Tað er lættari at bróta niður enn at byggja nakað upp.
Nósabarnaprix er eitt tiltak fyri børnum í aldrinum 7-14 ár. Á einum Nósabarnaprix fáa børnini høvi at royna at standa á einum yrkisgjørdum palli, og harvið kunnu tey sleppa at royna seg sum yrkissangarar.
Tey nógvu børnini, sum higartil hava luttikið, hava øll gjørt sera nógv burturúr bæði við sangi, kóri og dansi. Luttakararnir hava, hvør sum ein, uppiborið alt tað rós, tey kunnu fáa fyri teirra ágrýtni og áhuga fyri hesum tiltakinum.
Vit, sum fyrireikarar halda, og hava eisini fingið sjón fyri søgn, at hetta er eitt gott og neyðugt tiltak, sum er eitt munagott ískoyti fyri betri trivnaði, bæði á tí tónleikaliga- og sersakliga eisini á tí sosiala økinum.
Mong vóru tey, sum hava verið og hugt, sum frøddist yvir, hvussu gott børnini sungu og dansaðu, og eingin ivi man vera í, at vit eiga nógv evnarík børn, sum koma at gera seg galdandi á yrkisvendum tónleikapallum framyvir. Vit, sum hava møguleika fyri tí, skulu bert skapa teimum teir neyðugu karmarnar. Tað er tað, sum okkara endamál við "Nósabarnaprix" er.
At fyrireika eitt so stórt tiltak er ikki ein løtt uppgáva og krevur ymsar tillagingar. Eg vil undir-strikað, at hetta er nakað, tú fert undir, bert um áhugi er fyri tí. Vit mugu ikki gloyma at "Nósabarnaprix" fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós í fjør, og tað tekur uttan iva eini 3 til 5 ár, áðrenn tiltakið er tillagað til fullnar. Tað ber við sær, at tað fara nakrar boytingar fram ,sum eru neyðugar, men ikki altíð líka hepnar. Tað er sum áður nevnt ein viðgerð sum má finna stað. Sum Teitur Lassen sigur: "Áðrenn tína frelsu, mást tú hava syndað"
Sjálvandi skulu vit, sum fyrireika "Nósabarnaprix" taka hædd fyri, at tillagingar fara fram, uttan alt ov nógvar radikalar broytingar. Tí er tað heilt einfalt neyðugt, at samstarvsáhugi er. Tað er eitt tað fyrsta vit leggja okkum eftir, tá ið vit fara undir fyrireikingarnar til tiltakið.
Vit fóru undir at fyrireika "Nósabarnaprix 2003" í nov. 02. Tá hildu vit, at tað varð eitt sera gott hugskot at leggja undanumførini á stevnunum, við tí í huganum, at so høvdu børn og onnur áhugað okkurt annað gott tilboð at fara til. Samstundis vóru vit til reiðar at gera eina samstarvsavtalu, sum báðir partar kundu fingið fíggjarligan ágóða av.
Sæð í bakspeglinum mugu vit ásannað, at samstarvið, sum vit høvdu ynskt, ikki kundi til fulnar fremjast í verki.
At leggja "Nósabarnaprix" á Vestanstevnu er ikki eitt gott hugskot, fingu vit at vita við greiðum orðum aftaná undanumfarið har vesturi. So tað taka vit til eftirtektar sum ein part av áðurnevdu tillaging av tiltakinum.
Vit vilja við hesum bera eina umbering til Vágafólk og onnur viðkomandi, sum halda, vit hava borið okkum skeivt at. Samstundis vilja vit heitað á foreldur um at hava yvirskot og tol til at lata tiltakið menna seg, so at vit øll í nærmastu framtíð kunnu frøast yvir, at vit í Føroyum eisini hava eitt "Barnaprix".









