samstarvið á javnstøðu- og útbúgvingarøkinum
Útnorður Ráðið hevur árligan ráðsfund á Brjánsstaðir í Íslandi 9.-12. august. Á fundinum varð nýggjur formansskapur valdur við løgtingsmanninum Jógvan Durhuus úr Føroyum sum formanni, landstingformanninum í Grønlandi, Johan Lund Olsen, sum fyrsta næstformanni og altingsmanninum Árna Johnsen sum øðrum næstformanni
Ráðið samtykti eina røð av tilmælum innan javnstøðu- og útbúgvingarøkið. Ráðið samtykti, at mæla stjórnunum/landsstýrinum í londunum at seta tiltøk í verk at økja um kvinnulutin í politikki, at styrkja um kvinnu- og kynsrelateraða gransking í útnorði, at gera eina virkisætlan um javnstøðu, at stovna/útbyggja barnsburðarskipanir í londunum í útnorði, at taka felags stig til at stríðast ímóti harðskapi móti kvinnum og harafturat at betra um støðuna hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Harafturat samtykti ráðið, at mæla tingunum í útnorði til, at styrkja tað kvinnupolitiska samstarvið við at halda regluligar evnisfundir fyri kvinnuligar parlamentarikarar og onnur, sum arbeiða við javnstøðu. Harumframt samtykti ráðið at mæla útbúgvingarmálaráðharrunum í londunum í útnorði til at koma við uppskotið til at betra sínámillum atgongd til universitetsútbúgvingar í útnorði.
Orsøkin til, at Útnorðurs Ráðið hevur gjørt so nógv tilmæli á javnstøðis- og kvinnupolitiska økinum er, at í juni mánað í ár skipaði Útnorðurs Ráðið fyri kvinnuráðstevnu í Føroyum.
Ár 2000 verður útnorður mentunnarár. Í hesum sambandi samtykti ráðið at stovna eina útnorðurs barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn, ið skal latast fyrstu ferð í ár 2000. Somuleiðis fer Útnorðurs Ráðið at halda eina mentunnarráðstevnu í Grønlandi í juni mánað í samband við vígsluna av endurbyggingini av garði Eiriks Reyða og Tjóðhildarkirkjuni í Brøttulíð í Grønlandi.
Á ársfundinum varð samtykt, at 2001 verður útnorðurs veiðuár. Ráðið ger ætlanir um, at halda eina evnisráðstevnu um veiðu, har man m.a. fer at skifta orð um at stovna ein fiskivinnutøknufrøðisligan menningar- og granskingarmiðdepul í útnorði, og samstarv um sjóvinnuútbúgvingar. Ætlanin er, at hetta árið eisini verður skipað fyri framsýningum um veiðumentan í londunum í útnorði.
Ráðið hevði eitt áhugavert aðalorðaskifti, har m.a. vóru hugvekjandi røður hildnar av íslendska fiskivinnumálaráðharranum, Árna M. Mathiesen, norska stórtingsmanninum Svein Ludvigsen, sum umboðaði Norðurlanda Ráðið, Thórunn Sigurðardóttir, stjóra fyri »Reykjavík - mentunnarbýur Europa 2000« og Karitas Gunnarsdóttir, deildarstjóri í íslendska mentamálaráðnum. Undir aðalorðaskiftinum varð skift orð um m.a. útnorður í norðurlendskum samstarvi, herundir hvussu man kann seta størri fokus á útnorður í norðurlendskum samstarvi. Eisini varð skift orð um fiskivinnuspurningar og økispolitikk.
Føroysku luttakararnir á ársfundinum í útnorðurs ráðnum vóru løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Lisbeth L. Petersen, Henrik Old, Sámal Petur í Grund og Jógvan Durhuus, og skrivarin hjá føroysku sendinevndini Kristina Samuelsen