Eitt lágtrýst liggur mest sum í stað í ein landnyrðing úr Íslandi. Hetta førir til eitt rák við ælaveðri inn yvir Føroyar av vestri og útsynningi. Hósdagin kemur eitt lágtrýst við regni inn yvir Føroyar av útsynningi, og um vikuskiftið koma nýggj brúgvaløg við regni inn yvir Føroyar av útsynningi.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum sum frá líður hækkar í ein vestan og um kvøldið í støðum øtlar í strúk í vindi, 12 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður av og á. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 7 til 12 m/s. Framvegis yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og ælaveður, men sum frá líður yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um 10 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, og tað verður skýggjað og regn og hitin millum 6 og 9 stig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 7 til 12 m/s, sum sum frá líður makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 10 stig. Um náttina hækkar hann vindin í útnyrðing og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, framvegis samdrigið og okkurt æl og hitin millum 5 og 9 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein vestan, seinni útsynning, og um náttina makar í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 10 stig, um náttina millum 5 og 9 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av útsynningi, 4 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl og hitin um 10 stig. Um náttina snarar hann í ein landsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sum frá líður skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 5 og 9 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 6 til 12 m/s, sum skiftir í ein sunnan og útsynning og makar nakað. Um náttina øtlar hann aftur vindin av suðri. Yvirhøvur skýggjað og regn og hitin um 11 stig. Um náttina klárar í og yvirhøvur turt og hitin millum 5 og 9 stig.