Dagfinn Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Friðaligir sita teir í forhøllini hjá M.C. niðri á Hotel Hafnia. Avtalan var at hitta teir klokkan 18:00 og hon er eftir føroyskum viðurskiftum ?ikki meira enn 4 minuttir yvir?, tá tygara útsendi kemur innar á Hafnia.
Men teir eru klárir. Júst komnir til landið hava teir ikki havt nakra stóra náttúruuppliving enn, annað enn eyguni kunnu njóta úr flogfari og bussi, so hóskandi er at leiða teir upp á takið á Hafnia til myndatøku og eitt stutt prát.
Kenna teir aftur
Big Fat Snake er bólkur, ið hevur leikt í eini 8 - 9 ár og 9 fløgur hava teir givið út. Teir eru fastir gestir á summarfestivalunum í Danmark og hava verið nevndir millum bestu konsertbólkar í Danmark.
Hóast vit kenna eini tveir av manningini í Big Fat Snake aftur frá Danska bólkinum Malurt, ið leikti fyrst í áttatiárunum, so eru teir ikki heilt álviligir, tá lagt verður út við, at Big Fat Snake kanska eru gamlir í garði í donskum rockhøpi.
Tí gamlar kenna teir seg ikki, men teir viðganga, at teir bæði sum bólkur og hvør í sínum lag hava nøkur ár á baki og eru royndir menn.
- Onkursvegna ógvast vit, tá tú nevnir hetta við at vera gamlir. Men t.d. D.A.D hevur spælt tvær ferðir so leingi sum vit, men hevur eitt annað image, og eru um sama aldur sum vit, sigur Peter Viskinde.
Tjal-dur og Bran-dur
Og júst tað, at teir hava royndirnar er kanska við til at gera bólkin til tað hann er, ein góður og grundfestur rockbólkur, ið tó ikki stendur í stað. Sjálvir eru teir meira lítillátnir og skemtiligir.
- Vit hava spælt í nøkur ár og vit kenna í hvussu er ein C-dur og ein A-dur, sigur Peter Repete.
- Áh, er tað ikki tað sama, heldur ein annar fyri.
Og síðani gongur orðið munn av munni.
- Ja, og vit kenna Tjal-dur.
- Ja, og so sjálvandi Bran-dur.
Men skal álvarin aftur í prátið, so viðganga teir, at teir eru millum teir bólkar, ið hava verið longst frammi í konserthøpi tey síðstu árini.
Hetta við at vera góður live-bólkur taka teir róliga, men játta, at hetta hevur verið frammi í avísunum. Men hetta hevur nakað at gera við, at onkur hevur sagt hetta nóg ofta, so at enda siga fólk, ja, at hetta passar. Men aftur her mugu teir vátta, at royndirnar spæla inn og harvið árini í fakinum.
Kenna tey okkum?
Manningin í Big Fat Snake leggur dent á, at teir ikki bert eru eitt konsertupplivilsi, men at teir eisini selja fløgur.
- Men um eingin tímdi at lurta eftir tí, ið vit spæla og um fólkinum ikki dámar okara tónleik, so hevði hitt við at vera ein góður konsertbólkur heldur ikki komið upp á tal, vísir Peter Viskinde á.
Hann heldur, at bólkurin heldur saman, tí teimum dámar tað, ið teir fáast við og hann heldur tað er løgið, at yngri bólkar ikki koma við nýskapandi tónleiki. Hann metir, at Big Fat Snake alla tíðina er í broyting, men at yngri bólkar áttu at funnið okkurt heilt nýtt og ikki bert blaka nakrar Beatles-akkordir upp, fyri at vita, hvussu tær falla niðuraftur.
Hann metir eisini, at ein orsøk til, at Big Fat Snake heldur saman er, at plátufeløg ongantíð hava staðið í longum røðum fyri bólkinum, men at teir gera tað, ið teimum lystir uttan mun til hvat onnur halda.Manningin metir, at tónleikurin er rocktónleikur, hvørki meira ella minni, hóast ávirkan kemur frá øðrum tónleikasløgum eisini At talan er um bólk, ið ikki stendur í stað, hoyrist eisini á fløgunum, ið ikki líkjast. Peter Viskinde sigur, at teir ongantíð hava lagt seg afturá, tí at nú riggaði og so kundi haldast fram á somu leið.
Kenna føroyingar
Hóast Big Fat Snake ikki hevur verið í Føroyum áður, so kenna teir væl føroyingar. Ein teirra er giftur við konu av føroyskari ætt og teir báðir, ið leiktu við Malurt kenna sjálvsagt bassleikaran har, Dia Nielsen, ið er føroyingur.
Men eisini samstarvið við dugnaliga føroyingin Óla Poulsen í 1996 hevur givið bólkinum nógv og setti ferð á fløgusøluna hjá Big Fat Snake.
Manningin kennir ikki stórvegis til føroyskan tónleik, men vænta at hoyra okkurt á ferðini í Føroyum.
Manningin í Big Fat Snake gleðir seg at spæla fyri føroyingum, hóast teir ikki vita, um føroyingar veruliga kenna bólkin so væl.
Men føroyingar kunnu vænta vælljómamdi rock og ein livandi bólk, ið als ikki tekur undir við ummælaranum hjá Politikken, ið hevur nevnt tónleikin boogie blues ella blueskendan rock ´n roll.
Teir fimm í Big Fat Snake fara eftir prátið at kenna svongd og leita sær niðuraftur av tekjuni. Prát og myndatøka gingu væl og eingin teirra hevur hæddarræðslu fáa vit staðfest, og tað er gott hjá bólki, ið flýgur ovaliga í danska festivaltjaldinum og fløgulistunum og sum eisini er eitt av nøvnunum ovast á festivalskránni í Tórshavn í ár.