Ein vát vika fyri framman

Køld luft við kavaælum streymar inn yvir Føroyar av norðri. Eitt lágtrýst sunnan fyri Grønland er á veg í ein eystan, og ein tilhoyrandi hitabrúgv fer seint hósdagin framvið Føroyum av útsynningi. Fríggjanáttina fylgir so tilhoyrandi kuldabrúgvin eftir. Seinni streymar aftur kaldari luft yvir Føroyar av norðri.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaælið og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um kvøldið makar hann vindin enn meiri, og hósnáttina verður fyrst eitt lot av ymsum ættum, síðani lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt, men sum frá líður skýggjað, og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Í morgin verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og út á dagin avfall av útsynningi, fyrst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 6 hitastig. Um kvøldið verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, men sum náttin líður snarar hann í ein sunnan og øtlar til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut við regni og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst regn, men seinni klárar í, tó okkurt ælið. Hitin millum 2 og 5 hitastig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt regn- ella vátaslettingsælið og hitin millum 1 og 5 hitastig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan og øtlar up í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein norðan og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt ælið, sum frá líður møguliga vátaslettingur. Hitin millum 1 og 6 stig.