Eitt lágtrýst vestan fyri Lofoten fer spakuliga í ein eystan, og eitt tilhoyrandi kuldabrúgv fer hósdagin framvið Føroyum av norðri. Síðani streymar køld luft við vetrarælum yvir Føroyar av norðri. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst í ein eystan framvið beint norðan fyri Føroyar, og tilhoyrandi brúgvaløg fara yvir Føroyum av vestri. Síðani streymar aftur køld luft oman yvir oyggjarnar av norðri. Í næstu viku nærkast eitt hátrýst og sum frá líður gerst veðrið støðugari.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, sum snarar í ein norðan, 8 til 13 m/s. Út á dagin øtlar hann víðari í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og eitt skifti regn, men út á dagin klárar í. Hitin um 5 stig. Fríggjanáttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, um 18 m/s. Samdrigið, vátaslettingur og kavi og hitin millum 2 kuldastig og 1 hitastig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, fyrrapartin upp í skrið í støðum, 18 m/s. Samdrigið og regn-, vátaslettings- ella kavaæl, og hitin millum 2 og 4 stig. Um kvøldið og náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til1 3 m/s Kava- og vátaslettingsæl og hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið, partvís vátaslettingur, og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av vestri. Hitin millum 1 og 5 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og um náttina snarar í ein útnyrðing. Skýggjað og eitt skifti regn, seinni ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum so makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, og snarar í ein norðan og landnyrðing. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 2 og 7 stig.
Týsdagin verður fleyr til gul av eystri, undir 5 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Okkurt ælið, møguliga vátaslettingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 2 og










