Kappróður
Á Norðoyastevnu vóru teir ov stuttir. Tá vann nýggi báturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Á Skálafjørðinum varð lagt upp til, at Spógvin skuldi verja heiðurin og æruna hjá vertunum. Tað eydnaðist ikki. Argjadreingir vóru teimum ov boysnir. Eftir fyrstu tøkini í startspurtinum var Blikur fremstur, og hann helt seg á tí plássinum alla tíðina.
- Vit vóru eitt lítið sindur trilvandi á allar fyrstu tøkunum. Men vit mistu ongantíð nakað serligt í mun til teir, sum vit roknaðu við, at vit skuldu kappast við. Tá ið vit fóru niður á lunnin, kendu vit beinanvegin, at vit vóru væl við. Vit hildu okkum til tað, sum vit frammanundan høvdu avrátt, og tað var nóg mikið.
Bogi Augustinussen er annar av lærmonnunum á Bliki. Hann er bátsformaður, og hann er ein av trimum, sum eisini róði við Bliki í fjør. Hinir báðir eru stýrimaðurn og so annar av rúmmonnunum.
Dreingjamanningin umborð á Bliki er henda: Kristoffur Dam Joensen, Bogi Augustinussen, Knút Jarnskor, Áki Olsen, Eli Haralsen Hultgren, Petur Mortensen og Gunnar Poulsen.
Vóru tit alla tíðina greiðir yvir, at tit vóru fremstir?
- Vit høvdu Spógvan tætt hjá okkum. Á Norðoyastevnu var lá hann ikki so langt frá okkum. Tá segði stýrimaðurin hjá okkum beinanvegin, tá ið vit vóru komnir á mál, at Spógvin var frammanfyri okkum. Ta ferðina taptu vit, tí endaspurturin var ikki nóg góður hjá okkum. Hesa ferð vitsu vit, tá ið vit komu á mál, at vit høvdu vunnið á Spógvanum, og vit hildu okkum eisini at hava vunnið á Havfrúnni. Vit hildu okkum hava kappast við Fípuna Føgru um fremsta plássið. So vísti tað seg, at vit høvdu vunnið, og at tað var Spógvin, sum var nummar tvey, greiðir Páll Augustinussen frá.
Á málinum var fjarstøðan frá Bliki og aftur til Spógvan ein stór hálv bátslongd. Kappingin stóð alla tíðina millum somu bátarnar, sum á Norðoyastevnu vóru við í kappingini um fremsta plássið. Beinanvegin eftir startspurtin vóru tað Havfrúgvin, Blikur og Spógvin, sum lógu framvið í kappingini um fremsta plássið, og bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag vóru eisini væl við. Fípan Fagra endaði á fjórða plássinum, og Tekla gjørdist nummar fimm. Fjarstøðan frá Bliki og aftur til Teklu var stívliga tvær bátslongdir.
Tvey tey seinastu árini hevur Sílið hjá Havnar Róðrarfelag verið FM vinnari, og tey bæði árini frammanundan var Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ FM vinnari. Hesa ferð var Sílið nummar átta, og Tjaldrið varð nummar ellivu. Drekin var nummar sjey, og Firvaldur av Tvøroyri sníkti seg inn á sætta plássið, sum gav honum eitt stig.
Spenningurin í FM kappingini er so stórur, sum tað ber til. Spógvin og Blikur liggja borð um borð við tólv stigum í part.
5-mannafør, dreingir
1Blikur5:26:07
2Spógvin 5:28:18
3Havfrúgvin5:30:06
4Fípan Fagra5:32:12
5Tekla5:33:11
6Firvaldur5:36:10
7Drekin5:38:19
8Sílið5:40:01
9Royndin Fríða5:42:03
10Kollur5:43:14
11Tjaldrið5:44:13
12Svanur5:46:16
13Báran5:49:18