Vænta hvassar hvirlur í nátt

Boðar frá vindi upp í 20 m/s umframt hvassar hvirlur í nátt og í morgin

Køld luft streymar inn yvir Føroyar av útnyrðingi og norðri. Seinnapartin fer eitt lágtrýst yvir sunnara partinum av Íslandi í ein landsynning eystan og førir regn og vind inn yvir Føroyar. Mikudagin fer eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi í ein landnyrðing, og nýggj brúgvaløg haðani, við regn og vindi, koma sum frá líður inn yvir Føroyar.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, sum spakuliga snarar í ein sunnan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og seinnapartin regn. Um náttina slær hann um í strúk í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Strúkur í vindi upp í skrið av vestri ella útnyrðingi, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Út á dagin hækkar hann í ein norðan og útnyrðing og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin um 8 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, sum lækkar í ein sunnan og landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn. Um náttina snarar hann í ein útsynning, tað klárar í, men okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Um náttina hækkar hann í ein útnyrðing og makar vindin nakað. Ælaveður, kanska heglingur, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men eisini onkrir sólglottar. Um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum iett skifti makar í lot til andøvsgul, undir 8 m/s. Seinni øtlar hann í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Sólin sæl, kanska okkurt æl, seinni samdrigið og regn. Hitin um 5 stig.