leiða teir upp á takið á Hafnia til myndatøku og eitt stutt prát. Kenna teir aftur Big Fat Snake er bólkur, ið hevur leikt í eini 8 - 9 ár og 9 fløgur hava teir givið út. Teir eru fastir gestir á summarfestivalunum [...] forhøllini hjá M.C. niðri á Hotel Hafnia. Avtalan var at hitta teir klokkan 18:00 og hon er eftir føroyskum viðurskiftum ?ikki meira enn 4 minuttir yvir?, tá tygara útsendi kemur innar á Hafnia. Men teir eru [...] Big Fat Snake kanska eru gamlir í garði í donskum rockhøpi. Tí gamlar kenna teir seg ikki, men teir viðganga, at teir bæði sum bólkur og hvør í sínum lag hava nøkur ár á baki og eru royndir menn. - Onkursvegna
bókini. Leygardagin og sunnudagin verða fleiri av myndunum hjá Jóhannes Fjallheim at síggja á eini fotoframsýning í gamla handlinum á Hellunum. Á hesi framsýning eru tær flestu myndirnar í bókini ?forstørraðar [...] Eidesgaard Tað er hósmorgun um sjeytíðina á Hellunum. Sólin stendur yvir Rustini niður á bygdina. í dag er onki forstýrilsi, sum í gjáramorgunin, tá mánin fann upp á at koma fyri sólina eina løtu, og forstýra [...] og fólk hava arbeitt til langt út á næturnar, fyri at fáa tað seinsta upp á pláss. Hellumenn eru kendir fyri at vera ?betýss? í øllum teir fáast við. Teir liggja ikki á boðunum, men fáa dagliga verkið frá
upp, hevði hann serlig evni at loysa hesar á ein skjótan og einfaldan hátt. Tú fekst ta fatan, at hansara ídni og evni eingi mørk høvdu. Tað, ið lá Jóhan fremst á sinni, var at skapa møguleikar fyri, at [...] gleðiboðskapurin um Jesus Kristus fekk bestu kor at verða boðaður. Tók hond í, har á stóð. Spardi seg ongantíð. Var við at seta á stovn tær kristiligu sendingarnar í Sjónvarpinum í 1979, og hevur havt ábyrgdina [...] Nøkur vinarlig orð. Um tað var í Vesturkirkjuni, upptøkur til Sjónvarpið kring landið ella umborð á onkrum skipi, ja, so var hann har. Altíð hin sami við tí góða orðinum. Kom seinni at kenna hendan mann
samstarvið á javnstøðu- og útbúgvingarøkinum Útnorður Ráðið hevur árligan ráðsfund á Brjánsstaðir í Íslandi 9.-12. august. Á fundinum varð nýggjur formansskapur valdur við løgtingsmanninum Jógvan Durhuus [...] Grønlandi í juni mánað í samband við vígsluna av endurbyggingini av garði Eiriks Reyða og Tjóðhildarkirkjuni í Brøttulíð í Grønlandi. Á ársfundinum varð samtykt, at 2001 verður útnorðurs veiðuár. Ráðið ger [...] herundir hvussu man kann seta størri fokus á útnorður í norðurlendskum samstarvi. Eisini varð skift orð um fiskivinnuspurningar og økispolitikk. Føroysku luttakararnir á ársfundinum í útnorðurs ráðnum vóru
, ættaður úr Porkeri, 73 ára gamal. 8. august: Elma Gaard, fødd Thomsen, ættað ?ur Vági, búsitandi á Tvøroyri, 65 ára gomul. 10. august: Poul Sofus Joensen, vanliga nevndur Bei, Klaksvík, 77 ára gamal [...] Jacobsen, Klaksvík, 70 ára gamal. 11. august: Gunhild Dalsgaard, fødd Poulsen, Skálavík, 93 ára gomul. Jóhann Gaard Joensen, ættaður av Skipanesi, búsitandi í Tórshavn, 54 ára gamal.
vigaði 3200 gr. 7. august fingu Sanna á Løgmansbø og Ingi Joensen, Miðvágur, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 4100. 8. august fingu EmilyAnn og Henry á Reynatrøð, Leirvík, ein son. Hann var 54 [...] gr. 9. august fingu Anna Mari Bjartalíð og Jóhann Petur Jakobsen, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 46 cm. long og vigaði 1980 gr. 10. august fingu Elisabeth á Mýrini, Tórshavn, og Jógvan G. Múller, Vestmanna
hendi nakað. Tá Jóhann Marius byrjaði í skúlanum, var eingin skúli á Hellunum. Skúlagongdin var í tveimun privathúsum, men nøkur ár seinri kom skúlin á Hellunum. Børnini hjálptu til Jóhann Marius greiðir [...] Fyri 10 árum síðani, flutti Jóhann Marius Olsen av Hellunum til dóttrina í Fuglafirið. Jóhann Marius er 88 ára gamal, og er sostatt elsti maður av Hellinum, hann býr í dag á bústovninumVesturstova í Fuglafirið [...] sær alla bryggjuna, Pollin og handilin hjá Pidda har ein landaði í ungum døgum, sigur Jóhann Marius. Hann er føddur á Hellunum og var sonur til Mariu, sum var ættað av Hellunum. Pápi hansara var úr Gøtu
neytaslagnum. Í dag er seinasti dagur, henda sjáldsama lítla kúgvin verður heima á Garði. Jarðarráðið eigur jørðina heima á Garði, sum Føroya Landsstýrið hevur fest. Landsmynduleikarnir hava síðani latið f [...] Fornminnistiltakið heima á Garði í Gomlu Hoyvík er í tveimum; einum inniparti, og einum útiparti. Í roykstovuni sita fólk og fáast við gamalt føroyskt heimavirki. Tað er Føroya Heimavirkisfelag, ið stendur [...] ið í Hoyvík, verður undir øllum umstøðum eitt livandi savn á garðinum; við ymsku føroysku húsdýrunum. Gamla føroyska seyðaslagið er enn til á Skotsku oynni, Sankt Hilda, og hóast tað er í tøkum tíma, verða
merktist eisini á røðunum, hildnar vórðu á fundinum leygardagin. Víst varð fleiri ferðir á sjálvstýrisrákið, ið aftur hevur tikið seg upp føroyinga millum. Onkur fór so langt sum at siga, at vísa á, at blokkstuðulin [...] Mentafólk sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Bárður Jákupsson og onnur valdu at sigla heilt úr Havn við bátunum Dvørgamoy og Greipi. Á sjálvstýrisleið Tá Føroya Fólkaháskúli varð settur á stovn í 1899 var [...] veðri leitaðu sær í Føgrulíð á fólkafund seinasta leygardag. Fólkafundurin varð hildin í sambandi við, at tað í ár eru hundrað ár síðani, at Føroya Fólkaháskúli varð settur á stovn. Orsøkin til, at júst
gjørdi um seg 11. august í ár, sigur Jóhan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia. - Hann var so hugtikin av tí, hann upplivdi í summar, at hann fegin vildi bíleggja seingjarpláss. Á hotellinum í miðbýnum í Havn er [...] førd inn í telduna. Jóhan Restorff sigur, at hann hevur ringt til Ferðaráðið at siga frá um bíleggingina. Sum skilst, so er sólarmyrking avbera góð søluvøra. Sjálvur minnist Jóhann aftur á seinastu sólarmyrkingina [...] sterkur sponsorur at hava í bakinum. Føroyar eru nevniliga á fremstu røð, tá næsta sólarmyrking rakar knøttin 20. mars ár 2015. Og hetta merkist longu á hotelvinnuni. - Ja, vit fingu eina uppringing frá manni