Føroyum. Tað er Havnarkórið, sum hevur tikið stig til hetta kórtiltak á altjóða støði, sum Norðurlendski Mentanargrunnurin hevur játtað 300.000 kr. til. Umframt føroyska kórið fara Kór Langholts Kirkju [...] vara í eina viku, verður megnarverkið Requiem eftir italska tónaskaldið Giuseppe Verdi. Ikki er endalig støða tikin til krevjandi orkesturleiklutin, men væntiliga verður talan um symfoniorkestur sett saman
Tað loysir seg ikki altíð at kæra dómar hjá Føroya rætti til landsrættin. Tað fekk ein maður at sanna í seinastu viku. Føroya rættur dømdi mannin í vár treytaðan dóm, men uttan at áseta dagatal, og 2.000 [...] 000 krónur í bót. Landsrætturin staðfesti støddina á bótini, men gjørdi tann treytaða dómin til fongsulsrevsing í 40 dagar. Tó fær maðurin tvey ára royndartíð, og ger hann einki lógarbrot í hesum tíðarskeiði [...] skipanina hjá SEV, uttan um málaran, soleiðis at málarin bara taldi, tá maðurin sjálvur setti hann til. Tað gekk væl eina tíð, men so komu teir hjá SEV eftir í 1994, at SEV-rokningin hjá manninum var minkað
heyst. Onnur ferðin skuldi ganga til Spaniu og hin til norðurlendsku høvuðsstaðirnar. Men hvørgin ferðin verður av nøkrum, tí undirtøkan var ov lítil. Bara 150 teknaðu seg til Spaniu-ferðina, og tað hevði [...] og haðani fer hon til Keypmannahavn at liggja, meðan Smyril Line fer at royna at finna okkurt leigumál fyri skipið í vetur. Enn er einki leigumál fyri veturin, og tað er heldur ikki lætt at fáa slík, tí [...] Gjáramorgunin fór Norröna til Danmarkar, sín seinasta túr í summarsiglingini í ár. Við fóru 670 ferðafólk. Nú síggja vit neyvan Norrönu aftur í Føroyum, fyrr enn summarsiglingin byrjar aftur næsta ár.
sum so við. Kappróðurin telur ikki við í FM kappingini í ár, og 1. deildarliðið í fótbólti skal til Klaksvíkar sunnudagin. Tað hevur verið uppá tal at býta um, so KÍ fór til Runavíkar hetta vikuskiftið, [...] prátinum. Klaksvíkingar skulu gera enn eina roynd at venda óhepnu gongdini, men fyritreytirnar eru ikki av teimum bestu. Allan Mørkøre og Allan Joensen eru leikbannaðir. Tveir nýggir miðvallarar skulu finnast [...] hesin seinni verður fluttur fram, so kemur Jóannes Jakobsen inn á aftasta mann. Kurt Mørkøre hevur ikki fingð vant. Hann skuldi royna í gjárkvøldið. Hjá NSÍ hevur eingin leikbann, og eingin er skaddur.
1998/99 við lærugreinum á nýggju linjunum. Eru spurningar um skiftið frá gomlu til nýggju skipanina, ber til at venda sær til Føroya Handilsskúla. [...] tíma lærugreinir. Eftir verandi skipan eru allar lærugreinir 60 tíma lærugreinir. Skiftið frá gomlu til nýggju skipanina veður eftir hesum reglum: 1. Allar gamlar 60 tíma lærugreinir í gomlu skipanini kunnu [...] kunnu frá august 1998 halda fram á tí nýggju linjuni. Lesandi, sum eru í ferð við eina linju, sum ikki verður beinleiðis avloyst av einari nýggjari linju, hava í 1997/98 møguleikan at taka tær lærugreinir
eitt sindur av kongafiski, men kongafiskakvotan hevur verið til lítla nyttu seinastu árini, tí har hevur einki verið at fingið. Enn er avgerð ikki tikin um, hvar Niels Pauli fer nú. Óvist er, hvussu verður [...] kongafiski, sum skuldi seljast á uppboðssøluni og væntandi keypti fiskaivirking á Tvøroyri tey. tað hevur ikki gingið so væl hjá Niels Paula í Rimingarhavinum hesa tíðina, hann hevur verið har yviri. Hann hevði [...] við, enn teir vanliga plaga at brúka. Men tað fingu teir kvalir av og tann fyrsta túrin fóru teir til Íslands at avreiða tey einans 30 tonsini teir høvdu. Og nú síðani royndartíðin við nýggju trolunum
»Maxim Gorkiy« legði ikki at bryggju í Havn, men varð liggjandi úti á redini. Ferðafólkini komu so inn í bátum. »Maxim Gorkiy« kemur úr Invergordon í Skotlandi. Úr Føroyym verður farið til Vestmannaoyggjarnar [...] nar. Úr Íslandi heldur leiðin fram til Jan Mayen, Svalbard og Norðurnoreg. Haðani verður so farið til Bremerhaven. Vit eru 567 ferðafólk, mest týskarar. Manningin er 349, mest russarar og ukrainar. [...] Nú fara ferðamannaskipini, ið koma til Føroya, at fjølgast. Týsdagin kastaði »Maxim Gorkiy« akker á redini í Havn. Skipafelagið Føroyar er umboð hjá skipinum. »Masim Gorkiy« er eitt av teimum skipunum
grunni fyri sítt avrit sum listamálari. Hetta er eitt legat, sum ikki kann søkjast um. Nevndin í grunninum býtir út, og tað skal brúkast til vitjan í einum listabýi í Ísrael næsta ár. Framsýningin hjá Gunleif [...] í Havn. Gunleif Grube, sum er 50 ára gamal, er føddur á Skála, men flutti longu sum ungur drongar til Keypmannahavnar, har hann síðan hevur búð. Hann er sera virkin listamaður og hevur havt framsýningar [...] eru 35 verk, sum hann hevur gjørt tvey tey seinastu árini. Evnið ?Menniskjuni í reyða rúminum? sipar til tær mest týðandi løturnar í lívinum. Rúmið, har alt er at vinna og alt er at tapa. Forelskilsi, stóru
Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk [...] Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18 møti við John og Noru. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt [...] møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 73777. Losjan í Havn Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin hvønn dag frá kl. 9?15. Tlf. 17597, skrivitlf. 16929,
Tað er ikki líkt til, at hvørki skúvoyingar, ella onnur útoyggjafólk fáa bíligari olju uttan víðari. Í blaðnum týsdagin prátaðu vit við Tummas Frank Joensen úr Skúvoy, sum vísti á, hvussu trupult tað er [...] oljutunnurnar til Skúvoyar, og tær tómu tunnurnar av oynni aftur. Tummas Frank Joensen sigur, at hetta hevur verið skilið, síðani útoyggjar vóru fyri tí stóra missi, at Stathav fórst. Verður ikki broytt Og [...] farmagjald afturat. Men tað er ikki galdandi bara fyri oljuna. Tey betala farmagjald av øllum tey fáa, og tað ger tað dýrt at búgva á útoyggj. Hann vil ikki kennast við roknistykkið, Tummas Frank Joensen