toski á innaru leiðunum. Lítið hevur verið at fingið av útróðrarfiski í fleiri ár, bæði av toski og hýsu, og tað eru bert einstakir útróðrarmenn, ið hava fingið tað at bera til. Men, nú frættist javnan [...] fyri og eisini á miðøkinum í Føroyum. At góðir útróðrardagar nú javnan vera gjørdir víða um, kundi verið eitt tekin um, at batar eru fyri stavn. Herfyri frættist um rættiliga góðar dagar við línu norðan [...] fyri, og í vikuni frættist eisini um góðar útróðrardagar hjá bátum í Vági. Skálvíkingar hava eisini verið onkran línutúr, sum hevur eydnast rímiliga væl. Viðhefta mynd er av Carl August Arge, sum plagar at
illa hevði verið vorðið, um ikki teir stóru motorbátarnir høvdu verið nærindis. Her verður eisini sagt, at eitt fýramannafar úr Vági setti upp í Sumba. Blaðið spyr eisini, um tað ikki hevði verið uppá sítt [...] var góður, so tað fór hvør fjøl á flot sum flóta kundi. Tað vóru einir 15-17 bátar, fullmannaðir við úti við 100 monnum, sum fóru út tíðliga henda morgunin. Streymurin var soleiðis, at tað mátti farast [...] farast tíðliga á morgni. Tá tað leið nakað út á dagin, vísti tað seg sum at ein kollur av mjørka setti niður á Lítlu Dímun. Hetta merkir, at vindur kann væntast heilt skjótt. Tá tað leið út á dagin, bleiv eisini
Tað livir eitt sindur við bryggjuna í Heygsstøð. Báturin rykkir í endarnar, og hann kennist eitt sindur leysur á floti. Men hann er rættiliga góður at vera umborð á, og hann ber seg óvæntað væl í sjónum [...] sjónum, sigur Sonni Johansen á Strondum, sum her fyri keypti 23 tonsaran Marionnu úr Noreg. Teir hava verið ein túr og roynt bátin. Og hann er rættiliga góður at andøva við, sigur Sonni Johansen. Marianna er [...] hann, sum er. Dekkið er sera væl innrættað og rúmligt og arbeiðsligt. Báturin er yvirdekkaður, og tað er høgt millum dekkini, so ongum nýtist at ganga við ampa fyri at sláa seg í nakrastaðni. Marianna
Líkið varð flutt á Landssjúkrahúsið, har tað verður kannað. Av politistøðini í Runavík verður sagt, at tað sannlíkt er talan um horvna Heina Olsen, men at tað sjálvandi er ein lítil møguleiki fyri, at [...] boð um hetta. Tað var 3. mai, at Heini Olsen hvarv, og stórstílað leiting varð sett í verk. Hendan gav tó einki úrslit, og eftir 14 døgum var leitingin avblást. Síðani tá hevur ikki verið nøkur skipað leiting [...] útróðrarbáturin Borgin úr Klaksvík fram á eitt lík í sjónum. Sannlíkt er talan um horvna Heina Olsen. Tað kann saktans vera horvni Heini Olsen, ið nú er komin aftur í aftur. Um 21-tíðina í gjárkvøldið kom
Tað eru fleiri, sum eru spentir, nú nýggi fiskimálaráðharrin - eins og undanmaður hansara, Jacob Vestergaard - ætlar at loyva ávísari vinnuligari veiði á Føroyabanka í ár. Talan hevur verið um at býta [...] soleiðis í fótasporunum hjá undanmanni sínum. Tað er greitt, at ein ávís vinnulig veiða á Føroyabanka í stóran mun fer at fylgja tilmælunum hjá Havstovuni, og tað er í her, at nevndu 200 dagarnir eru komnir [...] Janus Sørensen, at árið var gott, og í longri tíð hevur prísurin á ráfiski verið góður - ja, so góður, sum hann neyvan áður hevur verið yvir so langa tíð. - Vit høvdu 102 fiskidagar tilsamans í fjør, og vit
sektaruppskot, sum hann kann góðtaka - ella vraka. Verður uppskotið vrakað, endar málið í rættinum. Tað var síðsta heyst, at Føroya løgting fyri fyrstu ferð - í nýggjari tíð - bannaði vinnuligari línuveiði [...] 1000 pund - sum útróðrarbáturin hevði fingið á línuni, er seldur á Fiskamarknaði Føroya. Vit hava verið í sambandi við skiparan, sum verður avhoyrdur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Lítil og eingin útróður hevur verið norðanfyri síðan páskavikuna, men væntandi fara bátar, sum liggja á Eiði, út aftur í kvøld. Tað hevur viðrað illa, nú várróðurin hevur verið fyri, og nú fer tíðin við [...] várróðrinum skjótt at ganga undan. - Hetta hevur verið eitt vánaligt vár til veður, og tá snellubátarnir hava verið úti, hava teir heldur ikki fingið tað nógva. Hans Tóri Kallsoy, sum starvast hjá Bátafiski [...] línu. - Hesir hava fiskað hampiliga væl, og í seinastuni hevur at kalla øll veiðan verið toskur. Men, nú hevur verið steðgur í síðan í páskavikuni. Hann sigur, at um nakrar vikur - kanska um hálvan mai
Fiskivinna Lítil og eingin útróður hevur verið kring landið seinasta mánaðin. Tað hevur viðrað illa í vetur, og sjáldan hava líkindi verið til at loysa bátarnar. Men leygardagin var ein hampiligur dagur [...] kalla svart, bæði eystanfyri og vestanfyri. Tí er ikki líkt til, at steðgurin, sum hevur verið, nú líkindini hava verið so vánalig, hava gjørt, at fiskur er at fáa. Sosialurin hevur tó frætt um bátar aðrastaðni [...] aðrastaðni, sum hava fingið upp í góð 100 pund á stampin. Men talan hevur sum heild ikki verið um teir stóru útróðrardagarnar. Vit hava eisini frá onkrum, sum leygardagin var farin at fáa sær nøkur kók, men
Og nú hava teir funnið út av, at tað ber til at hoyra Útvarpið og Rás2 á landleiðini, hóast millumbygljusendarin er sløktur, og FM sendarin hjá Útvarpinum ikki røkkur. Tað klára teir við eini sjónvarpsantennu [...] hava umborð. Tað ger, at teir hoyra bæði Útvarp Føroya og Rás2 líka væl, sum teir gera, tá teir eru við hús. Sjónvarpssendarin er væl sterkari enn millumbylgjusendarin hjá Útvarpinum, og tað er eingin t [...] sendarin slóknaði, nú í grundini bara verið ein fyrimunur, sigur hann. Hann var annars rættiliga argur um at missa Útvarpið, tá sendarin fór, men sigur nú, at tað er nógv »behagiligari« at lurta eftir
veðrið verið gott, og væl av útróðrarfiski er komið uppá land í bygdum, har útróður er. Streymurin hevur verið góður, men sum skilst, er hann nú harðnandi. Klaksvíkin er gomul útróðrarbygd, og tað var tann [...] nú veðrið hevur verið so gott. Teir, ið royna við línu, hava javnan ligið millum 100 og 200 pund á stampin, og í seinastuni hevur meiri enn helmingurin av veiðini verið hýsa. Men tað veldst um, hvar bátarnir [...] flotin og virkini eru vorðin størri, er týdningurin av útróðrinum lutfalsliga minkaður. Men tað vildi verið eitt undarligt og fátæksligt føroyskt samfelag við ongum útróðrarbátum, ongum útróðrarmonnum