Evropeisku leiðararnir fara framhaldandi at styrkja revsitiltøkini, til ein rættvísur og varandi friður er.
Tað siga leiðararnir í Fraklandi, Italia, Týsklandi, Bretlandi, Finnlandi, Póllandi, umframt ES-forsetin, António Costa, og forsetin í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, í felags yvirlýsing.
– Vit fara framhaldandi at styrkja revsitiltøk og breið búskaparlig tiltøk fyri at leggja trýst á krígsbúskapin í Russlandi, til ein rættvísur og varandi friður er, stendur í fráboðanini.
Samstundis fegnast evropisku leiðararnir um royndirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at steðga krígnum.
Eisini verður dentur lagdur á, at Ukraina hevur brúk fyri trygdarváttan fyri at kunna verja sítt fullveldi og mørk.
- Tað verður upp til Ukraina at taka avgerðir um sítt øki. Altjóða mørk mugu ikki broytast við valdi, stendur í yvirlýsingini.
Trump segði undan fundinum fríggjadagin, at hann er sinnaður at stuðla trygdarváttanini fyri Ukraina.
- Tað verður ikki í formi av NATO. Tað eru nøkur ting, sum bara ikki fara at henda, segði forsetin, sambært CNN umborð á Air Force One.
Tvær keldur, sum hava vitan um málið, siga við Reuters, at Trump og evropisku leiðararnir umrøddu trygdarváttan fyri Ukraina í eini telefonsamrøðu í dag uttan fyri NATO-samanhang, men líknandi grein 5 í NATO.
Grein 5 verður eisini nevnd musketereiðurin hjá NATO. Her binda NATO-limir seg til at verja eitthvørt land í samgonguni, sum kann verða álopið.
Í einum innleggi um X leggur Zelensky dent á, at tørvur er á ektaðum og varandi friði og ikki bara "enn einum steðgi millum russiskar innrásir".
Zelensky hevur sagt við Donald Trump, at revsitiltøkini móti Russlandi skulu styrkjast, um eingin trípartafundur verður, ella um Russland roynir at sleppa undan at enda kríggið.
- Trygdin skal tryggjast álítandi og í longdini, saman við bæði Evropa og USA, skrivar ukrainski forsetin.
/Ritzau/











