Størsti róðrardagur nakrantíð á Argjum

Fagnaðurin var stórur á Argjum leygarkvøldið, eftir at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði eydnast róðrarfelagnum at vinna tríggjar róðrar

SIGURSSÆLT FELAG

Tað var rómur á Argjum leygarkvøldið. Stóru bilarnir, sum høvdu verið í Runavík við kappróðrarbátunum, bíðaðu eftir hvørjum øðrum, áðrenn teir fóru um brúnna. So varð koyrt um allar Argir, togað varð í floyturnar, og manningarnar koyrdu aftaná. Fólkið savnaðist í neystinum, har tað, sum tað altíð verður, tá ið tað hevur verið kappróður, varð bjóðað suppa.
Umleið hundrað fólk vóru møtt at taka ímóti og fagna róðrarfólkunum hjá Argja Róðrarfelag. Sambært formanninum í felagnum var talan um serligan dag.
- Felagið er gott og væl tjúgu ára gamalt, og hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at tað á einari stevnu hevur eydnast at vinna tríggjar róðrar. Áhugin fyri felagnum er yvirhøvur stórur. Men tað er einki at liggja omaná, at tá ið tað gongst, sum tað gjørdi hesa ferð, so sást tað serliga væl, hvussu stórur áhugin er, sigur Sigurd Andreasen, formaður í Argja Róðrarfelag.
Róðrarfelagið á Argjum hevði fimm manningar við í kappingini á Skálafjørðinum leygardagin. Genturnar og dreingirnir umborð á Bliki vunnu fyri fyrstu ferð í ár, og Argjabáturin endurtók sannførandi sigurin frá Norðoyastevnuni. Umframt manningarnar, sum vunnu, so luttók 6-mannafarið Lómur bæði við monnum og kvinnum.
- Kanska hevur eingin manning hjá okkum gjørt so nógv við venjingina, sum menninir umborð á Lómi hava. Bæði teir og vit høvdu sjálvandi vónað, at hetta skuldi síggjast aftur í úrslitunum. Men higartil hevur tað ikki stemmað heilt hjá teimum. Vit vóna kortini, at tað fer at eydnast betri, enn tað hevur gjørt higartil, sigur felagsformaðurin á Argjum.
Tá ið hann roknar manningarnar upp, sum umboða felagið í summar, sigur hann fyrst, at tað eru seks manningar á Argjum. Orsøkin er tann, at hann eisini roknar 10-mannafarið Nólsoyingin uppí. Nólsoyingar eru í sínum egna felag í Nólsoy. Men teir hava í fleiri ár hildið til í neystinum á Argjum, har báturin hjá teimum stendur, og samstarvið millum nólsoyingar og argjamenn er fyrimyndarliga gott.
Størra helvtin av teimum, sum luttaka í kappróðri við bátunum á Argjum, búgva uttanfyri brúnna. Tað eru eisini fleiri aðra staðni frá, og tað kemur ofta fyri, at rógvarar, sum hava róð á Argjum, seinni eru við til at manna bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag og øðrum feløgum í Havnini, og tað kemur eisini ofta fyri, at fólk kemur úr feløgunum í Havnini og aðra staðni frá og út á Argir at rógva.
Vánirnar eru góðar fyri, at tað seinni í summar skal eydnast Argja Róðrarfelag at leggja okkurt FM heitið afturat teimum, sum felagið higartil hevur vunnið. Fyrstu ferð Argja Róðrarfelag vann eitt FM var í 1984. Tá vóru tað genturnar umborð á Bliki, sum vunnu, og árið eftir vann dreingjamanningin fyrsta FM heitið. Argjabáturin vann FM fyri fyrstu ferð í 1991. Tilsaman hevur felagið higartil vunnið tólv FM heiti. Av teimum hevur Argjabáturin vunnið tey sjey. Enn hevur tað ikki eydnast 6-mannafarinum Lómi at vunnið FM.

Ganga tørn
Umstøðurnar til kappróður og alt tað, sum livir og rørir seg kring eitt kappróðrarfelag, eru góðar á Argjum.
- Vit eiga góð felagshølir. Bátarnir standa væl, og tað er lagaligt at draga bátarnar og at klæða um í sambandi við venjing. Tað verður farið undir róðrarárið ikki so langt eftir ársskiftið, og frá síðst í januar og til eftir Ólavsøku er nógv lív í neystinum. Vit hava hesa seinastu tíðina gjørt eitt sindur fyri at hækka støðið soleiðis, at tað er so reint og nossligt, at tað skal kennast hugaligt og heimligt hjá øllum. Manningarnar ganga tørn at hava ábyrgd fyri at vaska og rudda. Tær eiga hetta tørnið eina viku í senn, og tað vísir seg at rigga væl, sigur Sigurd Andreasen.
Felagið á Argjum eigur fýra rógvimaskinur, sum verða dúgliga nýttar frá stutt eftir nýggjár og inntil tað verður farið í bátarnar at venja. Felagið hevur ætlanir um at fáa sær fleiri rógvimaskinur.
- Stutt undan Norðoyastevnu varð skipað fyri stuðulsróðri. Manningarnar syrgdu sjálvar fyri at finna stuðlar, og so róðu tær ein tíma í part. Hetta gav umleið 35 túsund krónur til felagið, og tað er ætlanin at nýta upphæddina eitt nú til at økja um talið av rógvimaskinum, veit formaðurin at siga.
Eisini millum tey heilt ungu er áhugi fyri kappróðri á Argjum. Hetta sæst eitt nú aftur í, at felagið luttekur í barnaróðrinum. Blikur er mannaður við bæði gentum og dreingjum. Leygardagin endaðu báðar manningarnar á øðrum plássi, meðan manningar hjá Havnar Róðrarfelag vunnu. Drekin vann genturóðurin, og Sílið vann dreingjaróðurin.