Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap

- Útróðrarfiskurin gongur inn í okkara framleiðslu, sum annar fiskur. Kósin er eitt stórt fiskavirki, sum keypir fleiri fiskasløg og hevur ávísar framleiðslur. Vit gera ikki mun á útróðrarfiski og øðrum fiski í framleiðsluni, sigur Klæmint Hansen, virkisleiðari

Útróður

Seinastu tíðina hevur veðrið verið gott, og væl av útróðrarfiski er komið uppá land í bygdum, har útróður er. Streymurin hevur verið góður, men sum skilst, er hann nú harðnandi.
Klaksvíkin er gomul útróðrarbygd, og tað var tann tíð, tá ið henda vinna at kalla var altavgerandi fyri trivnaðin á staðnum.
Men alt broytist og flytir seg, og soleiðis er eisini við vinnuni. Og tó; framvegis í dag breyðføðir útróðurin nógvum familjum í Klaksvík og aðrastaðni kring landið, og í egningarskúrunum standa enn ung sum eldri og syrgja fyri, at útróðrarbátarnir hava nóg mikið av egndari línu til næstu setu.
So hvørt, sum fiskiskipaflotin og virkini eru vorðin størri, er týdningurin av útróðrinum lutfalsliga minkaður. Men tað vildi verið eitt undarligt og fátæksligt føroyskt samfelag við ongum útróðrarbátum, ongum útróðrarmonnum og ongari egning.

Einki ber til

Nú smápláss eru við at doyggja út, kundi ein gongd leið kanska verið at vent aftur til tíðina, tá ið útróður og fiskakjallari var á nógvum bygdum, har eingir aðrir vinnumøguleikar vóru.
Men tað nyttar ivaleyst einki at tosa um hesi viðurskifti í dag, tí samfelagið er so nógv broytt, og krøvini til hetta og hitt eru so nógv økt.
Fyrr var vanligt, at handilsmaðurin í bygdini hevði ein fiskakjallara, har eini 15-20 fólk stóðu og flaktu og saltaðu fisk. Menninir, sum áttu bát, kundu rógva út í tí góðu tíðini á árinum og sleppa av við fskin á staðnum.
Tey, ið eru tilkomin og vaksin upp á smáplássunum, minnast hugnaligu kvøldini, tá ið bátarnir komu aftur at landi við stórum og góðum fongi. Dagin eftir stóðu hurðarnar í fiskakjallaranum opnar oman á bryggjuna, og menn og kvinnur kundu tjena sær nakrar krónur.
Í dag ber einki til.

Eftir Kósabrúnni

Seinasta leygardag gekk blaðstjórin á Sosialinum sær ein túr eftir Kósabrúnni og tók nakrar myndir av útróðrarbáti, sum lá og landaði. Á bryggjuni møtti hann útróðrarmonnum, og hann møtti eisini Jákupi Sólstein, formanni í Føroya Reiðarafelag, sum altíð er fryntligur at hitta.
Bátur við nógvum fiski lá við bryggjuna, og menn vóru væl nøgdir við fongin hendan dagin.
Klæmint Hansen, sum er virkisleiðari á Kósini, veit at siga, at útróðrarbátarnir hava havt góðan fiskiskap í seinastuni, nú veðrið hevur verið so gott. Teir, ið royna við línu, hava javnan ligið millum 100 og 200 pund á stampin, og í seinastuni hevur meiri enn helmingurin av veiðini verið hýsa. Men tað veldst um, hvar bátarnir royna. Hinvegin hevur lági hýsuprísurin havt við sær, at útróðrarmenn hava ligið meira eftir toskinum.
Kósin hevur landingarmiðstøð, men sum oftast er tað Fiskamarknaðurin, sum landar fyri Kósina.
- Vit keypa hesa tænastu frá Fiskamarknaðinum, sum hevur sítt egna fólk til endamálið, sigur Klæmint.
Hann veit at siga, at nakrir útróðrarbátar landa burtur av til Kósina og fara tískil ikki um uppboðssøluna við fiskinum, men hesir eru tó undantakið.

Flestu við línu

- Flestu útróðrarbátarnir í Klaksvík royna við línu, eisini um várarnar, tá ið menn aðrastaðni plaga at leita norður um at royna eftir várfiski. Tað eru tó nakrir av teimum smáu bátunum, sum leggja um, meðan norðhavsróðurin er. Teir stóru útróðrarbátarnir í Klaksvík, úr 30-40 tonsum og uppeftir, royna vanliga við línu alt árið og leggja ongantíð um til snellu.
Umleið helmingurin av ráfiskinum, sum Kósin keypir, keypir virkið beinleiðis frá skipum og bátum. Hin helmingurin verður keyptur á uppboðssølu.
- Hesa tíðina er útboðið av útróðrarfiski vanliga nokso stórt, og tað plagar at ganga útyvir prísirnar.
Klæmint heldur tó ikki, at nakað serligt er at siga um prísgongdina beint nú.
- Útróðrarfiskurin gongur inn í okkara framleiðslu, sum annar fiskur. Kósin er eitt stórt fiskavirki, sum keypir fleiri fiskasløg og í fyrsta lagi tosk, hýsu og upsa. Í framleiðsluni gera vit ikki mun á útróðrarfiski og øðrum fiski, sigur Klæmint Hansen, virkisleiðari.Stjóri á Kósini í Klaksvík er Hanus Hansen.