vera. Hetta er ein svárur tanki. Hvussu kann okkara veruleiki gerast til einki, meðan vit standa í einum meldri av ljóði, liti og alla somlu tíðina í skiftandi íblástri, skal gerast til einki? Ja, tað er torført at finna svarið, men tónleikurin, marflugan og klarinettin hjá Annu Klett fingu pottin á reiggj og væl var at fáa av gyltum tónum frá Mozarti og Annu. Tey løgdu so dyggiliga lunnar undir eina sera forvitnisliga ljóðmynd, sum sjaldan er at frætta um her á klettunum. Mozart, Anna Elisabeth Klett, Sunnleif og ein pinkulítil marfluga var í hugfari tínum hesa skammu stund, tú dvøldi í Norðurlandahúsinum.


Hjartaliga til lukku og takk.


Frits Johannesen

Fuglafirði