Tað er ikki líkt til, at hvørki skúvoyingar, ella onnur útoyggjafólk fáa bíligari olju uttan víðari.
Í blaðnum týsdagin prátaðu vit við Tummas Frank Joensen úr Skúvoy, sum vísti á, hvussu trupult tað er at búgva á útoyggj. Ikki minst vísti hann á, at tað er nógv dýrari at búgva á útoyggj, enn aðrastaðni í Føroyum, tí tað kostar so nógv at føra farm út á smáu oyggjarnar.
Sjálvt oljan er væl dýrari í Skúvoy, og øðrum smáoyggjum, enn hon er aðrastaðni í Havn.
Skúvoyingar betala nevniliga 31,5 oyra meiri enn aðrir føroyingar fyri hvønn litur av olju, og tað heldur Tummas Frank Joensen vera heilt órímiligt.
Hetta er tað, strandferðslan tekur í farmagjaldi fyri at flyta tær fullu oljutunnurnar til Skúvoyar, og tær tómu tunnurnar av oynni aftur. Tummas Frank Joensen sigur, at hetta hevur verið skilið, síðani útoyggjar vóru fyri tí stóra missi, at Stathav fórst.
Verður ikki broytt
Og eftir hvat skilst, verður hetta ikki broytt uttan víðari.
Niels Juel Nattestad, stjóri á Statoil sigur, at øll betala tað sama fyri oljuna, men at tey, sum búgva á útoyggjunum noyðast at betala farmagjald afturat.
Men tað er ikki galdandi bara fyri oljuna. Tey betala farmagjald av øllum tey fáa, og tað ger tað dýrt at búgva á útoyggj.
Hann vil ikki kennast við roknistykkið, Tummas Frank Joensen hevur fingið fólk við innliti at gera.
Tað vísir, at skulu oljufeløgini koyra somu oljumongd út til húsarhaldini í meginøkinum, sum skúvoyingar brúka um árið, 80.000 - 100.000 litrar, kostar tað 0.5 oyru meiri fyri liturin í løn til bilaførarar, slit o.a., enn skúvoyingar fáa hana fyri.
Har má onkur misskiljing vera komin í, sigur hann
Skilir skúvoyingar
Hinvegin skilir stjórin á Statoil væl trupulleikan hjá skúvoyingum, og øðrum útoyggjafólki.
Men hann fær onki gjørt við hann, í hvussu so er einsamallur.
At flyta olju er báði trupult og tungt at hava við at gera, so farmagjaldið til útoyggjarnar fær Statoil einki gjørt við einsamalt.
Stathav sigldi áðrenn hansara tíð, so hvussu skipanin var tá, veit hann ikki.
Men skal hetta broytast, mugu aðrir partar uppí at hjálpa til at loysa málið.
Niels Juel Nattestad sigur, at hann hevur sagt skúvoyingum, at hann er fúsur at tosa við teir um trupulleikan.
Men tað má vera saman við øðrum tí einsamallir fáa vit ikki loyst trupulleikan.
Hvørjir hini eru, sum skulu hjálpa til at loysa málið, veit hann ikki.
Men hann nevnir, at talan kann báði verða um strandferðsluna, lokalar- og aðrar myndugleikar.
Men hvussu trupulleikin skal loysast, í samstarvi við onnur, hevur hann púra einki boð uppá.