Slitnar helst longu seinnapartin í dag

- Stutt er at siga, at semingsroyndin, sum nú hevur vart síðan fríggjadagin klokkan 13, ikki hevur gingið væl, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður, sum tóktist ikki serliga bjartskygdur fyrrapartin. Óvist er ikki, at tað slitnar millum partarnar longu seinnapartin í dag

Longu klokkan 17 í dag fara semingsmenninir í samráðingunum millum reiðarar og fiskimenn at taka støðu til, um tað yvirhøvur loysir seg at koma við nøkrum semingsuppskoti millum partarnar.
Tað var fríggjadagin klokkan 13, at semingin byrjaði, men sum skilst á semingsmanninum, Terja Sigurðsson, var beint fyri middag í dag rættiliga langt millum partarnar, og vánalig útlit vóru til semju.
- Vit hava aftur verið saman við pørtunum í mongun, og nú er ein steðgur í samráðingunum til klokkan 17 í dag. Tá fara vit at meta um, hvørt tað yvirhøvur loysir seg at koma við einum semingsuppskoti millum partarnar ella ikki.
Terji Sigurðsson sigur, at hann slett ikki dugir at meta um, hvat fer at spyrjast burtur úr, tá partarnir fara at fundast aftur klokkan 17 í dag.
Hann vísir á, at freistin, sum er sett til á middegi í morgin, er bara galdandi, um partarnir eru saman, og semingsmenninir meta, at nakað yvirhøvur er at samráðast um.
- Stutt er at siga, at semingsroyndin, sum nú hevur vart síðan fríggjadagin klokkan 13, ikki hevur gingið væl, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður, sum tóktist ikki serliga bjartskygdur, tá vit høvdu hann í telefonini.

Oljan skilir
- Fáa vit eina avtalu í lag, har manningin luttekur í oljuútreiðslunum, sleppa vit undan órógvi um hesi viðurskifti, tá oljuprísirnir broytast, segði Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, við útvarpið hjá Kringvarpinum fríggjadagin, beint áðrenn semingin byrjaði.
Hann vísti á, at tá ið manning og reiðarar eru felags um inntøkurnar, sum skipavinnan gevur, er eisini rímiligt, at partarnir eru felags um útreiðslurnar.
- Tað kostar at skapa virðini, og í løtuni er javnvágin millum tað, sum liggur eftir hjá skipunum og tað, sum manningin fær í sín part, farin av lagi.
Hann vísti á, at hvørt húsarhald kennur sviðan av dýrkaðu oljuni, og soleiðis er eisini hjá fiskiskipaflotanum.
- Greiningin, sum grannskoðarafelagið NOTA ger á hvørjum ári, og sum seinast varð løgd fram seint í heyst, sigur alt um støðuna hjá heimaflotanum.
Viberg Sørensen segði, at tá talan er um tilsamans átta skipabólkar, er sjálvandi ymiskt, hvussu gongdin er.
- Í løtuni hava nøkur skip tað veruliga trupult, meðan onnur hava tað betri – og so broytist aftur, sum tíðin gongur.
Hann endurtók, at felagið ynskir eina og somu skipan fyri allar fiskiskipabólkarnar, har manningin luttekur í oljuútreiðslunum, tá bunkringarliturin á olju fer upp um 2,90 krónur fyri liturin.
Í dag liggur bunkringarprísurin um 4 krónur fyri liturin.
- Fáa vit eina slíka skipan í lag, sleppa vit undan órógvi um hesi viðurskifti, tá oljuprísirnir broytast.
Viberg Sørensen ásannaði, at eitt nú pelagiski flotin hevur havt tað gott seinnu árini, men hann minti á, at tað eru bara tvey ár síðan, at nótaskip lógu við bryggju, tí tað loysti seg ikki at loysa skipini.

Hava rætt hond
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, segði eisini fríggjadagin, áðrenn semingin byrjaði, at feløgini áður hava verið við til at rætt reiðarunum eina hond, har tað hevur gingið ringast.
- Í 2008 gingu vit við til at lækka hýruprosentið hjá lemmatrolarum úr 27% niður í 25%. Men nú vilja reiðararnir, at fiskimenn skulu luttaka í eitt nú oljuútreiðslum í øllum skipabólkum.
Páll Hansen segði við útvarpið, at manningarfeløgunum dámar betri, tá tosað verður um hvønn bólk sær – heldur enn allar undir einum.
- Eg haldi ikki, at vit skulu blanda eitt nú uppisjóvarskipini upp í hetta, men heldur hyggja eftir bólkum, har tað virkuliga pínir, sum hann tók til.
Páll Hansen vísti á, at heldur ikki hjá línuskipum, har manningin luttekur í oljuni, hevur gongdin verið nakað at reypa.
Tvørturímóti.
- Manningarnar hava víst, at tær luttaka. Tá egningarmaskinurnar komu, fingu hesar ein part og eisini, tá skipini fingu kryvjimaskinur luttók manningin í íløguni, segði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Hann legði aftrat, at um reiðararnir bara kunnu fara í lumman hjá manningini eftir pengunum, sum resta í, tá ið tað ikki gongur best, verður skiparaksturin ov lítið eggjandi fyri teir, sum hann tók til.