Nú fer at nærkast frostmarkinum

Eitt lágtrýst, 980 hPa, í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein eystan og fyllist. Brúgvalagið haðani kom í nátt inn yvir Føroyar og í morgin koma ælini av útsynningi. Seint týsdagin fer eitt lágtrýst og eitt brúgvalag haðani við regni og vindi at førka seg inn yvir Føroyar av suðri, áðrenn kaldari luft streymar inn yvir landið av útnyrðingi.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum eitt skifti makar nakað, men út á dagin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn, men út á dagin klárar í. Hitin um 10 stig. Í kvøld og í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Í annaðkvøld og um náttina lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein landnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og regn í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og yvirhøvur turt fyrrapartin, men út á dagin fer at regna. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, yvirhøvur av suðri og útsynningi. Skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Mikudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum spakuliga makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útnyrðing. Fyrst ælaveður, men sum frá líður færri æl og onkur sólglotti. Hitin um dagin millum 8 og 10 stig, um náttina niður í 4 til 8 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar eitt sindur. Sólglottar, men eisini okkurt æl. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina niður í 2 til 7 stig.