Loysti seg ikki at kæra

.

Tað loysir seg ikki altíð at kæra dómar hjá Føroya rætti til landsrættin.

Tað fekk ein maður at sanna í seinastu viku.

Føroya rættur dømdi mannin í vár treytaðan dóm, men uttan at áseta dagatal, og 2.000 krónur í bót. Landsrætturin staðfesti støddina á bótini, men gjørdi tann treytaða dómin til fongsulsrevsing í 40 dagar. Tó fær maðurin tvey ára royndartíð, og ger hann einki lógarbrot í hesum tíðarskeiði, sleppur hann frá at sita.

Hetta var eitt nokkso sjáldsamt sakarmál, tí maðurin varð dømdur fyri at hava stolið streym frá SEV.

Hann hevði bundið í skipanina hjá SEV, uttan um málaran, soleiðis at málarin bara taldi, tá maðurin sjálvur setti hann til.

Tað gekk væl eina tíð, men so komu teir hjá SEV eftir í 1994, at SEV-rokningin hjá manninum var minkað so nógv, og teir fingu illgruna.