Um damptrolaran »Tróndur í Gøtu«

Í dag er "Tróndur í Gøtu" kendur sum eitt av okkara stóru nótaskipum
Men tað hevur verið ein annar "Tróndur í Gøtu", sum umboðar eitt ávíst tíðarskeið og ein ávísan part av okkara fiskiveiðisøgu.
Sofus var sjálvur eitt skifti við Tróndi. Annars var tað svágur hansara Leon Joensen, sum var stjóri
Fóru avstað full- lastaðir við koli
"Tróndur í Gøtu" var ein av teim­um mongu koltrolarunum, sum komu til landið beint eftir seinna heimsbardaga.
Tað, sum hesir trolarar mest skiltu seg frá einum fiski­skipi, vit kenna í dag, er júst damp­maskinan, har orkan var kol. Hetta merkti, at tá ið skipið fór avstað, var tað nærum fult av koli. Tað var bert fremsti partur av lastini, sum var tøkur til fisk. Trolararnir vóru so tungt lastaðir av koli, at teir ta fyrstu tíðina bert kundu royna í góðum veðri.
Men kolagoymslan tømdist skjótt. Og tað var uppgávan hjá kyndarunum at fáa kolið fram til maskinuna og síðan at "leggja aftrat" fýrinum, sum tørvur var á. Kyndarar skuldu so við hóskandi millumbilum fáa øskuna fyri borð aftur. Komu skipini í nógvan fisk beinanvegin, kundi tað væl henda, at neyðugt varð at koyra kol fyri borð fyri at fáa pláss fyri fiskinum.
Skipini vóru partvíst á salt­fiska­veiði 30 monnum og partvíst á ísfiskaveiði við 20 monnum.
Gøtumenn keypa trolara
Tað var í 1946, at gøtumenn tóku stig til at keypa trolara. Teir stovn­aðu p/f Tyril, sum flestu fiski­menn í sóknini settu pening í. Parta­peningurin var 125.000 krón­­ur, sum vóru nógvir pengar tá í tíðini.
Fyrsti skipari fram til 1951 var kendi skiparin, Richard Jacobsen úr Klaksvík, sum í bók síni "Mín lívssøga til skips" hevur greitt frá fyrstu árunum hjá skipinum.
Trolarin hevði verið í herflotan­um eins og teir flestu ensku trol­ararnir, og varð umbygdur í Leith.
Her hendi tað, at fíggingin av umbyggingini ikki var í lagi. Og trolarin slapp ikki avstað, fyri enn rokningin var goldin. At fáa hetta greitt, var nú ikki sum at siga tað. Skipið slapp avstað við teirri treyt, at skiparin ikki skuldi taka eitt oyra út í løn, fyrr enn rokningin varð goldin.
Í desember 1946 kemur "Trónd­ur í Gøtu" á Gøtu. Tann tá nýggja bryggjan var full av fólki og flaggað varð um alla bygd­ina. Hildin varð stór veitsla, men um kvøldið kom stormur av land­synn­ingi, og teir máttu fara á Klaksvík.
Fyrsta túrin varð farið avstað 10. januar 1947 til leiðirnar við Norðurnoreg á ísfiskaveiði. Nógvur fiskur var. Eftir 10 døgum varð fingið uppí og farið varð til Grimsby at selja. Gjørdir vóru tríggir ísfiskatúrar í hesum legg­inum og selt varð fyri til­sam­ans 23.000 pund, umleið hálva miljón krónur. Og tá varð rokningin fyri umbyggingina eisini goldin.
Seinni varð farið til Bjarnoynna á saltfiskaveiði.
Vanlukkur
Tey næstu árini gingu á nakað sama hátt. Í 1948 høvdu teir ein samanstoyt við ein enskan trolara, sum mundi beint fyri teimum. Tað, sum bjargaði teim­um, var, at teir fingu stappað madrassir í holið, og tá kundu pumpurnar halda lens.
Í 1948 mistu teir ein mann, Hans David Ranghamar, 42 ára gamal. Eftir hann sat einkja við fýra børnum. Teir høvdu júst hálað, og tað var nógvur fiskur í trolinum. Tann fyrsti posin var tikin, og teir snodlaðu uppí annan posan, men av tí, at tað var so stór alda, stóð so nógv á snodlaranum, at tørnið fór av spælkoppinum, og alt netið fór út aftur. Tá var tað, at Hans David varð tikin við. Hann slongdist langt upp leysur av netinum, og teir sóu hann ikki aftur. Eingin ljóskastari var, og tað var kolamyrk nátt, so har gjørdist einki.
Í 1951 hendi ein onnur van­lukka, sum kravdi mannalív. Tað var Anthon Bernhard, Benni, Hansen. Hann skuldi fara tvørtur um ein trolara á veg um borð í Aberdeen. Hann leyp av lúnningini niður á lastalúkuna á hesum trolara. Tað var so óheppið, at presendingin var løgd yvir lúkuna, so tað sá út, sum um lúkan var á. Men tað var hon ikki. Benni fór í lastina og doyði seinni á sjúkrahúsi í Aberdeen. Eftir sat einkja við 7 børnum, tað minsta 2 ára gamalt.
Richard fór av seinast í 1951, og aðrir skiparar vóru Reinhold Thomsen og Grækaris Hansen úr Norðragøtu.
Rættilig bygdafyritøka
"Tróndur í Gøtu" var ein rættilig bygdafyritøka, sum kom at merkja nógv fyri bygdina. Roynt var at syrgja fyri, at so nógvir mans kundu sigla við uppá skift sum gjørligt. Árini hjá Richardi var samlaða manningartalið fylgjandi:
1947 73 mans
1948 62 -
1949 58 -
1950 76 -
1951 57 -
Her vóru nógvir mans, sum fingu eina uppá seg góða inntøku.
Sum ein lýsing av inntøkunum tá í tíðini, skulu vit lýsa árs­inn­tøkurnar í 1949 hjá ymiskum skipabólkum, soleiðis sum hesar verða uppgivnar í bókaverkinum "Fiskivinna og Fiskivinnumál" hjá Erlendi Paturssyni:
Skonnart kr. 5.459
Slupp kr. 4.655
Trolari kr. 8.538
Flestu fiskimenn sigldu við slupp, so í mun til inntøkurnar har, var tað eitt kvett at sleppa við trolara. Sum frá leið minkaðu úrtøkurnar við trolarunum, og tað gjørdist trupult at fáa fólk.
Aftrat øllum hesum arbeiðs­plássunum kom so arbeiðið, sum skipið gav á landi, tá ið saltfiskur varð landaður og virkaður. Reiða­ríið hevði eisini bygt sítt egna hús, Tyrlahúsið kallað, til hetta arbeiðið. Tá ið landað varð, fingu skúla­børnini frí, og tey vóru nógv, sum tjentu nakrar tiltrongar krónur, sum so sanniliga ikki vóru nógvar av tá í tíðini.
Men tá ið komið var út til miðj­una av 50-unum, høvdu hesir trolarar havt sína tíð. Teir vóru jú gamlir, longu tá ið teir vórðu keyptir. Og tíðin var farin frá kolfýrdum skipum. Tó var onkur, sum fekk oljufýring. Men teir flestu av hesum trolarum vórðu seldir sum gamalt jarn. Onkrir vóru á garnaveiði eftir sild, og júst her upplivdu vit størstu vanlukku á sjónum í nýggjari tíð. Tað var, tá ið "Stella Argus" hvarv seinast í oktober 1957 við fleiri enn 20 monnum umborð.

-------

Komandi partur
Komandi tríggir partar verða um Müllerættina í Grønlandi, grundað á tilfar, sum ikki hevur verið frammi fyrr.a