Reyða rúmið hjá Gunleifi

.

Menniskjuni í reyða rúminum.

Hetta heitið hevur listaframsýningin, sum Gunleif Grube fríggjadagin letur upp í Listaskálanum í Havn.

Gunleif Grube, sum er 50 ára gamal, er føddur á Skála, men flutti longu sum ungur drongar til Keypmannahavnar, har hann síðan hevur búð.

Hann er sera virkin listamaður og hevur havt framsýningar um alt Danmark og í útlondum við, einsamallur og saman við øðrum.

Í 1991 hevði hann sína fyrstu framsýning í Føroyum, og nú kemur hann aftur.

Á framsýning hansara hesu ferð eru 35 verk, sum hann hevur gjørt tvey tey seinastu árini.

Evnið ?Menniskjuni í reyða rúminum? sipar til tær mest týðandi løturnar í lívinum. Rúmið, har alt er at vinna og alt er at tapa. Forelskilsi, stóru avgerðirnar hjá mannaættini, góðar og ringar. Reyða rúmið kann vera symbolið uppá elektriska stíl ella lívsins føðistovu. Tað einasta, sum ikki býr í reyða rúminum, er líkasælan.

Í desember mánaði í ár fær Gunleif Grube 40.000 krónur sum gávu úr Gunnar og Lise Wærums grunni fyri sítt avrit sum listamálari. Hetta er eitt legat, sum ikki kann søkjast um. Nevndin í grunninum býtir út, og tað skal brúkast til vitjan í einum listabýi í Ísrael næsta ár.

Framsýningin hjá Gunleif Grube í Listaskálanum letur upp fríggjadagin og verður fram til 2. november.