heilt nógv ár, so varð tað ikki bert kappróður, sum kappast varð í á Skálafjørðinum. Kappsiglingin hevur eisini djúpar røtur á eystanstevnuni, og aftur í ár stóð hendan á skránni. 19 bátar høvdu boðað frá [...] yvirlitinum niðanfyri, og eftir harða dystin, vóru luttakararnir bodnir umborð á Høganes, har steypahandanin og okkurt ábit var á skránni. NrBáturManningBygd 1MalleOdmar og Marner JoensenKollafirði 2NónAgnar
orðum siga, at tey, sum vóru á havnarlagnum alla tíðina, hugdu og serliga bíðaðu í knappar fýra tímar. Sammett við fyri tveimum árum síðani, tá ið kappróður seinast var á Eystanstevnuni, var talan um meiri [...] als ikki áttu at síggjast á Skálafjørðinum leygardagin. Á umboðum fyri Róðrarsambandið skilja vit, at teir seinni í hesi vikuni fara at eftirviðgera tað, sum gekk fyri seg á Skálafjørðinum. Í tí sambandinum [...] FM-KAPPRÓÐUR Eingin setur spurnartekin við sjálvan kappróðurin og vinnararnar á Eystanstevnuni leygardagin. Men róðrartíðin var so mikið long, at tað í hesum próvtøkutíðum ikki kann gevast annað próvtal
Kappróður Eingin tykist at skula skala Argjabátin. Á Skálafjørðinum síðsta leygardag var hann meiri sannførandi vinnari, enn hann var í Klaksvík næstsíðsta leygardag. Á Norðoyastevnu var Nevið Reyða næstfremst [...] og aftur til Nevið Reyða, sum altso endaði á triðja plássinum. Tað hevur verið tosað um, at Kvívíkingur fór væl seinni undir venjingarnar, enn teir umborð á Argjabátinum fóru, og at hetta kanska fór at [...] gjørdist størri, og á málinum var Argjabáturin meiri enn leysur av Kvívíkinginum. Ørvur er mannaður av nýggjum, eftir at fleiri teirra, sum vóru við í fjør, nú eru farnir umborð á Hoyvíkingin. Ørvur hekk
Kappróður Mest sannførandi kappróðrarmanningin av øllum teimum 55, sum higartil í ár hava luttikið í FM kappingini, er kvinnumanningin umborð á Jarnbardi. Á Norðoyastevnu vunnu tær, eftir at tær eina góða [...] verður Jarnbardur, sum aftur fer at fáa fatur á meistaraheitinum, sum tær seinast vunnu í 2002, og sum Gongurólvur í fjør slapp at læna. Og í løtuni bendir alt á, at tað verður við fullum stigatali. 6-mannafør [...] góða løtu høvdu kappast við Páll Fanga. Á Skálafjørðinum leygardagin var Páll Fangi aftur næstfremstur. Sammett við í Klaksvík, so var munurin leygardagin tann, at hesa ferð kappaðist Jarnbardur ikki við
Kappróður Spell var tað, at eitt sindur av glansinum leygardagin skuldi fara av kappróðrinum, sum er meiri spennandi enn allir hinir. Áskoðarafjøldin á róðrarøkinum var farin at tynnast, og útvarpslurtararnir [...] so mikið nógv fyri, sum tað plagar at vera, og sum tað eigur at vera. Á fyrra partinum av 2000 metra teininum gekk rættuliga javnt á. Tað var ongantíð leyst millum bátarnar, og munurin var millum lítil [...] annar. Kappingin stóð við út eftir fjørðinum. Men á seinna partinum av róðrarteininum var kappingin ikki so stór um fremsta plássið. Havnarbáturin, sum vann á Norðoyastevnu, var aftur hesa ferðina drúgvastur
Kappróður Menninir á Jarnbardi gjørdu leygardagin sum kvinnurnar umborð á Jarnbardi. Teir vunnu sína kapping. At Jarnbardur vinnur á somu stevnu bæði við monnum og kvinnum kemur ikki fyri á hvørjum ári [...] manningarnar vunnu á somu stevnu. Men hetta varð skotið niður aftur beinanvegin. Tað varð upplýst, at eina ferð áður hevur Jarnbardur vunnið við bæði monnum og kvinnum á somu stevnu, og tað var á Vestanstevnuni [...] Bátsformaðurin umborð á Jarnbardi heldur, at unga manningin umborð á Gongurólvi hevur stak gott róðrarlag. Hann væntar eisini, at nýggja Strálan fer at gera nógv fyri at vinna, og hann vísir á, at Sundabáturin
Kappróður Fýra teir fremstu bátarnir á Skálafjørðinum leygardagin vóru teir somu, sum endaðu á fýra teimum fremstu plássunum í Klaksvík. Men hesa ferð var røðin øðrvísi, enn hon var ta ferðina. Tá vann [...] plássið. Tað gekk rættuliga javnt á alla tíðina á Skálafjørðinum. Kappingin stóð millum Firvald og Blik, sum bara var skutin undan tvørábátinum. - Vit kendu alla tíðina á okkum, at tað sá ikki so galið út [...] kenna vit okkum at vera sera væl fyri, sigur Anna Andresen, sum er bátsformaður umborð á Bliki á Argjum. Tríggjar umborð á Bliki róðu eisini í fjør, og fýra hava ongantíð róð áður. Manningin er henda: Joan
Kappróður Á Norðoyastevnu vóru teir ov stuttir. Tá vann nýggi báturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Á Skálafjørðinum varð lagt upp til, at Spógvin skuldi verja heiðurin og æruna hjá vertunum. Tað eydnaðist [...] ikki nóg góður hjá okkum. Hesa ferð vitsu vit, tá ið vit komu á mál, at vit høvdu vunnið á Spógvanum, og vit hildu okkum eisini at hava vunnið á Havfrúnni. Vit hildu okkum hava kappast við Fípuna Føgru um [...] fyrstu tøkini í startspurtinum var Blikur fremstur, og hann helt seg á tí plássinum alla tíðina. - Vit vóru eitt lítið sindur trilvandi á allar fyrstu tøkunum. Men vit mistu ongantíð nakað serligt í mun til
formaður í Argja Róðrarfelag. Róðrarfelagið á Argjum hevði fimm manningar við í kappingini á Skálafjørðinum leygardagin. Genturnar og dreingirnir umborð á Bliki vunnu fyri fyrstu ferð í ár, og Argjabáturin [...] hevur gjørt higartil, sigur felagsformaðurin á Argjum. Tá ið hann roknar manningarnar upp, sum umboða felagið í summar, sigur hann fyrst, at tað eru seks manningar á Argjum. Orsøkin er tann, at hann eisini [...] í neystinum á Argjum, har báturin hjá teimum stendur, og samstarvið millum nólsoyingar og argjamenn er fyrimyndarliga gott. Størra helvtin av teimum, sum luttaka í kappróðri við bátunum á Argjum, búgva
millum bátarnar. Inni á málinum er upptøkutól, so eftirkannast kann, tá javnt er millum bátarnar. Alt gott um upptøkutól, men tá vit nú liva í einari tøknitíð, hevði tað ikki verið upp á tíðina, at allir bátar [...] bátar fingu eina strikukodu á stavnin, so tá bátarnir komu inn um málstrikuna, har ein fotosella var, blivu skrásettir automatiskt í einari teldu á málinum, so onki ivamál var eftir róðurin. [...] Atli S. Justinussen Árnafjørður ????????????? Kappróður, okkara mentanarítrótt, er nú við árunum bara blivin meira og meira harður, og sjálvsagt ótrúliga spennandi, soleiðis at úrslitini eru ótrúliga jøvn