Útróðrarbátur "hapsaður"

Nú skulu friðingarnar fyri línuveiði inni við land, sum Føroya løgting samtykti síðsta heyst, eftir øllum at døma standa sína roynd, tí í gjárkvøldið tók Fiskiveiðieftirlitið nevniliga ein útróðrarbát av Skálafjørðinum, sum eftirlitið metti hevði línuna standandi ov nær landi.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at skiparin á bátinum skal avhoyrast, og síðan fær hann eitt sektaruppskot, sum hann kann góðtaka - ella vraka. Verður uppskotið vrakað, endar málið í rættinum.

Tað var síðsta heyst, at Føroya løgting fyri fyrstu ferð - í nýggjari tíð - bannaði vinnuligari línuveiði inni við land. Friðingarnar eru galdandi úr hálvum og út á tríggjar fjórðingar úr landi eftir ávísum linjum.

Nú er so ein útróðrarbátur tikin fyri ólógliga línuveiði, og lítið man vera at ivast í, at júst hetta mál verður eitt fyridømi fyri onnur líknandi brot, sum kunnu koma.

- Fiskurin - eini 1000 pund - sum útróðrarbáturin hevði fingið á línuni, er seldur á Fiskamarknaði Føroya. Vit hava verið í sambandi við skiparan, sum verður avhoyrdur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.