Marjun Nielsen, sálarfrøðingur, og Johanna Lindenskov Joensen, námsfrøðiligur ráðgevi
----
Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu, hevur á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum viðmerkingar til grein okkara: Nær skal barnið í skúla. Vit vilja gera nakrar viðmerkingar til tað, ið hann skrivar.
Vit løgdu í greinini dent á, at vit ikki settu spurnartekin við tað arbeiðið, sum verður gjørt á skúlum og dagstovnum í dag. Tískil seta vit ikki spurnartekin við tað arbeiðið, sum verður gjørt í Skúlaspíranum í Skúlanum í Eysturkommunu. Vit ivast onga løtu í, at tey hava ment eitt gott tilboð til tey 6 ára gomlu børnini. Vit vísa í greinini á, at vit fyrihalda okkum til eitt forskúlatilboð til alt Føroya land. Fríðfinnur vísir á, at tey hava góðar fysiskar karmar í teirra skúla. Hetta er tíverri ikki galdandi fyri allar skúlar í Føroyum. Fleiri skúlar hava ov lítið pláss at hýsa teimum næmingum, sum longu eru í skipanini, tey mangla serhøli av ymiskum slag, og fleiri skúlar hava enn tá ikki ein skúla til næmingarnar, men mugu taka til takkar við tilvildarligum hølum í bygdini/býnum ella seta barakkir upp. Flestu skúlagarðar eru somuleiðis ikki serliga mennandi fyri hvørki smá ella stór børn.
Vit siga í greinini, at tað er trupult hjá fólkaskúlanum undir núverandi umstøðum at rúma tey 5 til 6 á gomlu børnini. Tað merkir ikki, at vit eru ímóti forskúlum. Vit fyrihalda okkum til, hvussu støðan er í løtuni, og í verandi støðu halda vit ikki, at skúlin megnar at fáa fleiri børn inn í skipanina og serliga ikki yngri børn.
Viðv. granskingini hjá Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard er at siga, at hon eins væl kann brúkast á dagstovnum sum í skúlum. At pástanda at dagstovnar ikki arbeiða við tí málsliga medvitinum hjá børnunum, er ein álvarslig ákæra í móti dagstovnaøkinum, og hevur ikki hald í veruleikanum. Tey síðstu árini hevur Sernám m.a. førleikament dagstovnarnar júst á hesum økinum við TRAS-skeiðum og TRAS handbókini, har Jørgen Frost er ein av rithøvundunum.
Skulu børnini í forskúla inniber hetta, at tey eisini skulu í frítíðarskúla, tvs., at tey skulu fyrihalda seg til tvey atskild tilboð. Tað eru bert fáir skúlar í landinum, sum hava frítíðarskúla og skúla undir somu lon. Flestu frítíðarskúlar í landinum eru ikki bygdir til endamálið, men tøk høli í kommununum vórðu tikin í brúk, tá avgerð varð tikin um at hava frítíðarskúlar í Føroyum. At ganga í forskúla hevur við sær, at barnið teir flestu tímarnar er í frítíðarskúla, tí forskúli er bert 3 til 3½ tíma um dagin. Normeringin bæði í forskúlum og frítíðarskúlum er lægri enn á dagstovnum, tvs. færri vaksin pr. barn, eins og teir fysisku karmarnir í frítíðarskúlunum ikki allastaðni eru nøktandi.
Skulu børnini í forskúlanum hava stuðulstímar, er tað í løtuni kommunan, ið rindar hetta. Um forskúlin gert veruleiki fyri øll børn í Føroyum, er mest sannlíkt, at hann kemur at liggja undir Mentamálaráðnum. So er spurningurin, um játtanin til stuðulstímar verður tann sama sum nú, tvs., at tað eru fleiri børn, sum skulu býta sama stuðulstímatal í millum sín, ella um játtanin verður hækka. Skal játtanin hækkast, skulu pengarnir finnast onkrastaðni.
Ein av høvuðsgrundunum hjá okkum at skriva greinina var ikki at vera ímóti forskúlum, men heldur at vísa á, at tað ikki er fakliga grundað at seta forskúlar á stovn, og at gransking vísir, at tað hvørki er verri ella betri, um børnini ganga í forskúla ella ikki, men at tað er ein politisk avgerð. Tí skulu vit ikki verja okkara sjónarmið við, at tað er fakliga grundað, at vit vilja hava forskúlar.
Vit halda, at tað er fakfólkið, ið skal viðgerða og viðmæla pedagogisk tilboð í Føroyum og ikki politikkararnir og leikfólk. Tí vilja vit geva okkara íkast til kjakið, og eru somuleiðis fegnar um, at Fríðfinnur Johnsson við sínum viðkomandi førleikum gevur sítt íkast til kjakið. Takk fyri tað Fríðfinnur.