Eins og sigur hevur verið nú í heilt nógv ár, so varð tað ikki bert kappróður, sum kappast varð í á Skálafjørðinum.
Kappsiglingin hevur eisini djúpar røtur á eystanstevnuni, og aftur í ár stóð hendan á skránni.
19 bátar høvdu boðað frá luttøku, og tá kappingin var av, vóru tað Odmar og Marner Joensen úr Kollafirði, sum høvdu staðið seg best.
Úrslitið av kappsiglingini framgongur annars av yvirlitinum niðanfyri, og eftir harða dystin, vóru luttakararnir bodnir umborð á Høganes, har steypahandanin og okkurt ábit var á skránni.
NrBáturManningBygd
1MalleOdmar og Marner JoensenKollafirði
2NónAgnar Olsen og Kristian HansenHósvík
3LeivurBjarni og Jón PetersenKollafirði
4HelgaKaj og Hjørleif JohannesenKaldbak
5BúgvinPer Mikkelsen, Poul Arni PoulsenStrendur
6GjáarbáturinJanus Petersen, Johan EysturoyVestmanna
7LuddiJógvan Olsen, Óli Andrias ChrstiansenKollafirði
8Niels í NesinumAlfred og Fríði GullbeinHavn
9KollsteinurMikkjal HansenHósvík
10VinurÓli MikkelsenHavn
11LundinJónfríður PoulsenSkála
12TernanKári BorgarklettHósvík
13SildinJónsvein og Páll MikkelsenToftir
14 ElisabethSímun Olsen, Danjal Jacob AndreVestmann
15HellaSvend og Hallur KnudsenSaltangará
16MiðgerðJohannes JohannesenKollafirði
17GurðiðAllan PoulsenSaltangará
18SunnridBeinur og Høgni JoensenSaltangará
19BirgishamarEsmar Petersen, Áki HansenKollafirði