Nú hevur verkfallið hjá arbeiðarunum vart í næstan tvær vikur. Og dagstovnar, barnagarðar og skúlar hava verið stongdir í nakrar dagar. Tað er ikki nakað, sum týðir upp á, at endin av verkfallinum er nær, og tí eru foreldur farin at seta spurnartekin við, um tey nú eiga at gjalda fyri barnaansingina, sum tey hava mist. Tá pedagogarnir vóru í verkfalli fyri nøkrum árum síðani, rindaðu foreldur í Tórshavnar kommunu ikki fult fyri barnaansingina, men tað er ikki nakað, sum beinleiðis týður uppá, at tað verður soleiðis hesuferð.
Sosialurin hevur tosað við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu. Frá báðum kommununum verður sagt, at spurningurin hevur verið uppi og vent, men ongin endalig støða er tikin. Somuleiðis siga báðar kommunurnar, at sáttmálin sigur, at foreldur rinda 30 % og kommunan 70 %, og tað er útgangstøðið í báðum kommununum.
? Verkfall ella ikki, so eiga foreldur at rinda 30 % av barnaansingini í kommununi, sigur borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, tá hann verður spurdur, um Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at lata foreldur sleppa frá at rinda gjaldið, nú børnini ikki verða ansað á stovni, meðan verkfall er.
Jan Christiansen sigur, at kommunan ikki er liðug at tosa málið ígjøgnum enn, men útgangsstøðið hjá teimum er, at sáttmálin sigur, at kommunan rindar 70 % og foreldrini 30 %.
? Um børnini eru á stovninum ella ikki, so kostar tað kommununi næstan tað sama at reka stovnarnar, og kommunan kann ikki gera við, at tað er verkfall, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at hann tó skilir væl, at foreldur kanska seta spurnartekin við um, tey nú eiga at rinda fyri eina tænastu, sum tey ikki hava fingið í eina tíð nú.
? Eg skilji eitt og hvørt menniskja, sum roynir at spara nøkur oyru, men hetta verkfallið rakar okkum øll, og er tað nakar, sum ynskir tað at verða yvirstaðið, so er tað kommunan, sigur Jan Christiansen. Hann veit ikki at siga, nær Tórshavnar kommuna fer at taka endaliga støðu til spurningin um foreldragjaldið.
Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar kommunu, sigur somuleiðis, at kommunan hevur tosað um henda spurningin, men heldur ikki har er nøkur endalig støða tikin.
? Og tað verður so heldur ikki henda umsitingin, sum tekur avgerðina. Tað ger tann politiski myndugleikin, sigur hon.
Heilsumyndugleikar hava vitjað stovnarnar í Klaksvík og hava mælt til, at starvsfólkini á stovnunum fara heim, tí har ikki er vaskað so longi nú.
Jancy B. Klein sigur, at tá pedagogverkfallið var, tá rindaðu foreldrini í Klaksvíkar kommunu fult gjald, hóast tey ikki fingu børnini ansað. Men tá so sáttmálin at enda varð undirskrivaður, varð gjørt av, at foreldrini ikki skuldu rinda fyri lønarhækkanina hjá pedagogonum við afturvirkandi kraft. So á tann hátt fingu tey tá ein heldur tilvildarligan avsláttur.
Jancy veit ikki um nakað dømi, har foreldur hava vent sær til kommuna og spurt, um tey skulu gjalda fyri ansingina, meðan verkfallið er.