FISKIVINNUTING
Tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum setti fiskivinnutingið í Norðurlandahúsinum týsmorgunin.
Í byrjanini av røðu síni vísti hann til samgonguskjalið frá september 2008 og segði, at her er staðfest, at allar tilfeingisvinnur skulu verða lívfrøðiliga, fíggjarliga og umhvørvisliga burðardyggar og skulu geva mest møguligt búskaparligt avkast. Í skjalinum verður eisini staðfest, at umráðandi er at menna samstarv og forstáilsi millum vinnu og serfrøði.
Birtir og eggjar
- Við støði í hesi staðfesting er tað mær ein gleði at standa fyri innleiðsluni til Fiskivinnutingið 2011. Hetta er fyrsta tingið av sínum slag í mong ár. Eitt fiskivinnuting sum hetta, ið birtir undir og eggjar til samstarv og opna viðgerð av ymiskum sjónarmiðum, er fremsta fyritreytin fyri tillagingum, framdar við hepnari hond, sum landsstýrismaðurin málbar seg.
Jacob Vestergaard vísti á, at eitt tað fremsta eyðkennið fyri okkara vinnu, er, at hon hvílir á ein grundvøll, sum er í støðugari menning.
- Av somu orsøk mugu vit viðurkenna, at dagføringar og tillagingar eru ein áhaldandi tørvur og krav, bæði til vinnu og serfrøði og ikki minst til okkum, sum eru myndugleikin.
Hann helt, at við støðugu broytingunum í huga eiga vit ikki at tulka neyðugar tillagingar sum sum ein trupulleika, men heldur sum eina sjálvsagda avbjóðing, ið vit øll møta við dirvi og dugnaskapi.
Áhaldandi tillagingar
- Júst, áhaldandi tillagingar hava eisini sett eyðkenni á arbeiði í hesum samgonguskeiði, segði Jacob Vestergaard og vísti í hesum sambandi nakrar av hesum tillagingum.
Í fyrsta lagi segði hann, at vernd av tilgongd og smáfiski er eitt tað mest týðandi átakið í burðardyggari veiði.
- Tískil hava vit í hesum tíðarskeiði stongt enn fleiri øki fyri at verja ungfisk, eins og Fiskiveiðieftirlitið hevur stongt so mong øki, sum helst ongantíð áður.
Í øðrum lagi helt landsstýrismaðurin, at góð gagnnýtsla og fonginum er sera avgerandi fyri fíggjarliga partin av virkseminum.
- Tað var við hesum fyri eyga, at vit skipaðu svartkjaftakvotuna sum eginkvotu, legði hann aftrat.
Við atliti til gagnnýtslu, segði Jacob Vestergaard, at landsstýrið hevur ásannað, at vinnan hevur so víðar framleiðslukarmar sum til ber – uttan tó, at myndugleikin á nakran hátt skal leggja seg út til, hvussu framleiðslan skal skipast.
- Tí hevur landsstýrið givið til kennar, at framleiðsla úti á havinum er ein leið at ganga, og hugt verður við spenningi at nýggju royndunum, sum nú verða gjørdar, segði hann.
Stýring av veiðitrýsti
Í fjórða lagi segði landsstýrismaðurin, at fiskivinnugransking og fíggjarligur stuðul innan hetta virkisøki leita áhaldandi eftir nýggjum møguleikum, og hann segði, at nýtt havrannsóknarskip er fevnt av viðgerðini um langtíðaríløgur.
Um áhaldandi tillagingar vísti landsstýrismaðurin í fimta lagi á, at frælsur handilsskapur eisini er ein týðandi fyritreyt.
- Tí hevur landsstýrið minkað um krøvini til sølu av rávøru um uppboðssølu.
Jacob Vestergaard segði, at eitt einfaldari býti millum vinnurekandi og ítriv er neyðugt, og tí verður skipanin innan útróður ætlandi broytt, soleiðis at tey vinnurekandi fáa betri skipað virkisgrundarlag, samstundis sum skipanin innan ítrivsvirksemi verður dagførd.
Hann helt í sjeynda lagi, at neyv stýring av veiðitrýstinum kanska er besta dømi um áhaldandi tillagingar.
- Landsstýrið hevur flutt djúpvatnstrolarar inn í fiskidagaskipanina, og síðsta summar vórðu dagarnir hjá útróðrarbátum stillaðir rætt, sum landsstýrismaðurin tók til.
Hann helt, at ein stuðulsfrí vinna helst er ein hin fremsta fyritreytin fyri burðardyggari vinnu.
- Inntøkutrygdin er flutt av fíggjarlógini, og er skipanin nú at sammeta við eina privata tryggingarskipan, ið vinnan sjálv fíggjar.
Haldgott grundarlag
Landsstýrismaðurin segði, at nevndu átøk eru gjørd við tillagingum fyri eyga.
- Tað skal vera mín vón, at Fiskivinnutingið 2011 kastar ljós á fleiri átøk og møguleikar, ið vinna, serfrøði og myndugleikar kunnu taka til sín.
Jacob Vestergaard helt, at burðardyggleiki er ein læra, sum vit byggja land okkara á, soleiðis at vit kunnu gagnnýta okkara tilfeingi við hægstu úrtøku fyri eyga, samstundis sum tilfeingið tryggjar eftirkomarum okkara eitt haldgott grundarlag.
At enda nýtti landsstýrismaðurin høvi at taka fyriskiparunum fyri tiltakið.