Gongd fáast á politiska orðaskiftið um yvirtøku av persóns-, familju- og arvarætti

Fríggjadagin var fyrsti fundur á embætismannastigi í samband við yvirtøkuna av persóns-, familju- og arvarættinum, sum eftir ætlan skal koma á føroyskar hendur í hesum valskeiðinum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer nú at fáa gongd á politiska orðaskiftið um málið, sum seinni í hesi tingsetu skal til aðalorðaskifti í løgtinginum.

Fríggjadagin var fundur í danska løgmálaráðnum millum føroysk og donsk embætisfólk sum liður í fyrireikingunum at flyta málsøkið persóns-, familju- og arvarætt á føroyskar hendur. Fundurin var tann fyrsti í hesum umfari, og tað eydnaðist ikki at leggja nakra tíðarætlan fyri, nær yvirtøkan skal fara fram.
Men Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at landsstýrið hevur sett sær fyri, at málsøkið skal yvirtakast í hesum valskeiði.

Frágreiðing gjørd
Sitandi og undanfarna landsstýri hava fyrireikað yvirtøkuna av málsøkinum persóns-, familju- og arvarætti í umleið eitt ár, og í hesum sambandi hava embætisfólk og løgfrøðingar í almennu umsitingini, saman við øðrum løgfrøðingum, sum í sínum arbeiði hava við mál av hesum slag at gera, gjørt eina frágreiðing. Henda frágreiðing skal reinskrivast, og síðan er ætlanin at hon skal vera grundarlagið undir einum aðalorðaskifti í løgtinginum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at aðalorðaskiftið verður í hesi tingsetuni, men enn er ikki greitt, hvørt tað verður áðrenn ella eftir nýggjár.
Høgni Hoydal vísir á, at tað er sera tídningarmikið at fáa gongd á politiska orðaskifti um málið, tí talan er um eitt stórt málsøkið, sum m.a. ásetur lógir fyri hjúnarlag og ?skilnað, foreldramyndugleika, skrásett parlag osv. Spurningar, sum viðkoma hvørjum einasta føroyingi.

Eins reglur
Í juni mánað samdust Høgni Hoydal og danski løgmálaráðharrin Lene Espersen um at fyrireikingarnar til at yvirtaka málsøkið skulu byrja, og fundurin á embætismannastigi síðsta fríggjadag var fyrsta úrslit av hesum.. Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir samdust í juni um, at arbeiðast skal fram ímóti, at lógirnar á økinum skulu vera eins í øllum Norðurlondum. Ein stór norðurlendsk frágreiðing er gjørd um málið, sum m.a. vísir á, hvørji evni eiga at verða viðgjørd í felags norðurlendskum høpi, so lógargrundarlagið verður eins. Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum hevur latið kanningina gjørt, og niðurstøðan í henni er í stuttum, at somu rættarreglur eiga at galda í øllum Norðurlondum. Grundgevingin er, at rættindi hjá fólki eiga ikki at broytast, tá tey flyta úr einum norðurlandi í annað at búgva. Í frágreiðingini varð komið til, at felags reglur eiga at vera galdandi í øllum Norðurlondum í 2006. Men enn eru tó ongar politiskar avgerðir tiknar, sum siga, at so skal vera. Landsstýrið hevur í sínum lagi sett sær fyri, at Føroyar eisini skulu hava somu lóggávu og somu rættindi í persóns-, familju- og arvarætti sum hini Norðurlondini.

Fundur aftur í oktober
Fundurin í danska løgmálaráðnum fríggjadagin var fyrsti fundur millum føroyskar og danskar embætismenn. Nýggjur fundur er avtalaður at vera í oktober og hann verður somuleiðis á embætismannastigi. Høgni Hoydal sigur, at málið nú gongur sína gongd, har arbeiðið fyribils verður gjørt á embætismannastigi. Sjálvur fer hann ikki á fund aftur um yvirtøkuna av persóns-, familju- og arvarætti, fyrr enn onkrir politiskr ivaspurningar møguliga stinga seg upp ella tá málið er liðugt fyrireikað.
Høgni Hoydal sigur, at megað verður ímóti, at arbeiðið verður liðugt í hesum valskeiðinum, og at málsøkið tá er komið á føroyskar hendur.