-Je havi nógv at takka fyri. Je eri 72, og havi arbeitt síðani je var 10, og roykt síðani je var 11.
Tað gongur tað mesta av fyrrapartinum áðrenn hann odnar. Tá hann fyrst er komin í gongd, er hann næstan ikki til at steðga.
So fáa vit alla søguna um Jørmund Vang.
Um hvalbingin, sum gjørdist faðirloysingur seks ára gamal. Sum arbeiddi í Kolinum eina fjóðringsøld. Og sum húsastoypari og arbeiðsmaður og fiskimaður í Grønlandi aðra fjórðingsøld.
Nú er hann 72, og tær sterku hendurnar hava lagt frá sær. Livir sum einkjumaður í húsi saman tveimum synum. Ein
lívskátur røktingarmaður, barnagenta og húsmóðir, sum elskar viski, nevaleik og enskan dans.
Og sum ikki leggur fingrarnar ímillum, hóast hann manglar nakrar sjálvur.
Sprongdi fingrarnar
Ein dagin í november í 1953 varð hann fyri eini spreingivanlukku í Kolinum, Vanlukkan kostaði honum hálvan annan fingur á vinstru hond, og skaddi honum sjónina á øðrum eyga fyri lívið.
-Eg dugi ikki at forklára tað. Vit vóru ferdigir. Høvdu borað og skotið alt og eg var farin út, minnist Jørmund.
-Eg fór bara inn aftur. Eg veit ikki hví. Eg setti taskuna á ryggin og fór heim í skotið, sigur gamli kolamaðurin, sum helt
høvdið kalt, tá harðast leikaði á.
-Eg var púra klárur. Teir leikaðu steinørir í. Eg bað teir ikki leika so í, tí vit sluppu ongan veg, tí veðrið var so ringt, sigur
hann, sum var tað ein lítil flís, hann hevði fingið í fingurin.
Longutong fór øll sum hon var. Helvtin av ringfingrinum stóð heldur ikki til at bjarga. Men tað ringasta var kortini tann svára pínan, tá ið læknarnir skuldu viðgera eyguni, heldur hann.
-Eg var blindur í 12 dagar. Oy Jesus, oy Jesus, tá ið eg kom í ljósið - tað rann úr eygunum. Tað var verri enn at skjóta
meg.
Jørmund fekk avlaminspensjón í boði, men havnaði tilboðnum. Helt seg vera ov ungan at vera invalid:
-Nei, nei, ein 34 ára gamal maður kann ikki brúka tað til nakað. Eg havi klárað meg fínt. Hetta hevur reddað meg, sigur hann og peikar á tann hálva ringfingurin.
-Eg fekk lempað sum vanligt og høgt tað sama við vinstru hond, sum við høgru.
Røktar seyð
Jørmund er ein partur av bygdarmyndini í Sandvík og Hvalba. Ein rættur gongumaður, sum eigur mong sporini í bø og haga og óteljandi gonguferðir millum norðastu bygdirnar í Suðuroynni.
-Her eri eg, tá ið eg ikki eri barnagenta, sigur hann og skoðar vælhýrdur yvir trøðna í Sandvík, har hann hevur sína dagligu gongd.
Kappingina um teir tyngstu veðrarnar, sum hvalbingar plaga at ganga høgt upp í, kunnu teir eiga fyri honum.
-45-60 pund, tað er ivaleyst. Mín meining er tann, at seyðurin sum fer upp um 60 pund fer í skrellispannina, sigur hann.
- So lúgva teir eisini um vektina. Sum eg plagi at siga: Teir verða ikki mettir av tí, teir lúgva, sigur Jørmund, sum leggur
dent á, at Suðuroyggin nú einaferð er soleiðis skaffað frá náttúrunnar hond, at hon fær ikki borið stóran seyð.
-Seyðurin á Eiði er dupult so stórur sum okkara. Eitt krov upp á 30-40 pund á Eiði, tað er so lítið, at tú sært næstan ígjøgnum síðuna á tí. Seyðurin er so stórur, at hann krevur fryktiliga nógv, og hann kann ikki liva hjá okkum. Fáa vit eitt lamb upp á 25 pund, er tað eitt gott lamb.
Fínt eyknevni
Áðrenn tú blaðar fram og lesur víðari, so var tað líka hattar við eyknevninum, sum hvalbingar duga so væl at seta á hvønn annan.
-Tað krevur so lítið at fáa eitt eyknavn.
-Hevur tú sjálvur eitt?
-Jú!, svarar hann kvikliga, og fer so at forklára. Um hina ferðina tá ið hann 12 ára gamal skuldi bera ein dunk av tjøru, tí
ein bjargalína skuldi tjørast.
-Teir skuldu brúka finska tjøru. Nú fer proppurin av tjørudunkinum, meðan eg beri leypin, so at tað rann niður eftir bakinum.
Síðani tann dag hava teir kallað hann ?Tjøran?.
-Leggur tú nakað í, um tey kalla teg Tjøran?
-Tað mann vera tað. Nei, tað havi eg ongantíð tikið mær notits av.
Les eisini:
»Stuttligt er at liva«










