eitt orð og bara eitt minni, sum hjá áðurnevnda landsmanni okkara, sum nú hvílir í kirkjugarðinum, kann leiða tað aftur til Guds. Tí er altavgerandi at fylgja boðum Jesu, sum hann gav okkum, at doypa og [...] aftur. Í barnasinninum ímyndaði eg mær hesar kvistar og skør at vera bátar og skip, sum sigldu um havið. Men tað, sum undrar mest er, tá ið eg fari til songar um kvøldarnar og liggi og stari upp undir loftið [...] einum góðum, gudrøknum heimi, kann eisini koma sær burtur av lívsins góðu og tryggu gøtum, ja, søkka djúpari niður enn nakar annar í armóð og vesældóm. Tað hava vit mong syrgilig dømi um. Men tað hevur
bólki 4 B, sum er bólkurin fyri útróðrabátar yvir 40 tons. Ein av teimum, sum undrast yvir, at hetta ber til, er Árni Dam, sum hevur verið formaður í felagnum Línuskipum í mong ár, og sum eisini er limur [...] vísur í, at tað var ikki hetta, sum politikararnir ætlaðu við fiskidagaskipanini. ? Og tað er eisini eftir tí, at vit hava arbeitt í vinnuni og tað er eftir hesum, at vit hava arbeitt í vinnunevndini. [...] politikarunum. ? Og tað, sum vit í vinnuni nú mugu fáa greið boð um frá politikarunum, er, um tað er hetta, sum teir ætlað við fiskidagaskipanini. ? Higartil er tað ikki ein føroyingur sum hevur útvegað sær fleiri
letur seg gera, er hendan fyribils loysnin sera góð. Vit kláraðu okkum sera væl á Jersey í 1997, har vit fingu 10 heiðursmerki, og hetta úrslitið ætla vit í minsta lagi at verja á Ynys Mon komandi summar, [...] loysnini. Í Føroya Fimleikasambandi eru tey eisini væl nøgd við, at kapping hóast alt verður fyri teir føroysku fimleikararnar. ? Sjálvandi hevði tað verið best um vit komu við til teir veruligu oyggjaleikirnar [...] Seinastu oyggjaleikir varð gjørt greitt, at fimleikur ikki verður millum tær ítróttargreinar, sum verða við á oyggjaleikunum á Gotlandi í summar. Hetta vóru luttakararnir í fimleiki á Jersey 1997 sjálvandi
landsliðsspælaran. ? Eg havi eina venjing eftir, sum verður í kvøld, og aftan á tað rokni eg við at fáa at vita, hvussu verður, segði John Petersen, tá vit tosaðu við hann á døgurða í gjár. ? Tað hevur gingið [...] flestu eru góðir teknikarar, og sum heild eru spælararnir nokkso øðrvísi her enn eitt nú í Noregi, har tað er meira fysiskt betónað. Um teir gera sáttmála við meg, verður tað sum áleypari, og har rokni eg við [...] gingið hampuligt, haldi eg. Eg havi vant við og haldi eisini, at eg hóski rímiliga væl inn á liðið, segði John í gjár. B36-áleyparin hevur verið í Schweiz alla hesa vikuna og hevur vant regluliga við liðnum
aður - so eru tað kortini vit sjálvi, sum í stóran mun hava og kunnu hava ávirkan á okkara egna gerandisdag. Og eisini tá vit tosa um gerandisdagin eftir ár 2000.Síggja vit her burtur frá spurninginum [...] viðurskifti. Latið hetta verða ynski og lyfti vit geva komandi ættarliðum, nú vit skjótt fara um eitt nýtt aldarskifti. Vit mugu gera okkum greitt, umog eisini hvat vit vilja og kunnu hava ávirkan á, hvussu Føroyar [...] útviklingurin her skal nokk koma av sær sjálvum. Men vilja vit varðveita mongu plássini, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðin, nær ella fjar, so mugu vit eisini vera við til at skipa og mynda útviklingin. Bara at
hjá teimum verið sera lítið og ókent manna millum. - Vit vóru ógvuliga spjødd, eingin kendi hvønn annan, men tá ið vit innkallaðu til ein fund gjørdu vit av at gerast eitt áhugafelag í tí danska felagnum [...] fakfeløg gjørdust vit eitt felag við egnum samráðingarrætti. Og tað er fyri tað arbeiðið eg havi gjørt, sum eg eftir øllum at døma havi fingið eina virðisløn fyri, sigur Hanna á Reynatúgvu, sum er fyrsta og [...] Sernámsdeplinum, á Klaksvíkar og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað er eisini eitt øki, vit eiga at koma inn á, sigur Hanna á Reynatúgvu, sum tá ið verkætlanin í Almanna- og heilsumálastýrinum er liðug er sín
mál, sum var farið fram á fundinum. Tað var eisini orsøkin til, at tær báðar komu at arbeiða so neyvt saman. Eyðgunn:? Tá vit tosaðu saman aftaná fundirnar, komu eisini nógv mál upp á tal, sum vit báðar [...] sleppa tí. Tær hava lært nógv, og hava eisini tosað um at taka onnur mál upp, sum hugsandi kundu verið skipað eftir sama leisti, eitt nú innan eldraøkið, sum eisini hevur stóran tørv í Klaksvík. ? Í løtuni [...] foreldur og børn í Klaksvík, men eisini fyri býráðskvinnurnar, sum nú í tvey ár hava arbeitt fyri at fáa til vega fleiri ansingarpláss í Klaksvík. Hugsa ikki um politiskan lit ? Vit hava arbeitt fram móti málinum
ra hóskar væl til stýrisskipanina, sum tingið hevur viðtikið. Tað hevur verið kravmikið arbeiði og vit hava brúkt nógva orku at fáa hetta í lag, men eg hugsi, at vit ganga rætta vegin. Velst um ætlanir [...] partar av almanna og heilsumál eru løgd undir Almanna og Heilsumálastýrið. Eisini eru bygningar keyptir, men hervið slapst eisini undan nakað av leigukostnað, sigur løgmansstjórin. Eitt nú hevur verið ført [...] at løgmansstjóraembætið ikki virkar eftir ætlani, sum var at løgmansstjórin skuldi vera sambindilið millum aðalstýrini og landsstýrið. Øll mál, sum skuldu liggja í hesum stjóraembætinum eru tikin burtur
verja danska markið, nú vit í Føroyum arbeiða við fullveldisætlanini. ? Er ein partur av sjálvstýrinum ikki eisini, at vit skulu verja okkum sjálv? ? Tað eru fleiri smátjóðir sum ikki hava hermegi, og tað [...] við mína áskoðan, at vit lata arbeiðsmegi til verjuna at ráða yvir. Tankin tiltalar meg, og eg havi eisini verið herprestur í Grønlands Kommando. Har hitti eg nógvar grønlendingar, sum sjálvbodnir gjørdu [...] herskyldu, eisini tí tað als ikki er partur av okkara mentan. Verja uttan hermegi ? Vit fara at finna loysnir at verja føroyskt øki, men tað verður ikki við hermegi, sigur Høgni Hoydal sum vendir spurninginum
bæði teir, sum stýrdu myndatólunum og teir, sum settu upp mikrofonirnar. Endurljóðið bæði millum manna og í bløðunum aftaná hevur eisini væl givið til kennar, at hetta er siðvenja, sum vit øll eru fegin [...] landið, soleiðis sum hetta serliga høvið er ætlað og býður til. Hjá okkum, sum bæði sluppu at hoyra konsertina seinnapartin og seinni at sita framman fyri sjónvarpsskíggjan við eisini útvarpinum frá, gjørdist [...] Kortini eiga vit ikki at lata henda løtuliga nýggjárgessin taka okkum av fótum og geva okkum ta fatan, at her stendur so væl til í okkara tónleikalívi, sum hendan konsert hevur verið tikin sum tekin um. Tað