Útróðrarbátarnir á Sandi draga svart

Hóast lítil og eingin útróður hevur verið seinastu tíðina, tí veðrið hevur verið so vánaligt, er ikki líkt til, at nakar serligur fiskur er at fáa, tá ið roynandi er

Fiskivinna

Lítil og eingin útróður hevur verið kring landið seinasta mánaðin. Tað hevur viðrað illa í vetur, og sjáldan hava líkindi verið til at loysa bátarnar. Men leygardagin var ein hampiligur dagur, og soleiðis var eisini mánadagin.
Nakrir bátar av Sandi vóru á útróðri leygardagin, men sum skilst haðani, drógu teir at kalla svart, bæði eystanfyri og vestanfyri.
Tí er ikki líkt til, at steðgurin, sum hevur verið, nú líkindini hava verið so vánalig, hava gjørt, at fiskur er at fáa.
Sosialurin hevur tó frætt um bátar aðrastaðni, sum hava fingið upp í góð 100 pund á stampin. Men talan hevur sum heild ikki verið um teir stóru útróðrardagarnar.
Vit hava eisini frá onkrum, sum leygardagin var farin at fáa sær nøkur kók, men sum skilst, var heldur eingin snørisfiskur at fáa.

Til eftirlit

Mánadagin landaði Eysturbúgvin á Sandi, men tá ið vit frættu haðani, høvdu tey fingið neyvu tølini.
Nornagestur og Kolumbus, sum plaga at leggja veiðina upp á Sandi, vóru inni seinasta hósdag við 160.000 pundum tilsamans, meginparturin upsi.
Á Sandoy Seafood siga tey, at upsin, sum skipini høvdu, var rættiliga smáur.
- Upsin hevur annars verið hampiliga góður í vetur, men nú er líkt til, at hann er smærri aftur.
Nornagestur og Kolumbus hava gjørt einar 2-3 túrar higartil í ár, men nú eru teir farnir á Tórshavnar Skipasmiðju til eftirlit, sum helst fer at taka nakrar dagar.