vikurnar hevur nógv umrøða verið í fjølmiðlunum um at giktalæknin ætlar at gevast, tí umstøðurnar at arbeiða undir ikki eru nøktandi. Heilsutrygd ætlaði ikki at fara út í nakra almenna skriving um hetta mál [...] har boðað var frá, at Heilsutrygd frá 1. september fór at stramma upp uppá mannagongdir í samband við avrokning av rokningum frá serlæknum. Í lógini um Heilsutrygd er ásett í § 4, “at allir persónar sum [...] Tó helt felagið, at tíðarfreistin var ov stutt, og ynskti hana longda til 1. januar 2012. Heilsutrygd boðaði í skrivi 3. november Serlæknafelagnum frá, at vit skiltu teirra støðu, og at vit longdu freistina
farin at fiska. Fólkaflokkurin hevur í áravís ávarað ímóti at geva landinum heimild at selja fiskirættindi í tilfeingisbúð. Tí tað sambært teimum fer at elva til, at føroyskir fiskimenn fara at standa [...] okkara skipum at landa í Skotlandi og norskar havnir eru stongdar. Tí er upplagt, at Føroyar og Ísland eiga at standa saman, sum so mangan fyrr í fiskiveiðuhøpi. Vit eiga kortini ikki at gloyma, at ein og hvør [...] í gongdini verið at lata fiskiloyvi til nýggjar aktørar, heldur enn at skapa verandi flota, sum hevur neyðugu fiskiorkuna, tryggar karmar at virka undir. Tað hevur m.a. havt við sær, at skip við føroyskari
verður niðurpínd og at tænastan verður verri. Tað er rætt, at býráðið í fjør gjørdi av, at øll rakstrarstøð í kommununi fingu ikki játtað lønarhækkingar, og at øll fingu boð um at spara í orku. Hetta var [...] burtur. Tá tillaging er við til at menna nýtt virksemi Maud Wang Hansen sigur, at “sparingarnar” samsvara ikki við, at kommunan sigur seg satsa uppá bleytu virðini. At hetta ikki boðar frá visjónum, menning [...] heldur at verið takksom fyri. Tá hugburður gevur meirvirði Síðan vísir forkvinnan á, at stovnarnir ikki fingu játtað lønarhækkingar í fjør, og at barnaansingin skal spara orku. Niðurstøðan er, at barnaansingin
skjalinum verður eisini staðfest, at umráðandi er at menna samstarv og forstáilsi millum vinnu og serfrøði. Birtir og eggjar - Við støði í hesi staðfesting er tað mær ein gleði at standa fyri innleiðsluni til [...] Jacob Vestergaard vísti á, at eitt tað fremsta eyðkennið fyri okkara vinnu, er, at hon hvílir á ein grundvøll, sum er í støðugari menning. - Av somu orsøk mugu vit viðurkenna, at dagføringar og tillagingar [...] Við atliti til gagnnýtslu, segði Jacob Vestergaard, at landsstýrið hevur ásannað, at vinnan hevur so víðar framleiðslukarmar sum til ber – uttan tó, at myndugleikin á nakran hátt skal leggja seg út til,
ein fiksur máti at flyta fokus upp á. At fíggjar-málaráðharrin sleppur at sleingja henda pástandin út í útvarpinum, uttan ein tann einasta kritiska spurning, er ófatiligt; tað má sigast at vera botnurin [...] tænastumenninir fáa skyldina og skulu skammast yvir at vera so kravmiklir. Mær tykir, at landsstýrið við hesari framferð roynir at fáa sær legitimitet til at skerja rættindini hjá tænastumonnum uppaftur meira [...] vítt at kalla tað eldratsunamiina. Eftir hesum tíðundum at døma, so eru tey, sum eru farin ella fara av arbeiðsmarknaðinum heilt skjótt, bert ein tung byrða fyri tey, ið eftir eru, sum so noyðast at arbeiða
Tá fara vit at meta um, hvørt tað yvirhøvur loysir seg at koma við einum semingsuppskoti millum partarnar ella ikki. Terji Sigurðsson sigur, at hann slett ikki dugir at meta um, hvat fer at spyrjast burtur [...] fara at fundast aftur klokkan 17 í dag. Hann vísir á, at freistin, sum er sett til á middegi í morgin, er bara galdandi, um partarnir eru saman, og semingsmenninir meta, at nakað yvirhøvur er at samráðast [...] Sørensen ásannaði, at eitt nú pelagiski flotin hevur havt tað gott seinnu árini, men hann minti á, at tað eru bara tvey ár síðan, at nótaskip lógu við bryggju, tí tað loysti seg ikki at loysa skipini. Hava
smittuspora og at kanna fólk, sum koma til landið, tí tað forðar fyri, at ov nógv verða smittað í senn. Samstundis skulu vit halda fram at royna at sannføra fólk um, at tey eiga at lata seg koppseta. Jú fleiri [...] nýggja delta-frábrigdið, sær út til, at vit øll einaferð fara at møta koronu. Korona er komið fyri at vera, og vit noyðast at liva við, at vit kunnu verða smittað, eisini um vit eru koppsett. Men vandin [...] fyri at verða Hóast smittan hevur verið lág í seinastuni, mælir Marnar Fríðheim Kristiansen til, at vit ikki sleppa øllum fyribyrgjandi átøkum móti koronu. - Vit eiga í øllum føri at halda fram at smittuspora
enn at lata tey seinastu rættindini út til teir somu aktørarnar, sum frammanundan sita á at kalla øllum”, sigur hann. Tjóðveldi ætlar tó ikki at gevast á hondum og bara sita og hyggja at, uttan at gera [...] Støða skal eisini takast til, um høvið nú er at minka um talið á aktørum í upsafiskiskapinum, so at líkindi verða hjá færri aktørum at klára seg, heldur enn at nógvir aktørar eru, og ongin klárar seg. Eisini [...] okkurt. Tí tað ber enn til at tryggja eitt minstamát av skili og rættvísi á ávísum økjum í fiskivinnupolitikkinum, og fram eftir má tryggjast, at stóra fiskiríkidømið umframt at koma øllum fólkinum til góðar
halda, at har er meira at býta, og hvat er so eftir. Og eg haldi, at tað var tað, vit sóu í gjár. Høgni Hoydal sær ikki fyri sær nakra alternativa samgongu, og hann heldur ikki, at tey verið rætt at gjørt [...] krevja, at okkurt skal avgreiðast, so har hava vit eina ábrygd. Men eg haldi, at tað eisasta rætta er, at Føroya fólk sleppur at tala, tí tað er hent so nógv síðani seinasta val, sum fólk eiga at sleppa [...] vit til val upp á at gera mun fyri fólkið. – Eg dugi ikki at síggja, at nakar hevur áhuga í at hetta heldur fram, uttan tey, sum sita og tvíhalda um valdið í løtuni. Høgni Hoydal sigur, at løgmaður hevur
høvuðsgrundunum hjá okkum at skriva greinina var ikki at vera ímóti forskúlum, men heldur at vísa á, at tað ikki er fakliga grundað at seta forskúlar á stovn, og at gransking vísir, at tað hvørki er verri ella [...] verandi støðu halda vit ikki, at skúlin megnar at fáa fleiri børn inn í skipanina og serliga ikki yngri børn. Viðv. granskingini hjá Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard er at siga, at hon eins væl kann brúkast [...] ganga í forskúla ella ikki, men at tað er ein politisk avgerð. Tí skulu vit ikki verja okkara sjónarmið við, at tað er fakliga grundað, at vit vilja hava forskúlar. Vit halda, at tað er fakfólkið, ið skal viðgerða