henni er í stuttum, at somu rættarreglur eiga at galda í øllum Norðurlondum. Grundgevingin er, at rættindi hjá fólki eiga ikki at broytast, tá tey flyta úr einum norðurlandi í annað at búgva. Í frágreiðingini [...] til, at felags reglur eiga at vera galdandi í øllum Norðurlondum í 2006. Men enn eru tó ongar politiskar avgerðir tiknar, sum siga, at so skal vera. Landsstýrið hevur í sínum lagi sett sær fyri, at Føroyar [...] lógarmálum, sigur, at aðalorðaskiftið verður í hesi tingsetuni, men enn er ikki greitt, hvørt tað verður áðrenn ella eftir nýggjár. Høgni Hoydal vísir á, at tað er sera tídningarmikið at fáa gongd á politiska
Jens Stoltenberg viðgongur, at úrslitið er vánaligt. Hann sigur, at flokkurin fer at leggja dent á at vísa, at hann er tann besti, tá tað snýr seg um vælferðina og um at útvega fólki arbeiði. Frambur [...] í Russlandi, Boris Beresovskij, hevur boðið sær til at rinda verjunum, sum skulu royna at sannføra donsku myndugleikarnar um, at teir eiga ikki at lata russum tann varðhaldsfongslaða kekenska politikaran [...] tað eru mong, sum halda, at hann hevur ikki so reinar hendur, sum hann letst hava. Samstundis sum Akhmed Zakajev situr í varðhaldi í Danmark, hava russar boðað frá, at teir fara at herða hernaðartiltøkini
sjálvur, at hann fekk ikki handlað øðrvísi. ? Eg noyddist at binda um heilan fingur. Tá tingið ikki vildi taka støðu, so mátti eg lýsa eina kunngerð, sum útgreinar lógina. Lógin sigur púra greitt, at land [...] nóg mikið, so hevur løgtingið ongantíð nóg góða tíð at viðgera eitt mál. Tað hevur eydnast peningastovnunum at gera eitt so mikið gott lobbyarbeiði, at tingmen føldu seg kroystar, men vit mugu halda okkum [...] okkum til lógina, sigur Høgni Hoydal, sum leggur dent á, at bæði løgmaður og landsstýri vóru kunnað um, at kunngerðin fór at koma. Klárur til rættin Peningastovnarnir hava hótt við rættarmáli og endurgjaldskravi
hava borið okkum skeivt at. Samstundis vilja vit heitað á foreldur um at hava yvirskot og tol til at lata tiltakið menna seg, so at vit øll í nærmastu framtíð kunnu frøast yvir, at vit í Føroyum eisini hava [...] Tað er lættari at bróta niður enn at byggja nakað upp. Nósabarnaprix er eitt tiltak fyri børnum í aldrinum 7-14 ár. Á einum Nósabarnaprix fáa børnini høvi at royna at standa á einum yrkisgjørdum palli [...] tiltakið. Vit fóru undir at fyrireika "Nósabarnaprix 2003" í nov. 02. Tá hildu vit, at tað varð eitt sera gott hugskot at leggja undanumførini á stevnunum, við tí í huganum, at so høvdu børn og onnur áhugað
kommuna hevur ætlanir um at lata foreldur sleppa frá at rinda gjaldið, nú børnini ikki verða ansað á stovni, meðan verkfall er. Jan Christiansen sigur, at kommunan ikki er liðug at tosa málið ígjøgnum enn [...] kommunan kann ikki gera við, at tað er verkfall, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at hann tó skilir væl, at foreldur kanska seta spurnartekin við um, tey nú eiga at rinda fyri eina tænastu, sum tey [...] nakrar dagar. Tað er ikki nakað, sum týðir upp á, at endin av verkfallinum er nær, og tí eru foreldur farin at seta spurnartekin við, um tey nú eiga at gjalda fyri barnaansingina, sum tey hava mist. Tá
soleiðis, at tær passa til tíðina. Tað virkar, sum um at lokalpolitikarar vilja berjast av øllum alvi til tess at tryggja sær, at valskipanin ikki skal broytast. Tað sigur seg sjálvt - teir hava nakað at missa [...] tingi í 1999, men løgmaður hevði ikki somu áskoðan. Tí er at vóna at spurningurin verður tikin uppaftur, soleiðis at hann kann gerast ein partur at politiska og samfelagsliga tjakinum fram til næsta løgtingsval [...] næstan tað sama. Veruleikin er tann, at broytingin av valskipanini í Grønlandi ikki hevur ført við sær, at útjarðarin er avtoftaður, men nærmast tvørtur ímóti. Til tess at verða afturvald ferðast grønlendsku
óhugsandi, at tey fara at gera av at skerja framleiðsluna. Abdullah al-Attiyah, oljumálaráðharri í Qatar og formaður í OPEC, segði í gjár, at fundurin fer at viðgera allar møguleikar. Hann segði, at hóast [...] Norska samferðsluráðið sigur, at bara 18 av teimum 53 norsku ferjunum, sum sigla uttanskers, lúka tey nýggju krøvini, og at tað væntandi fer at kosta einar 2,2 milliardir krónur at byggja nýggjar ferjur, sum [...] tí væntar samferðsluráðið, at nýggju krøvini fara at kosta Noregi meiri enn 6,5 milliardir krónur. ES samtykti tey nýggju trygdarkrøvini fyri fimm árum síðani, og málið er, at øll londini skulu lúka tey
tá hevði nevndin sjálvt havt heimild at áseta samsýning sína, uttan at feløgini høvdu nakað at siga hesum viðvíkjandi. Tað mundi eisini falla mongum fyri brósti, at slíkt uppskot varð lagt fram, nú roknskapurin [...] Ein grein í reglunum hjá FSF hevur sagt, at nevndarlimir ikki fáa løn fyri arbeiði sítt, men hetta vildi nevndin hava strikað. Orsøkin varð søgd at vera, at nevndarlimirnir í fleiri førum høvdu beinleiðis [...] legði tó eina við, at hetta ikki vóru nakrar munandi upphæddir, sum talan var um. Einar 14 dagslønir ella so helt hann, at talan mundi vera um. Og so legði hann eisini afturat, at hetta kortini vóru pengar
á Drelnesi kl. 16. Sostatt noyðast tey at gevast at arbeiða beint eftir døgvera og virkini aðrastaðni í Suðuroy, fara at noyðast at gevast enn fyrr. Hann sigur, at sjálvandi skulu fløkini, sum koma á marknaðin [...] nøgd við nýggju ferðaætlanini, sum Strandferðslan ætlar at seta í verk eftir páskir. Og ónøgdin er so stór, at tey hava heitt á Strandferðsluna um at broyta ferðaætlanina aftur Tað er siglingini hjá Smyrli [...] sína ónøgd Hetta hevur fingið fýra fiskavirki í Suðuroy at senda Strandferðsluni skriv við eini aheitan um ikki at flyta túrin fram, men framhaldandi at lata Smyril sigla kl. 19. Virkini, sum hava mótmælt
á arbeiðsplássini í bygdini, soleiðis at fólk, sum ynskja at taka eina hond í, fáa høvi at skriva undir. Borgarakravið er í fimm punktum: 1. Sigur tú nei til, at tann tunga ferðslan við tilfari úr Nor [...] verða gjørdar? 5. Vit krevja, at Leirvíkar bygdarráð skal taka samráðingar uppaftur við Føroya løgting fyri at fáa loyst nevndu trupulleikar. At enda í skrivinum verður kravt, at ein loysn skal verða funnin [...] soleiðis at tey hava nakað at fara til løgtingið við. Víst verður á, at skrivið leggur ikki upp til nakra ávísa loysn av ferðsluviðurskiftunum í Leirvík. - Tey, sum skriva undir, taka undir við, at vit ikki