Útlendingar vilja síggja føroyska sólarmyrking

Hóast hon er stívliga 15 ár frammi í tíðini, so er longu fyrsta dupultkamarið bílagt, tá Føroyar vera í sentrum fyri sólarmyrking 20. mars ár 2015

Niclas Johannesen


Føroysk ferðavinna kann longu nú staðfesta, at sólin ? við dyggari hjálp frá mánanum ? er sterkur sponsorur at hava í bakinum.

Føroyar eru nevniliga á fremstu røð, tá næsta sólarmyrking rakar knøttin 20. mars ár 2015. Og hetta merkist longu á hotelvinnuni.

- Ja, vit fingu eina uppringing frá manni, ið segði, at hann hevði verið í Týsklandi, tá sólarmyrking gjørdi um seg 11. august í ár, sigur Jóhan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia.

- Hann var so hugtikin av tí, hann upplivdi í summar, at hann fegin vildi bíleggja seingjarpláss.

Á hotellinum í miðbýnum í Havn er bíleggingin 20. mars ár 2015 sostatt førd inn í telduna.

Jóhan Restorff sigur, at hann hevur ringt til Ferðaráðið at siga frá um bíleggingina.

Sum skilst, so er sólarmyrking avbera góð søluvøra.

Sjálvur minnist Jóhann aftur á seinastu sólarmyrkingina sum rakti Føroyar 30. juni 1954.

? Eg minnist, hvussu fuglarnir hildu uppat at syngja. Og tá tað gjørdist ljóst aftur, gól hanin!


Størsta náttúrufyribrigdi

Sólarmyrkingin sum var 11. august í ár, var mett av vera størsta náttúrufyribrigdi henda síðsta partin av 20. øld. Internetið er um at drukna í talfari frá hesum fyribrigdi, ið hugtekur fólk - bæði so og so.

Í 4000 ára gomlu, fjarskotnu, sovibygdini Harput í Turkalandi, var brádliga mikil rokan í geilum, tá ferðafólk í tusund talið leitaðu sær til lítlu bygdina við 150 íbúgvum. Í Suðureyst Turkalandi var kjansurin fyri klárum himmali stórur og hetta fekk eldhugað ferðafólk at leita sær hagar at skoða sólarmyrkingina.

Hesaferð var talan um tveir magiskar minuttir, har mánin dekkaði sólina og myrkrið raktið ein annars aljósan dag. Og á leiðini, har sólarmyrkingin var mest sjónlig, vóru øll hotel og gistingarhús fylt við gestum frá øllum heiminum. Og hitin fall við 8 stigum hesa løtuna.

? Í Italia stytti sjálvt pávin sína skrá soleiðis, at hann kundi síggja sólarmyrkingina.

Jú, sólarmyrkingin er avbera góð handilsvøra. Eitt nú var Concord flogfarið stúgvað við ríkum ferðagestum, ið rindaðu úti við 20.000, krónur fyri at jagstra skuggan, sum mánin kastaði av sær í útivið ein tíma henda dagin fyri tveimum vikum síðani.


Drap sítt barn

Sólarmyrking hevur eisini nógvar mýtir tengdar at sær. Í Rumenia førdi hetta til sorgarleik, tá ein mamma drap barn sítt, ið hon føddi undir sólarmyrkingini. Hóast hon onga frágreiðing sjálv hevði, so mettu fólk, at hon drap barnið, tí hon óttaðist fyri, at sólarmyrkingin fylti barnið við illum andum.

Í Onglandi vísti tað seg eisini, at ferðavinnan legði í so dyggiliga fyri, tá bjartskygdu forsøgninar fyri møguliga lætt tjentum pengum ikki vístu seg at halda.

Grammir hoteleigarar máttu nakkalangir skrúva milt sagt glóðheitu prísirnar niður aftur á normalt, tá tað vísti seg, at eisini ein sólarmyrking hevur sítt profittmaksimum.

Føroyar kunnu ikki á sama hátt sum Turkaland veita rímiliga vissu fyri klárum himmali. Men vist er tað, at verður veðrið til vildar 20. mars ár 2015, so eru Føroyar besta staðið á jørð, ta løtuna sólarmyrkingin varar henda dagin í næstu øld.

Og hesum hevur tann fyrsti ferðamaðurin longu funnið útav.