handlum. Har er ein stór stova við bjart málaðum veggum, prýddir við myndum og lampettum, eins og ljósakrónur hanga undan loftinum. Tað er eins íheimligt sum í einari fínastovu. Síðani er ein grønlitt spísistova [...] saman við innbúgvinum, umframt ein lítil stova, tapetað við tveimum ymiskum tapetmynstrum, við einum breiðum mahogni trælista, miðskeiðis á vegginum. Har stendur m.a. ein sera vøkur chaiselong, sum júst [...] altíð um at seta møblar saman, so teir koma betur til sín rætt. Tað er ikki so lætt at síggja, hvussu ein sofa, borð ella stólur rigga, um tað bara er sett inn í eitt høli, saman við nógvum ymsum møblum.
teirra økið, men tað vísti seg at vera ein stórur trupulleiki at fáa fólk at koma í nevndina. Men tað eydnaðist so at fáa ein úr Fuglafirði, ein úr Klaksvík, ein úr Vágum og tveir úr Havn. Tað fyrsta, [...] til Svangaskarð, er eisini ein trupulleiki sum FSF eigur at taka upp. Tað er ikki rætt at »12. Maður« skal hava ábyrgdina av at bussar koyra úr Vestmanna til Toftir. At leiga ein buss kostar pening, og vit [...] vit kunnu ikki leiga ein buss uttan so at minst 25 fólk eru í. Enn hava vit bert tveir limir úr Vágoynni, so tað kann ikki loysa seg, at leiga ein buss til so fá. Men vit fara avgjørt at rætta handan t
fingu Katrin Haraldsen og Mortan Mortensen, Eiði, ein son. Hann var 48 cm langur og vigaði 2650 gr. 20. des. fingu Halgerð og Snorri Jøkladal, Fuglafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3860 gr. [...] Árnastein og Gísli Jónsson Hraunfjørð, Kvívík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3920 gr. 26. des. fingu Hervør Joensen og Rani Nolsøe, Klaksvík, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2300 gr. [...] 9. des. fingu Signy og Bent Kristian Thomasen, Hvannasund, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr. 14. des. fingu Diana Augustinussen og Dánjal Johan Müller, Vági, eina dóttur. Hon var 48 cm
og økja produktivitetin, so enda vit í eini støðu, har vit einans kappast uppá lønir eins og menningarlondini. Ein slík støða hevði verið tann reini undirgangur fyri eitt samfelag við lítlum fólkatali [...] vinnulívið er ein ?fólkafloksspecialitetur?, men kanska tað hjálpir at vísa teimum á eina vinnu, ið teirra egni landstýrismaður í vinnumálum hevur víst á, nevniliga KT-vinnnuna. Teir, ið kanska eru ein tann størsta [...] FRAMTÍÐARSTRATEGI Fólkafloksins við lægri lønum fer sambært teimum sjálvum at føra til, at Føroyar gerast ein kraftdepil, ið fer at skara framúr í mun til grannalond okkara. Hettar minnir nógv um argumentatiónina
Men eisini mjørki kann vera ein vandi í ferðsluni, og tað merkja tey eisini á biltryggingini. Bjartur Dalsgarð sigur, at sum ein høvuðsregla skal tryggingin altíð gjalda, tá ein skaði hendir. Men sjálvandi [...] skulu vera ábyrgdartryggaðir, men tá er sum kunnugt vandi fyri, at ein sjálvur hongur upp á alt, ið kemur upp á egnan bil uttan mun til, um ein sjálvur hevur skuldina ella ikki. Tað kann jú henda, at bilurin [...] ger vart við seg, ella talan kann vera um eldsbruna. So bert við ábyrgdartrygging kann ein koma illa fyri, tó at ein ikki sjálvur rennur á. Kavi, vindur og mjørki Á tryggingini er tað sum oftast kavi ella
fyri at vinna. Tá ein uppgáva er loyst, fáa tey eitt petti av kortinum hjá kapteyninum. Tá allir stumparnir eru savnaðir, skulu tey loysa eina uppgávu, sum leiðir beint til skattin. Men eins einføld brúkaraflatan [...] einum stigaspæli ræður um at savna bókstavir og aftaná stava navnið á sjórænaraskipinum. Ein lítil CD Hetta er ein yvirkomilig CD, bæði hvat viðvíkur prísi og innihaldi. Uppgávurnar eru ymiskar og passaliga [...] truplar fyri báðar aldursbólkarnar, men alt ov skjótt er at loysa tær. Tað tekur minni enn ein tíma fyri ein sjey-ára gamlan at loysa uppgávurnar og finna skattin. Gaman í eru tað trý ymisk trupulleikastig
gjøgnum árini bæði er dagførdur og útbygdur, men við í ætlaðu útbyggingini verður hetta ein nýggjur handil, eins og møguleikarnir fyri framvísan av eitt nú køkum, baðirúmsmøblum og øðrum verða betri. - [...] máling. Ein annar partur av vøruskránni er fóður til kríatúr, seyð, gæs, dunnur og høsn, umframt hegn og pelar. Helgi Kristiansen vísir á, at nú Bygma Suðuroy, Bygma Gólv og Bygma Balslev er ein og sama [...] fyritøka, er alt sjálvsagt ein velduga stór vøruskrá tilsamans. Umtóktir Aubo-køkar Í fleiri ár seldi Vágs Timburhandil donsku, Aubo-køkarnar og baðirúmsmøblarnar, og hetta er framvegis ein partur av vøruskránni
vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Fótur fastur í kobling Sunnudagin klokkan tvey rendi ein vørubilur á ein garð úr betongi í Gundadali. Óhappið sá álvarsamt út, og tískil varð sjúkrabilurin boðsendur [...] somuleiðis útav, at maðurin eisini hevði rent á ein annan bil aðrastaðni í býnum. Bilur í eini veit Sunnukvøldið um klokkan 23 var eitt óhapp á Langasandi. Ein bilur lá hálvur í eini veit og hálvur á vegnum [...] Seinnapartin leygardagin var eitt ferðsluóhapp uttan fyri SMS. Ein bilur varð árendur, men førarin, ið rendi á, hevði skund og rýmdi av staðnum. Løgreglan náddi tó at lesa nummarplátuna og gjørdi síðan
og vøkrum teksti. Men konsertin kom ikki rættuliga ígongd, fyrrenn ein veteranur í hesum samanhangi kom inn á pallin. Heine Lützen er ein tann mest kendi og royndi kristni sangari í Føroyum og tað merkist [...] endaði líka sum hann byrjaði við einum sálmi. Aftan á Heina kom ein dama, íð ikki er minni roynd enn Heine. Anna D. Háberg hevur verið ein av bestu kristnu sangarindunum í Føroyum í nógv ár. Hon hevði hendan [...] eina løtu í Norðurlandahúsinum. Ìmillum Torkil Mørkøre og Malin Zachariassen varð ein stuttfilmur vístur. Hann vísti ein mann sum málaði abstraktan kunst og samstundis komu orð upp á skermin, sum lýstu
einum altsamt meira altjóðagjørdum heimi. Royndirnar í Íslandi hava víst okkum, at ein virkin uttanríkistænasta er ein avgerandi fortreyt fyri, at vinnulívið kann menna seg uttan fyri landoddarnar. Tí er [...] Støðug menning av vitanartilfeinginum gjøgnum mentanaríløgur, útbúgving og gransking á høgum støði er ein grundleggjandi fortreyt fyri framtíðar búskaparligum vøkstri í Føroyum. 3. Tvørrandi javnstøðan millum [...] ovurstóra tilfeingi, virkisfýsni og fjøltáttaða hugsanarhátti, sum kvinnur umboða.Tí eru javnrættindi ein sjálvsagdur lutur í samfelagsligu menningini. 4. Broytta samfelagsmynstrið hevur elvt til, at føroyska