Útróðrarbátarnir í gongd aftur

Lítil og eingin útróður hevur verið norðanfyri síðan páskavikuna, men væntandi fara bátar út aftur í kvøld.

Lítil og eingin útróður hevur verið norðanfyri síðan páskavikuna, men væntandi fara bátar, sum liggja á Eiði, út aftur í kvøld.

 

Tað hevur viðrað illa, nú várróðurin hevur verið fyri, og nú fer tíðin við várróðrinum skjótt at ganga undan.

 

- Hetta hevur verið eitt vánaligt vár til veður, og tá snellubátarnir hava verið úti, hava teir heldur ikki fingið tað nógva. 

 

Hans Tóri Kallsoy, sum starvast hjá Bátafiski á Eiði, sigur, at onkur dagur hevur roynst so nøkulunda, men sum heild hava ógvuliga fáir samanhangandi dagar verið.

 

Hann væntar, at teir tríggir útróðrarbátarnir, sum royna við línu - Gunnvá, Gordrúgvin og Falkurin - fara við línu í kvøld.

 

- Um viðrar, vænti eg eisini, at snellubátarnir loysa, og eg vænti, at teir fara at royna nakrar dagar aftrat.

 

Hans Tóri Kallsoy sigur, at meðan snellubátarnir hava fingið lítið burturúr várróðrinum, hevur gingið betri hjá teimum trimum útróðrarbátunum sum royna við línu.

 

- Hesir hava fiskað hampiliga væl, og í seinastuni hevur at kalla øll veiðan verið toskur. Men, nú hevur verið steðgur í síðan í páskavikuni.

 

Hann sigur, at um nakrar vikur - kanska um hálvan mai ella so - er væntandi, at hýsan kemur móti landi aftur.

 

- Vanligt er, at tá toskurin flytir seg, kemur hýsan inn ímóti aftur, og tá plagar veiðan at býta seg millum tosk og hýsu, sigur Hans Tóri Kallsoy hjá Bátafiski á Eiði.