Jarnbardur er sær sjálvum líkur

Eingin ivi tykist vera um, at tær fara at verða meistarar. Spurningurin er bara, um tað verður við fullum stigatali, og tað bendir alt í løtuni á, at tað fer at verða

Kappróður

Mest sannførandi kappróðrarmanningin av øllum teimum 55, sum higartil í ár hava luttikið í FM kappingini, er kvinnumanningin umborð á Jarnbardi.
Á Norðoyastevnu vunnu tær, eftir at tær eina góða løtu høvdu kappast við Páll Fanga. Á Skálafjørðinum leygardagin var Páll Fangi aftur næstfremstur. Sammett við í Klaksvík, so var munurin leygardagin tann, at hesa ferð kappaðist Jarnbardur ikki við nakran um fremsta plássið, meðan Páll Fangi var í ikki so lítlari kapping um næstfremsta plássið.
Startspurturin var ikki meiri enn reiðiliga av, tá ið Jarnbardur stakk seg framum hinar bátarnar. Tá ið hálvt málið var rógvið, var Jarnbardur meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri hinar, og tá ið Jarnbardur fór um málið, var hann væl meiri enn leysur av teimum næstu.
Páll Fangi kappaðist við Lóm um annað plássið. Á málinum var Páll Fangi eina stóra hálva bátslongd frammanfyri Lóm. Nýggi Gongurólvur tóktist eina løtu hava hug at bjóða seg fram í kappingini um heiðursmerkini, men hann megnaði ikki at halda tørn. Á málinum var Gongurólvur dottin eitt sindur meiri enn eina bátslongd aftur um Lóm.
Soleiðis sum tað hevur tørnað út hesar báðu fyrstu ferðirnar, so tykist spurningurin nú vera, um nakar bátur í onkrari kapping fer at verða førur fyri at vinna á Jarnbardi. Um manningin verður tann sama alt summarið, sum hon hevur verið í tveimum teimum fyrstu kappingunum, so tykist eingin ivi at verða um, at tað verður Jarnbardur, sum aftur fer at fáa fatur á meistaraheitinum, sum tær seinast vunnu í 2002, og sum Gongurólvur í fjør slapp at læna. Og í løtuni bendir alt á, at tað verður við fullum stigatali.

6-mannafør, kvinnur
1Jarnbardur5:43:03
2Páll Fangi5:49:00
3Lómur5:51:16
4Gongurólvur5:55:14
5Sølmundur6:02:08
6Víkingur6:03:06
7Sundabáturin6:12:05