Funningsfjørður: - Vit vildu gjarna hugsa stórt. Tí valdu vit hetta navnið, sigur Ingolf.
Í stóru framleiðsluhøllini er Ingolf í holt við eina av dagsins uppgávum við longu og framkomnu plattamaskinuna.
Framleiðslan er einføld: Í ein enda verða klossarnir skornir til. Seinni verða fjalarnar savnaðar saman. Og fá sekund seinni rullar ein nýggjur plattur út, til reiðar til føroyska marknaðin.
Soleiðis gongur tað dag frá degi, og soleiðis hevur tað gjørt seinastu 15 árini. Tað er kortini tvey sjáldsom viðurskifti við Atlantshav:
Teir kunnu framleiða einar 300 plattar um tíman. Og teir útflyta eisini nakað av plattum til Grønlands og Íslands. Men kortini er hetta ikki eitt virki ið ein hoyrir um dag og dagliga.
Líkt er til, at teimum dámar betur at arbeiða enn at reypa. Og tað sæst eisini aftur í teimum túsundtals plattunum sum verða framleiddir her hvønn einasta dag.
- Vit selja mest til Føroyar, men tað hevði verið spennandi um ein kundi útflutt eitt sindur aftrat, sigur Ingolf Rasmussen.
Í smáum
Plattavirkið í Funningsfirði byrjaði framleiðsluna fyri 15 árum síðani. Og síðani tá hevur virksemið bara vundið meiri og meiri uppá seg.
- Vit byrjaðu í smáum tá, og tann fyrsti kundin hjá okkum var í roynd og veru Bakkafrost á Glyvrum, sigur Ingolf, sum hevur verið á virkinum frá fyrsta degi.
Tá vóru ikki somu umstøður ella sama útgerð sum í dag, nú virkið er dagført á tí tøkniliga økinum.
- Nei, tað var munur á. Tá varð alt gjørt við handamegi og hamara í teirri gomlu høllini, minnist Ingolf aftur á. – Men eg tori at siga, at vit longu frá fyrsta degi trúðu uppá hetta prosjektið.
Umstøðurnar tá, forðaðu teimum kortini ikki í at fremja arbeiðið sítt til fulnar: Teir fyrstu 200 plattarnir vórðu framleiddir eftir einum samdøgri. Og soleiðis helt tað bara fram
- So tú skilir, at tað gekk ikki so skjótt sum nú, - nú, ið vit kunnu framleiða meiri enn hetta eftir bert einum tíma.
So kom trukkurin
Sohvørt sum framleiðslan gekk framá, gjørdist somuleiðis greitt, at arbeiðsgongdin á virkinum mátti broytast og nútíðargerast.
Í fyrstuni varð alt gjørt og alt lyft við hond, tí eingin trukkur var á virkinum. Seinni kom so fyrst ein automatisk luftpistól sum lætti nógv um framleiðsluna, og so við og við mentist framleiðslan til tað sum hon er í dag.
- So kom trukkurin og síðani ein minni maskina enn tann, sum vit hava í dag. Og at enda fingu vit hesa maskinuna og sum er sera effektiv, greiðir Ingolf frá.
- Henda maskinan bleiv so til tað endaliga prosjektið. Og í dag hevði tað ikki borið til uttan hana.
50 metrar maskina
At ein stórur partur av framleiðsluni at byrja við varð gjørdur við mannahond, førdi aftur við sær, at tað vóru fleiri fólk í arbeiði tá, enn tað er nú.
Eftirspurningurin vaks, og hóast teir vóru fleiri til arbeiðis, var neyðugt við nógvum eykatímum fyri at halda mát við eftirspurningin.
Stjórin í fyritøkuni, John Kjeld fór tí fyri nøkrum árum síðani eina ferð niður í Europa at kanna, hvussu teir gjørdu aðrastaðni.
Eitt úrslit av hesi ferðini var keypið av teirri heilautomatisku og 50 metrar langu maskinuni, sum í dag stendur á virkinum í Funningsfirði.
- Hon er so effektiv, at vit eru bert tveir mans ið arbeiða við henni – eg sjálvur og Eddie, sum eisini hevur verið her øll árini, greiðir Ingolf frá.
Alt landið
Tann ið koyrir oman á havnalagið í Funningsfirði, kann ikki umganga at síggja teir nógvu plattarnar ið standa á økinum.
Við fyrsta eygnakast líkjast teir allir, men um ein hyggur betri eftir, sær ein at teir eru ymiskir í tjúkd og stødd – í roynd og veru er talan um sjey ymisk sløg. Hetta er gjørt fyri at teir kunnu lúka tær ymisku treytirnar ið teir ymisku kundarnir seta.
Fyrsta fyritøkan sum keypti plattar frá Atlantshav var Bakkafrost á Glyvrum. Síðani hava flakavirki kring landið keypt sínar plattar higani, og nú aftur alivinnan ið hevur verið í menning.
- Tað er faktist so, at allur tann føroyski fiskaútflutningurin fer av landinum á einum av okkara plattum, sigur Ingolf Rasmussen, driftsleiðari. – Her er bæði talan um útflutning av saltfiski, alifiski ella til frystum fiski.










