Ferðamannaskipini koma nú

.

Nú fara ferðamannaskipini, ið koma til Føroya, at fjølgast. Týsdagin kastaði »Maxim Gorkiy« akker á redini í Havn. Skipafelagið Føroyar er umboð hjá skipinum.

»Masim Gorkiy« er eitt av teimum skipunum, sum trúliga hevur vitjað Føroyar hvørt summar í nógv ár og kemur aftur tvær ferðir aftrat í ár.

Fyrr sigldi hann undir sovjettiskum flaggi, nú er hann skrásettur í Nassau á Bahamaoyggjunum.

»Maxim Gorkiy« legði ikki at bryggju í Havn, men varð liggjandi úti á redini. Ferðafólkini komu so inn í bátum.

»Maxim Gorkiy« kemur úr Invergordon í Skotlandi. Úr Føroyym verður farið til Vestmannaoyggjarnar.

Úr Íslandi heldur leiðin fram til Jan Mayen, Svalbard og Norðurnoreg. Haðani verður so farið til Bremerhaven.

Vit eru 567 ferðafólk, mest týskarar. Manningin er 349, mest russarar og ukrainar.