Viðgerð av giktasjúkum

Nakrar rættleiðingar og viðmerkingar til skrivingina seinastu dagarnar

Jan Danielsen, stjóri, Heilsutrygd
-------

Seinastu vikurnar hevur nógv umrøða verið í fjølmiðlunum um at giktalæknin ætlar at gevast, tí umstøðurnar at arbeiða undir ikki eru nøktandi.
Heilsutrygd ætlaði ikki at fara út í nakra almenna skriving um hetta mál, men vit føla tað neyðugt, tí vit meta, at lesarin ikki verður rætt kunnaður, út frá tí sum higartil hevur verið ført fram.
Heilsutrygd harmast almikið um at giktalæknin gevst, tí tørvurin á hansara tænastum er stórur.
Giktalæknin setti seg í 2010 í samband við Heilsutrygd fyri at fáa eina avtalu um privata praksis. Heilsutrygd sýndi vælvilja, og royndi alt vit kundu, at fáa viðurskiftini uppá pláss so skjótt sum gjørligt, so hann kundi byrja í sínum starvi.
Áðrenn viðurskiftini vóru komin uppá pláss, avgjørdi giktalæknin at byrja í síni privatu praksis. Tá so verður gjørt, er vandi fyri, at tú ikki fært samsýning við afturvirkandi kraft.
Í august mánaði í ár sendi Heilsutrygd skriv til Serlæknafelag Føroya, har boðað var frá, at Heilsutrygd frá 1. september fór at stramma upp uppá mannagongdir í samband við avrokning av rokningum frá serlæknum.
Í lógini um Heilsutrygd er ásett í § 4, “at allir persónar sum lúka treytirnar í lógini, hava, eftir ávísing frá kommunulækna, rætt til ókeypis læknahjálp hjá serlækna, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd”.
Avrokningarhátturin er ásettur í § 37 í sáttmálanum millum Heilsutrygd og Serlæknafelag Føroya. Har er m.a. ásett at: “Den alment praktiserende læges henvisning vedlægges”.
Hetta merkir, at Heilstrygd ikki er komið við nakrari broyting á hesum øki. Heilsutrygd vil fylgja galdandi lóg og sáttmála.
Í sama skrivi frá august mánaði, kravdi Heilsutrygd eisini, at borgarin váttar rokningina frá serlæknanum. Hetta er ikki ásett í sáttmálanum, men er t.d. vanlig mannagongd, tá tú fert til kommunulækna.
Hesa mannagongd brúkar Heilsutrygd áðrenn rokningar verða goldnar. Vit vilja vera vís í, at tær vørur og tænastur vit rinda fyri, veruliga eru lætnar. Sama er galdandi tá okkara starvsfólk hava keypt eitthvørt. Tá skal starvsfólkið váttað rokningina.
Serlæknafelag Føroya sendi hin 8. september skriv til Heilsutrygd, har teir fyri so vítt ikki høvdu nakað ímóti hesi mannagongd. Tó helt felagið, at tíðarfreistin var ov stutt, og ynskti hana longda til 1. januar 2012.
Heilsutrygd boðaði í skrivi 3. november Serlæknafelagnum frá, at vit skiltu teirra støðu, og at vit longdu freistina, so sum Serlæknafelagið ynskti.
Í hesum tíðarskeiði komu nakrar rokningar frá serlæknum, uttan at ávísing fylgdi við, og uttan at borgarin hevði váttað rokningina. Hesar rokningar blivu sendar aftur til serlæknarnar, við kravi um at treytirnar um ávísing og váttan blivu uppfyltar.
Av tí at freistin bleiv longd til 1. januar 2012 bað Heilsutrygd serlæknarnar um at senda okkum rokningarnar aftur, so vit fingu avgreitt tær.
Heilsutrygd hevur fingið flestu rokningarnar aftur frá serlæknunum, og hevur avgreitt tær allar samlar til gjaldingar.
At so giktalæknin gevst, tí at sáttmálaviðurskiftir o.a. ikki eru uppá pláss, hava vit trupult við at skilja.
Heilsutrygd samstarvar við nógvar ymiskar fakbólkar. Hjá fleiri av hesum eru sáttmálarnir gamlir, og hjá øðrum var als ongin sáttmáli. Alt kann ikki gerast eftir einum degi. Heilsutrygd er ein nýggjur stovnur, sum byrjaði sítt virksemi í fjør. Vit valdu tí fyrst at brúka orku uppá at fáa gjørt sáttmálar, har ongin var frammanundan. Nú er so túrurin komin til serlæknarnar.
Í løtuni eru vit í ferð við at fyrireika okkum til nýggjar sáttmálasamráðingar, og frá okkara síðu skuldu øll viðurskifti tí verið so mikið uppá pláss, at serlæknarnir kunnu starvast fyri Heilsutrygd – eisini giktalæknin. Tað er ein Samráðingarnevnd undir Heilsumálaráðnum, sum samráðist við feløgini. Heilsutrygd hevur umboð í Samráðingarnevndini.
Havast skal eisini í huga, at flestu serlæknar eru í fulltíðarstarvi í sjúkrahúsverkinum. Tað teir gera í síni privatu praksis, er tí eitt hjástarv nakrar fáar tímar um vikuna, har rokning verður send til Heilsutrygd. Tí undrar tað okkum almikið, at hesir fáu tímar um vikuna kunnu stytta bíðitíðina úr millum eitt og tvey ár niður í tveir mánaðir.