Aðalfundur
Nevndin hjá Fótbóltssambandinum hevði lagt uppskot fram til samtyktar um samsýngin hjá nevndarlimum. Ein grein í reglunum hjá FSF hevur sagt, at nevndarlimir ikki fáa løn fyri arbeiði sítt, men hetta vildi nevndin hava strikað.
Orsøkin varð søgd at vera, at nevndarlimirnir í fleiri førum høvdu beinleiðis útreiðslur av skyldum sínum, og hetta hildu nevndarlimirnir vera órættvíst, segði Dánjal Andreasen, sum vegna nevndina førdi orðið í hesum spurninginum.
Eingin blanco-kekkur
Tað tóktist tó vera púra greitt, at tað ikki var undirtøka millum feløgini at samtykkja uppskotið, soleiðis sum tað varð lagt fram av nevndini.
Í roynd og veru vildi talan eisini verið um mest sum ein blanco-kekk, um greinin bara varð strikað, tí tá hevði nevndin sjálvt havt heimild at áseta samsýning sína, uttan at feløgini høvdu nakað at siga hesum viðvíkjandi.
Tað mundi eisini falla mongum fyri brósti, at slíkt uppskot varð lagt fram, nú roknskapurin annað árið á rað sýndi stórt hall, men FSF-formaðurin legði tó eina við, at hetta ikki vóru nakrar munandi upphæddir, sum talan var um. Einar 14 dagslønir ella so helt hann, at talan mundi vera um. Og so legði hann eisini afturat, at hetta kortini vóru pengar, sum vórðu endurrindaðir av UEFA og FIFA, tí talan var ferðir, sum viðvíktu fundum hjá hesum.
Fleiri av feløgunum førdu fram, at um talan bert var um inntøkumiss, mátti orðignin í tekstinum broytast, soleiðis at hetta varð staðfest, og eftir hesa áheitan orðaði fundarstjórin nýtt uppskot til samtyktar, soleiðis at tað nú stendur, at nevndarlimir ikki fáa løn, men at teir kunnu fáa endurgoldið møguligan inntøkumiss, sum stendst av arbeiði teirra.
Heldur ikki hesa orðing vóru øll feløgini nøgd við. Summi teirra vildu hava, at tað í løgunum skuldi staðfestast, at hetta bert var galdandi, tá talan var um uppgávur fyri FSF uttanlanda, men hetta metti fundurstjórin ikki vera haldgóða orsøk at broyta uppskotið einaferð enn.
Endin varð, at uppskotið varð samtykt við 15 atkvøðum fyri og fýra ímóti, og soleiðis fekk nevndin sín vilja, tó at talan ikki gjørdist um blanco-kekkin, sum tað av fyrstan tíð líktist.
Men hóast hetta, so er orðingin í tekstinum helst meira liberal, enn andin í hesum, sum feløgini atkvøddu um. Sambært orðaskiftinum, so snúi hetta seg um endurgjald fyri tann lønarmiss, sum oftani stendst av teimum uttanlandsferðum, sum nevndarlimir skulu taka lut í. T.v.s. fundir hjá fyrst og fremst FIFA og UEFA.
Hinvegin stendur bara orðað, at nevndarlimir fáa endurgjald fyri inntøkumiss, og so er spurningurin, hvat hetta merkir. Eitt nú kann hugast, at tá nevndarfundur er eitt nú mikudag seinnapart, noyðast fleiri nevndarlimir at fara út arbeiði í úrtíð. Tá kunnu teir sambært lógini fáa endurgjald frá FSF fyri hesar tímar eisini.
At døma eftir orðaskiftinum, so er tó ikki stórvegis vandi fyri, at so er, men í ringasta føri kann hetta viðføra, at allir nevndarfundir so ella so kosta arbeiðstíð, og so er spurningurin, um blanco-kekkurin ikki kortini er latin nevndini.