Útróðrarbátarnir nýta sjónvarpsantennu

Útróðrarbátar á innaru leiðunum hava loyst trupulleikan við sløkta millumbylgjusendaranum við at binda í eina sjónvarpsantennu

Gamalt er, at sjómaðurin er ongantíð ráðaleysur. Og nú hava teir funnið út av, at tað ber til at hoyra Útvarpið og Rás2 á landleiðini, hóast millumbygljusendarin er sløktur, og FM sendarin hjá Útvarpinum ikki røkkur. Tað klára teir við eini sjónvarpsantennu
Fróði Ejdesgaard, skipari á Fiskivarða úr Oyndarfirði, sigur, at teir hava loyst trupulkeikan við Útvarpinum við at binda í sjónvarpsantennuna, teir hava umborð. Tað ger, at teir hoyra bæði Útvarp Føroya og Rás2 líka væl, sum teir gera, tá teir eru við hús.
Sjónvarpssendarin er væl sterkari enn millumbylgjusendarin hjá Útvarpinum, og tað er eingin trupulleiki at hoyra hann út á einar 12 fjórðingar í øllum førum, sigur Fróði Ejdesgaard. So hjá teimum við teimum smærru bátunum, sum liggja á innaru leiðunum, hevur hetta, at millumbylgjusendarin slóknaði, nú í grundini bara verið ein fyrimunur, sigur hann.
Hann var annars rættiliga argur um at missa Útvarpið, tá sendarin fór, men sigur nú, at tað er nógv »behagiligari« at lurta eftir FM enn eftir millumbylgjuni, og nú , teir hava funnið út av hesum við sjónvarpsantennuni, hoyra teir knappliga eisini Rás2.
Men verri stendur til hjá teimum, sum eru longri burtur, sigur Fróði Ejdesgard. Har hjálpir eingin sjónvarpsantenna. Tí er alneyðugt at fáa millumbylgjusendaran at virka aftur, staðfestir hann.